Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 23. februar 2009 21 Byrjaðu fyri øl Hóast Dúndurfréttir hava verið við til nógvar stórar uppsetingar av tónleiki, so hevur tað ikki altíð verið so stórt. - Einasta grundin til, at vit blivu ein bólkur var fyri at fáa ókeypis øl í pubbini, har vit plagdu at vera, sigur Mathias Mathiasson, sum spælir guitar og syngur. Hann heldur eisini, at tað er øgiliga stuttligt at vera í Føroyum, hóast teimum betri kundu hugsað sær at vera her um summarið, tá veðrið er betri. Dúndurfréttir vóru sera væl nøgdir við framførsluna fríggjakvøldið. - Tað er eitt gott orkestur vit spæla saman við. Tað sá út sum, at fólkunum dámdu ordiliga væl tónleikin, so eg eri bara væl nøgdur, staðfestir Mathias Mathiasson. Hann greiðir eisini frá, at teir kundu hugsað sær at komi aftur til Føroyar at spæla okkurt annað. Bólkurin hevur fyrr spælt The Wall tvær ferðir. Tá stjórnaði Bernharður Wilkinson íslendska symfoniorkestrinum, og tað er soleiðis ferðin til Føroyar kom í lag. Urd Johannesen var samskipari av tiltak­ inum. Hetta er ein ætlan Norðurlandahúsið hevur arbeitt við leingi, og tí er Urd Johanne­sen sera væl nøgd við fram­ førslurnar. - Eg eri øgiliga væl nøgd. Tað gekk ordiliga væl á allan hátt. Ikki minst, tá mann sær, hvussu væl fólk taka ímóti tí, sigur Urd Johannesen. Hon leggur afturat, at serliga ljóðmyndin hevur fingið sera nógv rós, og tí kundi hon væl hugsað sær, at okkurt líknandi verður gjørt í framtíðini. Hon leggur somuleiðis stóran dent á, at nýggja ljóðskipanin í Norðurlandahús­ inum gjørdi sítt til, at upplivingin bleiv so serstøk. Tó slapp hon ongantíð sjálv at síggja alla framførsluna. - Tað er altíð so nógv at gera aftanfyri pallin, alt skal passa saman, so fólk kunnu fáa eina góða uppliving. Tað er eisini altíð okkurt mann kundi hugsað sær eitt sindur øðrvísi, men eg haldi alt gekk sera væl, tá mann hugsar um tað, sigur samskiparin. Hon er somuleiðis sera fegin um hetta sterka konseptið, umframt, at hon fegnast, at Dúndurfréttir vilja koma aftur til Føroyar at spæla. Okkum nýtist onga uppaling Tá Another Brick in the Wall varð spældur inn á fyrsta sinni, var tað ein flokkur av dreingjum, ið sungu niðurlagið. Dreingirnir vóru ikki nógvir í tali, men teir blivu lagdir inn 12 ferðir, so tað ljóðaði, sum teir vóru nógv fleiri. Hesaferð vóru tað ungdómar úr Tórshavnar kommunuskúla, sum sungu Another Brick in the Wall. Tey vóru 59 fólk, so tey vóru nóg nógv. Tey hoyrdust eisini heilt væl, so venjingin saman við Ingun Hentze hevur givið góð úrslit. - Tey spurdu um vit vildu syngja, og tað tímdu vit ordiliga væl, segði ein av sangarunum. Hon legði afturat, at tey hava vant rættiliga nógv og eru fegin um, at tey fingu hendan møguleikan. Líka kul sum Mozart Kamilla Ravnsfjall spælir violin í Føroya Symfoniorkestri. Hóast tað ikki er hvønn dag, at tey spæla rokktónleik, so er tað ikki betri enn Mozart. - Tað er ordiliga kul at spæla hendan tónleikin, men eg kann ikki siga, at hetta er stuttligari enn Mozart, flennir hon. Hon leggur afturat, at hon kendi øgiliga lítið til The Wall, áðrenn tey byrjaðu at spæla tónleikin. - Eg kendi Another Brick in the Wall, men restina kendi eg ikki nakað serliga væl, men hetta er ordiliga stuttligt at spæla, staðfesti unga daman. Alex Sólstein er heldur eldri enn Kamilla Ravnsfjall, og hann var somuleiðis væl nøgdur, hóast tað ikki at júst hansara slag av tónleiki. - Hetta er ikki musikkur fyri meg, og eg kenni tað als ikki, men hetta var ordiliga flott, og klangurin var heilt góður, segði Alex Sólstein, sum var sera fegin um samstarvið við íslendska rokkbólkin. Ein lætti fyri samskiparan Hóast Kamilla Ravnsfjall og Alex Sólstein eru sera ójøvn í aldri, so vóru tey bæði sera fegin um at spæla The Wall Kórið, ið ikki ynskir nakra uppaling, er úr framhaldsdeildini í Tórshavnar Kommunuskúla Mathias Mathiasson úr Íslandi hevur spælt fleiri tílíkar konsertir, og honum kundi hugsað sær at spælt í Føroyum aftur Einar hundrað ymiskar kanalir komu inn í miksipultin, tí hvørt einstakt ljóðføri kom inn fyri seg