mánadagur 23. februar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 37 - 23. februar 2009
Veggir og loft í
Norðurlandahúsinum
fingu nógv trýst
um vikuskiftið, tá
Dúndurfréttir, Føroya
Symfoniorkestur og
næmingar úr Tórs
havnar kommunu
skúla framførdu The
Wall hjá Pink Floyd
Veggir vóru tiknir niður,
fyri at fáa pláss fyri øllum,
ið vildu koma til frumsýn
ingina av The Wall. Talan
var um fólk í øllum aldrum,
hóast tað sá út sum, at tað
serliga vóru tey um 40 ára
aldur, sum veruliga kendu
nakað til tónleikin.
Summi høvdu sera torført
við at vera sitandi á stóli
sínum, tí fólk vildu helst
staðið uppi og rópt og dans
að, men hetta kann ongantíð
vera nakað neiligt.
Onki prát
Frá tí, at framførslan byrjaði
vóru sera fá orð mælt mill
um fólkini. Sjálvt pørini,
sum høvdu ov mikið at tosa
um, tá tey komu inn, blivu
púra kúrr.
Einasta ljóðið, ið ikki
kom av pallinum vóru
lógvabrestirnir, hvørja ferð
tónleikurin steðgaði. Og
meðan tónleikurin var, so
vóru nøkur sum sungu við í
sangunum, ið komu út á
fyrsta sinni í 1979.
Fyrri hálvleikur
Framførslan var skipað við
einum steðgi, og tað einasta
mann hoyrdi fólk fýlast eitt
sindur á, tá komi var hálva
leið, var, at kanska var
ljóðið ikki nóg hart frá.
Hinvegin
vóru
eisini
nógv fólk, sum fyrr hava
verið til konsertir hjá Pink
Floyd, sum enntá hildu
hetta vera ein sterkari upp
living enn tað veruliga.
Í fyrru helvt á framførsluni
var Another Brick in the
Wall við. Hetta er lagið,
sum øll kenna, og tá var
tað, at øll gjørdu sær stóran
ómak at rópa við.
Áðrenn nakar visti av,
stóðu eisini næmingarnir úr
kommunuskúlanum uppi á
pallinum. Tey gjørdu sær
ómak, at vera eitt sterkt
rópikór, sum ikki vil hava
nakra uppaling.
Seinni hálvleikur
Tá fólk komu innaftur frá
steðginum, byrjaði tað rími
liga friðarligt. Fólk komu
innaftur í einsemið, og tað
var skjótt, at tónleikurin
aftur hevði fangað allar
áhoyrararnar.
Seinni varð lagið Con
fortably Numb spælt. Tá
var tað, at tey fáu, sum
kanska ikki alla tíðina
høvdu
verið
hugtikin
veruliga blivu fangaði.
Nú var onki mark fyri,
hvussu hart ljóðið var, og
hetta sá út til at virka heilt
væl, tí tá liðugt var at spæla,
mundu lógvabrestirnir ikki
fingið nakran enda.
Tá framførslan var liðug
var sera gott lag á fólki, og
tað skilst, at hetta var ein
framførsla, sum veruliga
nýtir tað mesta av góðu
umstøðunum
í
Norður
landahúsinum.
Mamman alt at siga
Av tí, at mamman hevur so øgiliga nógv at siga, hevur
Sosialurin valt at endurprenta yrkingina Mother í
føroyskari umseting eftir Thorben Johannesen, har
Roger Waters greiðir frá, hvussu barnasinnið kann fara
í hundarnar.
Mamma
Mamma, heldur tú teir fara at tveita bumbuna,
mamma, heldur tú teimum fer at dáma songin,
....
mamma, skuldi eg bygt mær ein múr.
mamma, skuldi eg stillað upp til forsetavalið,
mamma, skal eg trúgva landsstjórnini,
mamma, fara teir at seta meg í skotlinjuna.
mamma, fari eg veruliga at doyggja?
ver trygt, lítla barnið, grát ikki,
mamma skal nokk síggja til,
at allir tínir marrudreymar ganga út,
mamma skal nokk geva tær allan sín ótta,
mamma skal hava teg beint her
undir sínum veingjum.
Hon lovar tær ikki at flúgva,
men kanska skalt tú sleppa at syngja,
mamma skal nokk gera tær tað hugnaligt og fjálgt,
áh, barnið, barnið,
mamma skal nokk hjálpa tær at byggja múrin,
...
mamma skal ansa, at einki ljóð sleppur fram at tær,
mamma skal nokk sita uppi og bíða,
til tú kemur heim,
mamma skal nokk fáa uppspurt, hvar tú hevur verið.
Umsett av Thorbeni Johannesen í bókini Samfelagsfrøði 1.
Søgan
Pink er ein lítil drongur. Hann missir pápan í kríggi
og hevur bert mammu sína eftir. Hon verjir hann
meira enn gott er. Hon gevur dronginum líka stóra
mongd av kærleika og ótta. Hetta hjálpir dronginum
at byggja ein sterkan mentalan múr. Í skúlanum
verður drongurin væl bukaður.
Sum hann gerst eldri stríðist hann meira og meira
við hendan múrin, sum rúsevni, eitt vánaligt
hjúnarlag, sum eisini fær sín enda, alsamt leggja
fleiri klípi í múrin.
Gjøgnum søguna hoyra vit alsamt fleiri
hendingar, ið leggja fleiri klípi í múrin.
Tá hann gerst eldri verður Pink ein rokkstjørna.
So hvørt sum lívið heldur fram, verður Pink alsamt
meiri innibyrgdur og fer veruliga í hundarnar.
Tá alt kemur til alt finnur hann loysnina. Brýtur
múrin niður og biður orsaka til sínar nærmastu
vinir, sum hava kent mest til ræðslu-, rúsevna og
paranoiamúrin hjá honum.
Lagt til rættis: Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Dyrka isolatiónina saman
Fólk vóru á einum máli um, at
The Wall var ein sterk uppliving,
har samspælið millum rokk og
symfoniorkestur riggaði heilt væl