mánadagur 23. februar 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 23. februar 2009
19
tíðindi
ivinnuskúlanum
eitt annað, sum hevur stóran
týdning, er góða inniklima
ið.
- Í verandi hølum er inni
klimaið ógvuliga vánaligt.
Tí er ofta neyðugt at lata
vindeyguni upp, og tað eru
ikki allir næminbgar, sum
tola tann kuldan, ið tá
blívur, sigur Jákup Andrea
sen.
Í nýggja skúlanum er
nógv gjørt fyri at skapa eitt
gott inniklima við góðari
útlufting.
Eisini auditoriumið er ein
søga fyri seg. Har er pláss
fyri 70 næmingum, ið alir
hava eitt gott útsýni yvir
tað, sum fer fram á lørift
inum ella á gólvinum.
Eisini er ain væl útgjørdur
køkur, men tó verður ikki
talan um servering. Har
gera lærarar og næmingar
sjálvir kaffi og tað, sum
annars er hugur til.
Flokkarnir eru sum nevnt
tríggir í tali, og næmingarnir
um 50 tilsamans. 20 ganga
í fyrsta flokki, og 15 í øðr
um og triðja flokki.
- Vit taka altíð í meira
lagi inn í fyrsta flokk, tí
royndir hava lært okkum, at
tað altíð detta nøkur frá tá
tíðin líður, sigur Jákup
Andreasen.
Góð blanding
Á Fiskivinnuskúlanum í
Vestmanna eru 3 lærarar í
føstum starvi og 18 fastir
tímalærarar. Hartil koma
nakrir tímalærarar aftrat til
ávís fak, so tilsamans eru
knýttir einir 25 tímalærarar
til Fiskivinnuskúlan.
- Men tá talan er um
tímalærarar, eru ongantíð
so nógvir í skúlanum í senn,
og tí eru hølini til lærararnar
eisini nøktandi sum er,
sigur Jákup Andreasen.
Millum teir 50 næming
arnar, sum ganga á skúla
num, er ein góð blanding
millum gentur og dreingir.
Onkur ár eru dreingirnir í
meiriluta, onnur ár gentur
nar. Men bert einaferð er
ein flokkur farin úr skúla
num sum reinur eittkyns
flokkur.
- Tað var í 2007, tá vit
høvdu ein reinan kvinnu
flokk. Vit hava ongantíð
hesi 20 árini, skúlin hevur
verið til, havt ein reinan
dreingjaflokk, sigur Jákup
Andreasen.
Nú
Fiskivinnuskúlin
flytir í nýggj hølir, fara
gomlu hølini at standa tóm.
Landið eigur sethúsini, har
Fiskivinnuskúlin
hevur
høvuðssæti sítt, men hóast
stórur mangul er á búðplássi
til næmingarnar á Fiski
vinnuskúlanum, so er tað
alt, ið bendir á, at húsini
verða seld.
- Eingir pengar eru settir
av til kollegiepláss, og uttan
peningaligan
stuðul
frá
landinum melur ein slík
ætlan ikki runt, sigur Jákup
Andreasen.
Men hetta er so ein annar
spurningur,
og
fyribils
gleða lærarar og næmingar
seg at flyta inn í nýggju
hølini komandi mánadag.
Jákup Andreasen framman
fyri sluppina »Havfrúgvin«,
sum er ein gáva frá
Mentamálaráðnum
Fløggini vóru vundin í húnar hátt longu frá morgunstundini av
Auditoriumið er ógvuliga snøgt og hevur pláss fyri ikki færri enn 70 næmingum
Tríggjar skúlastovur eru í nýggja Fiskivinnuskúlanum, hvør við
sínum floksrúmi
Tríggjar skúlastovur eru í nýggja Fiskivinnuskúlanum, hvør við
sínum floksrúmi
Ein flakalinja er eisini at finna á skúlanum, ikki so nógv til
framleiðslu, men til undirvísing
Rannsóknarstovan er eisini state of the art
Ein vælútgjørdur køkur hoyrir til skúlan. Men tað verður bert
til lærarar og næmingar at matgera sjálvir
Forhøllin er partur av stórum felagshøli