mánadagur 23. februar 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 37 - 23. februar 2009
tíðindi
Í dag verður nýggi
Fiskivinnuskúlin
alment handaður
leiðslu skúlans á sam
komu klokkan 15.
Mánadagin komandi
kann undirvísingin
so byrja í nýggju
hølunum niðri við
sjóvarmálan
FISKIVINNUSKÚLI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Tað má sigast at vera ógvu
liga hóskandi, at Fiski
vinnuskúlin í Vestmanna
kann flyta í nýggj hølir
snøggliga 20 ár eftir, at hes
in skúlin á fyrsta sinni sá
dagsins ljós.
Fiskivinnuskúlin byrjaði
undirvísing í 1989 í einum
sethúsum, sum vórðu keypt
til endamálið, og hevur
síðani verið útbygdur við
nýggjum hølum í leigaðum
húsum, so skúlin í dag
húsast í fýra ymiskum
bygningum.
Men hetta verður alt
broytt, tí komandi mánadag
byrjar
undirvísingin
í
nýggju hølunum niðri við
sjóvarmálan – eitt passandi
stað at leggja ein fiski
vinnuskúla.
Hetta verður ein koll
velting av teimum stóru
fyri bæði næmingar og
lærarar. Ikki minst slepst nú
undan at renna millum hús
í sjaskveðri um vetrarnar,
og bara tað í sjálvum sær er
ein stór betring.
Nýggju hølini eru sum
nevnt sera snøgg, og rann
sóknarstovan,
flakalinjan
og ikki minst auditoriumið
eru state of the art.
- Nú hølisviðurskiftini
verða so munandi betrað,
fer at bera til hjá okkum at
taka fleiri næmingar inn.
Vit hava higartil hildið
okkum til 20 næmingar
fyrsta árið, men nú vit flyta
inn í nýggj hølir, kunnu vit
taka minst 24 á hvørjum
ári, sigur jákup Andreasen,
skúlastjóri.
Gott pláss
Nýggi
Fiskivinnuskúlin
hevur tríggjar floksstovur,
sum hvør hevur eitt bólka
rúm. Hetta nøktar tørvin, tí
tað eru bert tríggir árgangir
á skúlanum í senn.
- Talan er um eina tríára
gymnasiala
miðnámsút
búgving. Á skúlanum eru
tvær breytir, ein alibreyt og
ein matbreyt, sigur Jákup
Andreasen.
Inni í skúlanum er eisini
eitt stórt felagshøli, sum
verður nýtt til kantinu. Og
Snotiligir karmar hjá Fisk
Næmingar í fyrsta flokki á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Eins og lærarar gleða tey seg til komandi mánadag og skúlagongd í nýggjum hølum
Jákup Andreasen, skúlastjóri, og Magni Laksáfoss. Tingmaðurin undirvísir í alibúskapi á Fiskivinnuskúlanum