Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 37 - 23. februar 2009 kinstjóri umborð á Norrønu at tað, sum lá aftanfyri hesa treytaleysu avgerð hjá mammuni, ivaleyst var, at hon hevði mist mann sín á sjónum. - Eg gjørdist rættiliga bilsin, tá hon var so avgjørd, og soleiðis kom einki burtur úr mínum ætlanum um sjólívið á ungum árum. Eg haldi, at mamma mín vildi vísa mær á møguleikar, soleiðis at eg sjálvur kundi taka avgerð um lívsleiðina, sum árini gingu, sigur hann. Leiðin niður í maskinrúmið Ólavur hevði ongan hug til skúlan og í staðin fyri at fara á studentaskúla, fór hann sama heyst, sum hann varð liðugur við realskúlan, í læru á Skála Skipasmiðju, har hann gjørdist maskin­ smiðjur fýra ár seinni. - Eg visti, at eg fór ikki at halda fram á Skála, tá eg varð liðugur, og eg gjørdi av at gevast sama dag, sum eg varð avlærdur. Meðan eg var í læru á Skála, hevði eg um kvøldarnar arbeitt á Bakkafrost, eins og eg árini undan hevði verið á virkinum í summarfrítíðini. Eg kendi formenninar á Bakkafrost, og nú eg varð liðugur at læra, fekk eg fast arbeiði sum maskinmaður á virkinum. Ólavur arbeiddi øll árini frá 1985-1999 sum maskin­ maður á Bakkafrost. Hann var við í allari tilgongini og menningini av virkinum, og hann var eisini við, tá virkið á Glyvrum frá at arbeiða pelagisk fiskasløg gjørdist laksavirki burtur av. Fleiri tey seinastu árini á Bakka­ frost, hevði hann høvuðs­ ábyrgdina av mask­inarí­ unum, og í nøkur ár var hann eisini einsa­mallur maskinmaður á virkinum. Honum dámdi ógvuliga væl á Bakkafrost og hevur alt gott at bera teimum fólkum, sum har stílaðu fyri og annars vóru í starvi á virkinum. Sjálvur sigur hann seg hava stóra virðing fyri teimum fólkum, sum hava stílað fyri gjøgnum hesi mongu ár. Í dag fegnast hann saman við øðrum, nú stjórin á virkinum, Regin Jacobsen, í ár er valdur til ársins leiðara í privatu vinnuni – og enntá í eini tíð, har flestu kurvar í vinnuni peika niður eftir. Enn í dag fylgir hann eisini gongdini á virkinum við stórum áhuga. - Tey seinnu árini, meðan eg arbeiddi á virkinum, søkti eg fleiri ferðir um at sleppa á Maskinmeist­ara­ skúla. Eg fekk eisini at vita, at eg kundi sleppa inn, men hvørja ferð meldaði eg avboð og útsetti skúlan. Eitt hálvt ár var millum upp­ tøkurnar, og tá tíðin kom, helt eg hvørja ferð, at eg tað sama kundi bíða eitt hálvt ár aftrat. Men umsíðir helt Ólavur, at skuldi hann fara aftur í skúla, so skuldi tað vera nú, og í 1999 tók hann stigið og fór aftur í skúla. - Tá eg byrjaði á Maskinskúlanum, ætlaði eg bara at gerast maskinistur. Eg hevði ikki so stórar ambitiónir, men hóast fleiri ár vóru liðin, síðan eg var liðugur við 3. real, gekk hampiliga væl. Tað var serliga matematikkin, sum var trupul, men við knall­ hørðum arbeiði eydnaðist eisini at fáa hendan partin upp á pláss upp á normeraða tíð. Eg var miðvísur í, at eg skuldi gera mítt besta, og at útbúgvingin ikki skuldi stranda upp á mín innsast. Mær dámdi ógvuliga væl í skúlanum, og tá tað lá eitt ávíst trýst á mær frá familjuni at taka alla útbúgvingina, gjørdi eg av at ganga skúlan at enda. Tað eri eg fegin um í dag, sigur hann. Tað var, meðan Ólavur gekk á maskinskúla, at hann giftist Katrinu Bjarna­ dóttir, og stutt eftir at hann varð liðugur við útbúgv­ ingina, fingu tey tveir synir, annan í 2003 og hin í 2004. Umframt synirnar, Dánial og Bjarna, eigur Ólavur eisini dóttrina Gunvá, sum er fødd í 1993 og býr í Danmark. Ongantíð á sjónum Tá Ólavur Gunnarsson hevði fingið sína maskin­ meistaraútbúgving, byrjaði hann aftur at arbeiða á Bakkafrost, men hesaferð var hann bert í stutta tíð. Meðan hann arbeiddi á virkinum, fekk hann á heysti í 2002 kjans sum hjálparmaður í maskin­ rúminum umborð á gomlu Norrønu. - Tað var meira av tilvild, at eg tá fekk henda kjansin. Eg hevði slett ikki verið til sjós áður, tá eg kom á tal við manningarleiðaran á Norrønu. Onkusvegna havi eg sagt, at eg kundi hugsað mær at roynt okkurt nýtt, og nakrar dagar seinni ringdi hesin og spurdi, um eg hevði hug at koma við. Ólavur sigur, at tá nýggja Norrøna kom tíðliga á sumri í 2003, byrjaði hann eisini her umborð sum hjálparmaður ella assis­ tentur í maskinrúminum. - Sama summar gjørdist eg 3. meistari umborð, men longu summarið eftir gjørdist eg 1. meistari. Eg hevði tá siglt so lítið, at eg noyddist at søkja Skipa­ eftirlitið um undantaksloyvi at vera 1. meistari. Hann ásannar, at vegurin uppeftir stiðanum og upp á ovastu rók í maskinrúminum gekk skjótt. - Í mars mánaða í fjør gjørdist eg so maskinstjóri umborð á Norrønu, og hetta hevur síðan byrjan verið ein sera spennandi avbjóðing. Mín uppgáva snýr seg í stóran mun um arbeiði á teldu við eitt nú íløgu­ ætlanum, bílegging av eykalutum og samskifti við teir menn, eg havi undir mær, eins og við yvir­ menninar á brúnni. Eg kann altíð vera tilkallaður og eri soleiðis altíð tøkur – á degi sum á nátt. Ólavur er fýra vikur umborð á Norrønu í senn og síðan fýra vikur í landi. - Kona mín er leiðari á dagstovni, og tá eg eri heima, taki eg mær av húsi og børnum. Soleiðis kann eisini hon leggja sítt arbeiði til rættis eftir, nær eg eri heima. Tá fólk vanta á dag­ stovninum, tí forfall eru, og torført er at finna fólk at taka hesi pláss, kemur meira enn so fyri, at Ólavur tekur nakrar tímar í barna­ garðinum eisini. - Eg taki ikki plássini hjá øðrum, men standi niðast á listanum sum avloysari, tá eingin annar kann, sigur hann brosandi. Eitt deiligt jobb - Eg haldi meg í løtuni hava verðsins besta jobb. Mær dámar serstakliga væl umborð á Norrønu, og eg stórtrívist við hesi ábyrgd og saman við teimum fólkum, eg starvist saman við. Eg føli meg heima á hesum postinum, og eri sera takksamur fyri góðu og dugnaligu manningina. Tá eg var so stutt umborð á gomlu Norrønu, føli eg, at nýggja Norrøna er mítt skip, sum hann tekur til. Ólavur dylur ikki, at honum dámar væl at hava ávirkan, har hann er, og hann dylur heldur ikki, at hann hevur lyndi til at bjóða seg fram. Hinvegin dámar onkrum øðrum betri at standa aftanfyri ein annan. Soleiðis eru vit nú einaferð ymisk av lyndi. - Eg havi ikki trokað meg framat, men eg havi heldur ikki hildið meg aftur. Eg eri glaður og lættur av lyndi, og eg eri fyri eini liberalari leiðslu, sum skapar arbeiðsgleði. Fólk skulu kenna, at tey eru ein partur av liðnum, eins og tey eru við í teimum avgerðum, sum tiknar vera. Hann viðgongur, at eitt, sum eyðkennir mannin av Glyvrum, er, at honum dámar at seta sær mál og síggja, hvussu langt hetta kann røkka. - Men eg hevði ikki droymt um, at hetta kundi ganga so skjótt. Tó føli eg, at eg eri minst líka so væl útrustaður til hetta starv sum nakar annar. Eg eri ikki føddur maskinmeistari, tí eg kundi eins væl verið bakari. Eg elski at seta meg inn í ting sum viðvíkja fakinum, og tað er ikki lítið av faklitteraturi, eg lesi um maskinfakið, ásannar Ólavur Gunnarsson, maskinstjóri umborð á Norrønu í samrøðu við Sosialin. - Eg havi ikki trokað meg framat, men eg havi heldur ikki hildið meg aftur. Eg eri glaður og lættur av lyndi, og eg eri fyri eini liberalari leiðslu, sum skapar arbeiðsgleði, sigur Ólavur Gunnarsson, maskinstjóri Mynd: Vilmund Jacobsen - Eg eri sera takksamur fyri dugnaligu manningina, eg havi undir mær, sigur Ólavur Gunnarsson, sum her stendur undir liðini á 1. meistara sínum, Per Mortensen Mynd: Vilmund Jacobsen