mánadagur 23. februar 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 37 - 23. februar 2009
Glyvramaðurin
Ólavur Gunnarsson
hevði ongantíð
verið til skips, tá
hann í 2002 gjørdist
hjálparmaður í
maskinrúminum
umborð á gomlu
Norrønu. Í dag er
hann maskinstjóri
og hevur 30.000 HK
og fleiri fólk undir
sær. Í hesi samrøðu
greiðir hann frá,
hvussu hann endaði
uppi á hægstu tindum
í maskinrúminum
umborð á føroyska
stoltleikanum innan
ferðamannasigling
Samrøða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin hevur vitjað í eftir
litsrúminum og í maskin
rúminum umborð á Norrønu,
og vit hava tosað við maskin
stjóran og glyvramannin,
Ólav Gunnarsson.
Maskinrúmið umborð á
Norrønu er stórt og hjá
einum, sum ikki hevur havt
høvi at verið í maskin
rúminum umborð á einum
slíkum skipi áður, tykist tað
rættiliga stórt.
Norrøna hevur fýra høv
uðsmotorar
av
slagnum
Caterpillar M.A.K 6M 43,
sum eru 7.500 HK hvør. Allir
fýra motorarnir eru eins, og
soleiðis
er
maskinorkan
tilsamans 30.000 HK.
Ólavur Gunnarsson sigur,
at tveir motorar ganga inn á
hvørt gearið, og soleiðis
hevur skipið tveir akslar og
tvær skrúvur.
Mesta ferð í góðum lík
indum er 20-21 sjómíl um
tíman og løtuna, vit vitjaðu
í maskinrúminum, lá ferðin
um góðar 17 míl.
- Hava vit góðar stundir,
sigla við ikki við øllum
motorunum í senn. Vit
kunnu sigla við trimum
motorum, tveimum ella
bara einum, um tað skal
vera. Tá skipið kemur í
havn, ella tá ið loyst verður,
eru allir motorarnir í gongd.
Hetta er eisini av trygda
rávum, um eitt hvørt skuldi
borist á.
Maskinstjórin sigur, at tá
full ferð er á øllum fýra
høvuðsmotorunum,
er
nýtslan av tungolju heili 4
tons um tíman.
Aftrat
teimum
fýra
høvuðsmotorunum
hevur
Norrøna tríggjar hjálpi
motorar ella ljósmotorar,
sum teir eisini vera róptir.
- Tá siglt verður, eru tað
aksilgeneratorarnir,
sum
standa inn á gearið, ið
syrgja fyri uppgávunum hjá
ljósmotorunum, sum so
leiðis standa stillir. Aksil
generatorarnir taka kanska
eina hálva míl av ferðini,
men hinvegin spara vit olju,
tá ljósmotorarnir ikki eru í
gongd.
Ólavur sigur, at vanliga
nýtslan av streymi umborð
á Norrønu liggur um 1200
kWh, men bara aksilgene
ratorarnir klára at framleiða
nógv meira enn tað, og
soleiðis eru teir ríkiliga
stórir til nýtsluna umborð á
skipinum.
- Eru líkindini vánalig,
hava vit vanliga ljósmotor
arnar koyrandi, og hetta er
eisini
av
trygdarávum,
leggur hann aftrat.
Maskinstjórin sigur, at
umleið 2000 ymiskir alar
mar liggja inn á teldu
skipanina í eftirlitsrúmin
um, og uppi á kamari sínum
kann hann eisini fylgja við,
um alt koyrir, sum tað skal.
- Skipanin stendur í fyrsta
lagi til ymiskar komponentar
í maskinrúminum, men hon
sigur eisini frá, um ólag eitt
nú er á luftventilatiónini
umborð. Eru avvik í skipan
unum, sum ikki eiga at
vera, fara alarmar í gongd.
Dugnalig fólk
Seinni í greinini fara vit at
siga eitt sindur um leiðina
hjá Ólavi - av Skála Skipa
smiðju, har hann var í
smiðjulæru, til hann fleiri
ár seinni fyrst gjørdist
hjálparmaður
í
maskin
rúminum umborð á gomlu
Norrønu og til seinast, men
eftir lutfalsliga fáum árum,
endaði á ovastu rók í
maskinrúminum á okkara
stoltleika
innan
ferða
mannasigling.
Tað er út við eitt ár síðan,
at glyvramaðurin gjørdist
maskinstjóri
umborð
á
Norrønu, og hann er sera
væl nøgdur við tey fólk,
hann hevur undir sær.
- Umframt maskinstjóran,
hava vit ein 1. meistara og
ein 2. meistara. Síðan hava
vit tveir 3. meistarar, ein
elektrikara
og
tríggjar
maskinhjálparmenn
ella
assistentar, sum vit rópa
teir. Tveir mans eru í apeter
ingini – ein, sum tekur sær
av
tí
sanitera
og
ein
“húsavørður”. At enda hava
vit ein málara sum málar,
pussar og ger ymiskt fyri
fallandi
viðlíkahalds
arbeiði.
Maskinstjórin umborð á
Norrønu er ikki beinleiðis
vaktgangandi, men skal
altíð vera tøkur. Soleiðis
kunnu vit eisini siga, at
hann er á vakt 24 tímar um
samdøgnið.
- Eg siti altíð í eftirlits
rúminum við komu og
fráferð, og tað gjørdi eg
eisini, tá vit eitt nú sigldu
inn eftir Bergensfjørðinum
og úr aftur Bergen. Siglingin
inn til Bergens tók tveir
tímar, og síðan sigldu vit
einar seks tímar innanskers
úr Bergen á veg til Dan
markar. Meðan vit lógu við
bryggju, slapst tú sjálvandi
upp at fáa tær ein bita.
Vaktirnar hjá maskin
fólkunum
umborð
á
Norrønu eru annars skip
aðar soleiðis, at 1. meistari
hevur fyrrapartsvakt frá
klokkan 08-12, 2. meistari
tekur yvir og er á vakt frá
klokkan 12-18, og síðan
tekur 3. meistari vaktina frá
klokkan 18-24. Nú eigur 2.
meistari tørn aftur og er á
vakt frá midnátt til klokkan
04, og síðan er 3. meistarin
frá klokkan 04-08, tá 1.
meistari aftur kemur á
fyrrapartsvakt.
- Teir tríggir maskin
hjálparmenninir ganga vakt
saman við maskinmonn
unum – ein við hvørjum
manni, og tá vit hava tveir
3. meistarar, er annar ikki
vaktgangandi í maskinrúm
inum, men hevur ekstern
økir umborð á skipinum
undir sær, eitt nú luft
ventilatón, ketil, hita-og
kuldaskipanir.
Maskinstjórin sigur, at
menninir í maskinrúminum
arbeiða
11
tímar
um
samdøgnið,
harav
ein
hálvur tími fer til skiftini
við byrjan og enda av
vaktunum.
- Eg haldi, at felagsstevið
umborð á Norrønu er gott.
Nógv samband og samstarv
er millum maskinrúm og
brúgv. Fólk draga somu
línu, og hetta er neyðugt,
um
besta
úrslitið
skal
spyrjast burtur úr.
Fekk tvinnar kostir
Men hvør er so glyvra
maðurin Ólavur Gunnars
son, og hvussu hevur leiðin
hjá honum úr fólkaskúlanum
og niður í maskinrúmið á
Norrønu verið?
Ólavur er føddur 30. juni í
1964. Pápin var Gunnar
Olsen. Hann sigldi sum stýri
maður við Havørnini og
druknaði í Esbjerg 2. februar
í 1968. Líkið varð funnið
aftur, og Gunnar liggur
jarðaður í føroyskari jørð.
- Mamma mín var Kitty
Olsen. Hon doyði í hampi
liga góðum árum í 1999.
Vit eru tveir brøður. Beiggi
mín er Ingolvur Gunnarsson,
sum er lærari og er hálvt
annað ár eldri enn eg.
Maskinstjórin sigur, at tá
pápin doyði, høvdu for
eldrini nýligt bygt hús, og tí
noyddist
mamman
at
arbeiða rættiliga nógv fyri
at fáa tingini at hanga
saman. Hon arbeiddi í fiski,
og hon arbeiddi í handli. Í
nøkur ár hevði hon eisini
pylsuvogn innanfyri Glyvra
Bio. Omman flutti inn til
tey at búgva, tá pápin doyði,
og Ólavur heldur fyri, at
omman virkaði meira sum
mamma – og mamman,
sum arbeiddi so nógv úti,
virkaði meira sum pápin í
húsinum.
Ólavur heldur ikki, at
hann og bróðirin Ingolvur
manglaðu
nakað,
sum
onnur børn høvdu ella
kundu.
- Eg haldi, at vit høvdu
júst somu møguleikar, sum
onnur børn høvdu, leggur
hann aftrat.
Hin 11. juni var Ólavur
og vitjaði mammu sína á
Glyvrum, sum hann so
mangan hevði gjørt áður,
eftir at hann var fluttur út.
- Júst hendan dagin kom
mamma mín at vísa mær, at
nú vóru húsini útgoldin.
Hon hevði stríðst nógv, og
nú var hennara lívsverk
lokið. Tríggjar dagar seinni
doyði hon, sigur Ólavur
álvarasamur, nú vit sita og
práta inni í stóra kamarinum
hjá
honum
umborð
á
Norrønu.
Tá Ólavur í 2002 gjørdist
hjálparmaður
í
maskin
rúminum umborð á gomlu
Norrønu, hevði hann ongan
tíð verið til skips áður.
- Eg hevði góðan hug til
sjógvin, og tá eg varð lið
ugur við realskúlan í 1981,
hevði eg líkasum fingið
lyfti frá reiðarínum Kenn á
Glyvrum um at sleppa við
farmaskipinum Norðlandiu.
Men tá segði mamma mín
nei. Ætlaði eg mær at sigla,
so kundi tað vera seinni. Eg
fekk tveir kostir í at velja –
antin at fara á studentaskúla
ella í læru.
Ólavur sigur, at hann slett
ikki kendi mammu sína
aftur í hesum, nú hon var
vorðin so avgjørd. Tað
plagdi ikki at vera hon.
Seinni hevur hann hugsað,
Hjálparmaður gjørdist mask