mánadagur 23. februar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 23. februar 2009
15
nøvn
Framsýning av handarbeiði,
mótashow, café og opið hús
verður á Húsarhaldsskúla
Føroya í Klaksvík týsdagin
24. februar.
Skeiðið á Húsarhaldsskúla
Føroya er við at verða lið
ugt, og í tí sambandi skipa
næmingarnir á skúlanum
fyri stórari framsýning við
tí handaliga arbeiðinum,
sum teir hava gjørt. Sum
nakað nýtt hava næmingar
nir eisini skipað fyri eini
spennandi mótasýning.
Undirvíst hevur verið í h
andarbeiðslærugreinunum:
binding, tilskering, seym
ing, patchwork, silkimáling,
brodering og føroysk bond.
Á framsýningini verður
eisini høvi hjá teimum vitj
andi at fara á cafe, fáa ein
góðan køkubita, sum næm
ingarnir hava bakað afturvið
einum góðum kaffimunni.
Sum nakað nýtt verður
opið hús, har tey vitjandi,
kanska serliga komandi
næmingar
og
foreldur
teirra, kunnu fáa meira at
vita um skúlan.
Framsýningin er opin
týsdagin 24. februar frá kl.
16.00 – 21.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
mg
Framsýning á
Húsarhaldsskúlanum
Mánadagin
23.
februar
gevur Postverk Føroya út
nýggj frímerki. Eitt smáark
við átta frímerkjum, sum
ímynda skaldsøguna hjá
Williami Heinesen, Glataðu
spælimenninir, og eitt smá
ark og tvey frímerki við heit
inum „Global Warming“.
Arkið við glataðu spæli
monnunum hevur Óli P.
teknað,
meðan
Edward
Fuglø hevur lagt útgávuna
„Global
Warming“
til
rættis.
Skaldsøgan
Glataðu
spælimenninir frá 1950, ið
er uppbygd av fýra satsum
eins og eitt tónaverk, er eitt
høvuðsverk hjá Williami
Heinesen og er týdd til
mong mál. Hon kom út á
føroyskum í 1975 í týðing
eftir Heðin Brú. Søgan fer
fram fyri og eftir aldaskiftið
1900 í einum lítlum býi, ið
minnir nógv um Havnina,
skrivar Turið Sigurðardóttir
professari m.a. í sambandi
við frímerkini um Glataðu
spælimeninar.
Bogi Hansen, havfrøðing
ur, skrivar m.a. í sambandi
við frímerkini um globalu
upphitingina:
Veðurlagið á jørðini er í
ferð við at broytast, og tað
er av mannaávum. Tað ber
ikki til at steðga heimsins
veðurlagsbroytingum í ein
um. Vit hava órógvað javn
vágina í veðurlagnum, og
tað tekur tíð at rætta hana
upp aftur. Ein bilur heldur
fram eina góða løtu aftan á,
at tú trýsti á bremsuna, og
soleiðis er eisini við veður
lagnum. Tað er neyðugt at
trýsta á bremsuna, áðrenn
vandin er heilt eyðsýndur.
Og tað ber til at bøta tær
ringastu avleiðingarnar. Fáa
vit steðgað vøkstrinum í
útláti av koldioxidi og øðr
um líknandi evnum, so
verða avleiðingarnar seinni
í hesari øldini ikki so
ógvisligar.
Virðini
á frímerkjunum
eru 6,00 og 8,00 kr.
mg
Spælimenn og globala upphitingin
Arkið við glataðu spælimonnunum hevur Óli P. Teknað
Edward Fuglø hevur lagt útgávuna „Global Warming“ til rættis
Sum nakað nýtt skipa
næmingarnir fyri eini
spennandi mótasýning