týsdagur 24. februar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 38 - 24. februar 2009
Høgni Hoydal fer at
berjast til tað síðsta
fyri at blíva reins
aður í tiltiknu lása
gøluni í Tinganesi
og hann hevur ikki
upp givið vónina um,
at tað fer at eydnast.
Hann manglar
bara undirskriftina
frá einum einasta
tinglimi úr sam
gonguni fyri at tað
skal eydnast. Men
fyri bils vil ongin
skriva undir
LásagøLan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg fari at berjast til tað
síðsta fyri at blíva reinsað-
ur.
Høgni
Hoydal
leggur
stóran dent á at verða rein s-
að ur í teirri tiltiknu og nógv
um røddu
lásagøluni
í
Tinga nesi í september.
- Tað havi eg stóran tørv
á persónliga, sigur hann.
Lásagølan elvdi til, at
Jóan nes Eidesgaard, løg-
mað ur, varpaði Tjóðveldið
úr samgonguni og líka
síðani hava tinglimir arbeitt
fyri at fáa ein óheftan kann-
ing ar stjóra til at lýsa málið
út í æsir fyri at staðfesta
ábyrgd ina.
Tað er Kári P. Højgaard,
sum hevur staðið á odda
fyri hesum arbeiðnum, men
í gjár fortaldi hann fyri
Sosiali num, at hann hevði
givið skarvin yvir, tí tað
eydn aðist ikki at fáa nakran
í samgonguni at taka undir
við, at seta kanningarstjóra.
Manglar ein
undirskrift
Høgni Hoydal er rættiliga
frustrer aður av, at tað ikki
eydn ast at fáa nakran ting-
lim úr samgonguni at taka
undir við, at ein óheftur
kann ing arstjóri
verður
settur at lýsa málið út í
æsir.
Men tað manglar ikki
nógv í, tí tað krevjast 14
undi r skriftir fyri at fáa ein
kann ing arstjóra.
Higartil
eru tað bara øll tey 13, sum
sita í andstøðuni, sum hava
skrivað undir.
Sostatt manglar undir-
skriftin frá einum einasta
ting limi úr samgonguni fyri
at hava nóg mikið, men
higar til hevur tað verið
ómøgu ligt at fáa nakran at
skriva undir.
Stríðist til tað síðsta
- Tað, sum er hent, er tað, at
Javnaðarflokkurin
hevur
bund ið restina av sam gong-
uni til at forða fyri, at kann-
ingin er sett í verk, sigur
Høgni Hoydal.
- Vit kunnu bara gita um,
hví tað er, leggur hann
aftur at.
- Men fyri mær er hetta
eitt týðiligt prógv um, at
Javnað ar flokkurin
hevur
eina vánaliga sak.
Men við Rás2 í gjár legði
hann dent á, at hann hevur
ikki givið skarvin yvir.
- Eg fari at stríðast til tað
síðsta fyri at fáa ein kann-
ing arstjóra settan, segði
Høgni Hoydal við Rás2.
Hann sigur, at her var
talan um ein løgmann, sum
sleit eina samgongu um eitt
mál, sum gjørdi okkum til
gjøldur í londunum rundan
um okkum.
Krav upp á kanning
Høgni Hoydal heldur, at tá
ið eitt so lítisvert mál, sum
hetta, kann føra til eina
stjørnar kreppu, haldi eg, at
av gjørt, at almenningurin
hev ur krav upp á eina
ó hefta
og
nágreiniliga
kann ing, sum lýsir málið út
í æsir.
Fyri hann hevur tað ser-
ligan stóran týdning, at
mál ið verður kannað, tí
hann følir seg persónliga
út hongdan.
- Hóast talan er um eitt
ógvu liga pínligt mál, verður
tað ikki pínligari av at verða
kanna, so at vit fáa sann-
leikan fram, leggur hann
afturat.
- Og fyri meg er ein kann-
ing alt annað enn pínlig.
Hann vísir á, at bæði
Jóannes Eidesgaard og Kaj
Leo Johannessen, sum tá
var
tingmaður,
boðaðu
al ment frá, at teir vildu
hava ein kanningarstjóra.
- Tað einasta, sum tað nú
snýr seg um, er at fáa teir at
halda tey lyfti, teir góvu a l-
ment, sigur Høgni Hoydal.
Hann dugir heldur ikki at
síggja, hví nakar skal hava
nakað ímóti at kanna mál-
ið.
Hann vísir á, at í Sosiali-
num í gjár vildi John
Jo hannes sen, politiskur fo r-
mað ur
javnaðarfloksins,
seta prísin fyri ein kann-
inga r stjóra
upp
ímóti
sparing unum á almann a-
øki num.
- Hetta er onki annað enn
ein vánalig umbering at
seta eina eftirlitsuppgávu,
sum
hesa,
upp
ímóti
sparing unum,
staðfestir
Høg ni Hoydal
Best og bíligast
Men fært tú ikki politiska
undirtøku
fyri
einum
kanningarstjóra, hevur tú
so nakran aðran møgu-
leika?
- Upprunaliga umhugsaði
eg bæði at klaga til fjøl-
miðla nevndina og at leggja
sak ímóti løgmanni. Men
eitt sakarmál tekur drúgva
tíð og kostar nógv og tískil
er ein kanningarstjóri besti
og bíligasti mátin at kann
málið, tí tey, sum hann kall-
ar inn til avhoyringar, hava
lógarfesta skyldu at svara
spurningunum og at svara
satt.
Og fái eg ikki ein kann-
ing ar stjóra, má eg hugsa
um støðuna, men tú fært
meg ikki at siga, at eg so
fari
at
stevna
Jóannes
Eides gaard, sigur Høgni
Hoydal.
Skifti í Danmark krevur nýval
Anders Fogh Rasmussen kann ikki fara frá og lata Lars Løkke
Rasmussern taka við uttan at spyrja veljararnar. Í einari kanning hjá
Ritzau siga 57,9 prosent, at eitt skifti í forsætismálaráðnum krevur
fólkatingsval. 33,5 prosent halda tað vera í lagi, at Lars Løkke
Rasmus sen verður forsætisráðharri, uttan at veljararnir verða spurdir
um tað. Anders Fogh Rasmussen hevur víst aftur, at eitt forsætis ráð-
harraskifti krevur fólkatingsval. Kanningin hjá Ritzau vísir annars, at
eitt fólkatingsval um forsætisráðharraskiftið hevði givið Danmark
eina aðra stjórn. 48 prosent høvdu valt eina stjórn við Helle
Thorning-Schmidt sum leiðara, meðan 38,5 prosent vildu havt eina
stjórn undir Lars Løkke Rasmussen.
Fuglakrím tekur lív
Ein 23 ára gomul kvinna í Vietnam doyði av fuglakrími í
gjár. Sostatt hevur sjúkan kravt 53 mannalív í Vietnam,
og tað er tað næstmesta nakrastaðni. Bara í Indonesia
hevur fuglakrímið kravt fleiri mannalív. Heilsu myndug-
leikarnir siga, at kvinnan doyði eftir at hava fingist við
høsn, sum hava smittuna. Tað ljóðar frá øðrum keldum í
Vietnam, at ein átta ára gomul smágenta og ein 32 ára
gamal maður liggja á einum sjúkrahúsi, har tey fáa
viðgerð fyri fuglakrím. Sambært WHO eru 254 nfólk
deyð av fuglakrími seinastu seks árini.
Høgni Hoydal vil
stríðast til tað síðsta
- Eg havi stóran persligan tørv á at verða reinsaður og tað fari eg at gera alt fyri at blíva, sigur Høgni Hoydal