Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 38 - 24. februar 2009 Í morgin fer Tór­ bjørn Jacobsen at spyrja Helenu Dam á Neystabø, um nakað hendir í Kring varps­ málinum. Serliga vil hann vita, um Kring­ varpið hevur nakr ar ætlanir um at niður­ laða lýsingarnar Kringvarp Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Nógv rok hevur verið um Kring varpið seinastu mánað ir nar. Kvirran hevur rátt í eina tíð, men nú vil Tór bjørn Jacobsen hava nøk ur ítøkilig svar frá Menta mála ráðnum. Í spurningunum vísir Tór bjørn Jacobsen á, at í á liti num til Kring varps­ lógina, skuldu ongar lýsing­ a r verða í almenna Kring­ varp inum í ár 2011. Hann vísir somuleiðis á, at nú eru bert tvey ár, til hetta evsta­ mark, og tí vil hann vita, um Kringvarpið hevur gjørt nakað ítøkiligt á hesi leið. Somuleiðis kundi hann hugs að sær at vita, hvussu hes in politiski vilji sæst aftur í roknskapinum hjá Kring varpinum. Um so er, at Helena Dam á Neystabø ikki kann vísa á nakað ítøkiligt við teimum fyrru spurningunum, so kundi Tórbjørn Jacobsen hugs að sær at vita, um Helena Dam á Neystabø hevur gjørt Kringvarpið varugt við henda sterka politis ka vilja. Seinast vil Tórbjørn Jacob sen eisini hava svar uppá, hvussu nógvan pen­ ing Kringvarpið hevur til góðar millum fólk. Samt løgting Í grundgevingunum fyri spurn ing unum vísir Tór­ bjørn Jacobsen á, at tað er var ein stórur politiskur vilji, at niðurlaða lýsingar­ part in hjá Kringvarpinum, tí tað vóru heili 26 atkvøður fyri Kringvarpslógini. ­ Nevndin er av teirri áskoð an, at fyri at kring­ varpið kann varðveita tað óheftni, sum ein public­ service stovnur eigur at hava, eigur at verða miðað ímóti, at tann bindingin, sum liggur í lýsingar inn­ tøkum frá handilslýsingum í kringvarpinum verður niður lagað í eitt 5 ára tíðar­ skeið. Samstundis ásannar nevndin, at tann figgjarligi parturin eigur at uppvigast, siterar Tórbjørn Jacobsen nevnd ina, sum sat við upp­ skotinum, at hava skrivað. Setir spurning við Kring­ varps gjaldið Tórbjørn Jacobsen vísir somu leiðis á, at Kringvarpið er einasti fjølmiðil í Før oy­ um, ið fær skattligar inn­ tøkur gjøgnum kring varps­ galdið. Hann ivast um stovn urin hevur skattin uppi bornan. ­ Legitimiteturin undir hes um skatti er public­ service hugtakið. Megnar stovn ur in ikki at lyfta ta upp gáv una, er onki grundar­ lag fyri licensgjaldinum, sigur hann. Endursendingar Tjóðveldistingmaðurin harmast eisini skránna hjá Kring varpinum. ­ Framleiðsla er at kalla ongin, nú stovnurin brillier­ ar við at endursenda lakar endur sendingar frá eldri endur sendingum upp i sam­ an aftur í prime time. Hetta á hávetri, tá ið gomlu útvarps menninir plagdu at spenna seg út, fyri at nøkta tørv in hjá lurtarunum, við nýggj ari framleiðslu, sigur Tór bjørn Jacobsen. Tobbi krevur Kring- varpsfrágreiðing Føroyingafelag í tungum sjógvi Føroyingafelagið í Århus hevur tørv á fleiri virknum limum, skal felagið ikki detta niðurfyri. Felagið, sum heldur til í Áarstovu, hevur seinastu mánaðirnar havt sera torført við at fáa endarnar at røkka saman. Felagið sigur seg hava nógvar fastar útreiðslur, og skulu mongu rokningarnar gjaldast, mugu inntøkurnar vera tilsvarandi. Felagið livir av stuðli uttanifrá, men seinastu tíðina hevur tað gingið striltið við at fáa pening til vega. Hesi, og fleiri onnur viðurskifti eru orsøkir til, at felagið nú er í stórum fíggjarligum trupulleikum. ­ Skal Áarstova halda fram sum higartil, mugu broytingar henda. Millum annað mugu fleiri av limum felagsins koma upp í Áarstovuarbeiðið, soleiðis at arbeiðsbólkar kunnu setast, og mongu uppgávurnar deilast yvir á fleiri hendur, sigur felagið, sum tí inniliga heitir á allar limir um at møta upp til ársaðalfundin, ið stendur fyri framman. Aðalfundurin verður hildin 28. februar 2009 klokkan 14 í hølum felagsins á Vestergade 48d, 8000 Århus C, og tey vóna at nógv fólk møta. Tað er tó ikki bara í samband við lýsingar­ nar, at Tórbjørn Jacobsen kundi hugsað sær nøkur svar frá Helenu Dam á Neystabø. Hann vil nevni liga eisini vita, hvør ætlanin er við tíðinda eindunum í Kring varpinum Kringvarp Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Fyri tað fyrsta, vil Tórbjørn Jacobsen vita, hvat Helena Dam á Neystabø hevur gjørt, fyri at loysa málið um tíðindaeindirnar hjá Kring varpinum. Hann vil hava at vita, hvussu lands­ stýris kvinnan tulkar lógina, um f ramt, at hann vil hava at vita, um tað verða tvær tíðindadeildir, ella um tað heldur fram at vera ein. Harnæst vil Tórbjørn Jacob sen fegin vita, um støðan í Kringvarpinum í dag er ein avleiðing av vána ligum samskifti millum Menta málaráðið og Kring­ varpið. Til seinast vil hann eisini vita, hvussu langt arbeiðið við at gera ein public service sáttmála er komið, og nær hann verður lagdur fyri Tingið. Fjølmiðlasemjan Í viðmerkingunum til spurn ing arnar vísir Tórbjørn Jacob sen aftur til fjølmiðla­ semjuna, har stórur dentur varð lagdur á, at tvær ymiskar tíðindaeindir skuldu vera framyvir, fyri at verja integritetin hjá stovn inum, umframt at syrgja fyri, at margfeldni helt fram at vera í tíðinda­ flutninginum. ­ Hildið varð, at hesar einastu redaktiónirnar, ið ikki kundu ákærast fyri at renna ørindi fyri m.a. handil s lig, politisk og átrúnaðar lig áhugamál, á henda hátt skuldu verjast fyri monopolisering av tíðindas treyminum, sigur Tór bjørn Jacobsen. Harmast skilið Tað, sum Tórbjørn Jacobsen heldur vera so øgiliga harmi­ ligt í hesum málið, er, at onnur enn tey, ið hava skrivað lógirnar fara at tulka tær øðrvísi, enn tær vóru ætlaðar. ­ Tað tilkemur ikki til­ vildar ligum løgfrøðingum, lands stýrisfólkum, kring­ varps stýri ella stovninum sjálv um, at tulka kring varps­ lógina øðrvísi enn hon varð samtykt, sigur hann. Hann vil somuleiðis vita, um Helena Dam á Neystabø ætlar at lata standa til, nú semj an eftir hansara tykki er brotin, samstundis, sum hetta er beinleiðis ímóti Ting sins vilja, sambært Tor birni Jacobsen. Hann vísir somuleiðis á, at hetta mál hevur verið fyri fyrr í tingsetuni, og at tá komu boð, at málið skuldi loysast beinanvegin. Hetta dug ir Tórbjørn Jacobsen ikki at síggja. Tíðindadeildin eisini fyri skotum Enn er bara ein tíðindaleiðari í Kringvarpinum. Tóbjørn Jacobsen vil vita, hvussu leingi hetta skal halda fram Tórbjørn Jacobsen vil fegin hava greiðu á, hvat Mentamálaráðið ætlar at gera við Kringvarpið