týsdagur 24. februar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 38 - 24. februar 2009
Teir førleikar, komandi leiðari skal hava,
eru:
. Fakliga og menniskjaliga stinnur
. Skal kunna tola turbulentar umstøður
. Hava myndugleika
. Rúmligur
. Hava góðar fyrisitingarligar førleikar í
orði, talu og verki.
Søkt verður eftir virkisfúsum persóni við
viðkomandi útbúgving, so sum sálar-
frøðingi, pedagogi, sosialráðgeva ella
líknandi. Umsitingarligar royndir er ein
fyrimunur. Ein av uppgávunum verður at
fáa bygnaðarbroytingar á økinum førdar út
í lívið. Hetta arbeiðið verður gjørt í tøttum
samstarvi við stjóran á Almannastovuni
og starvsfólkunum á stovninum.
Starvið verður lønt sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag, um tað fevnir um sáttmála-
økið hjá Almannastovuni.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær
til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra, á
tel. 215480, ella 346421.
Skrivlig umsókn saman við prógvi o.ø.
skal vera Almannastovuni í hendi í sein-
asta lagi fríggjadagin 10. mars 2009.
Umsóknin skal sendast til: Almanna-
stovan, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096,
110 Tórshavn. Vinarliga viðmerk á bræv-
bjálvan: Leiðari til ”Nýggjur stovnur fyri
børn og ung”.
Søkt verður eftir leiðara til nýggjan bú-
stovn fyri børn og ung, sum er bústovnur
í Tórshavn normeraður til 8 børn/ung.
Stovnurin varðar av børnum og ungum
við sosialum, kensluligum, sálarligum
ella øðrum trupulleikum og forðingum.
Talan er um børn og ung, sum eru sera
illa fyri.
Endamálið við stovninum er at geva
børnunum og teimum ungu umsorgan og
mennandi umstøður, so tey í framtíðini
við treysti megna at taka ábyrgd av
egnum lívi.
Arbeiðsplássið hjá leiðaranum verður á
nýggja stovninum. Viðkomandi skal hava
ta dagligu ábyrgdina av ”Bústovninum
fyri
børn
og
ung”.
Harumframt
er
arbeiðsøkið hjá leiðaranum samstarv við
aðrar líknandi stovnar.
Tilvísing hjá leiðaranum verður til stjóran
á Almannastovuni
Tað er av stórum týdningi, at hesin stovn-
ur alla tíðina skipar seg í mun til tørvin av
stovnstilboðum til børn og ung. Stovnurin
skal samstundis vera við til at menna
tilboðini til børnini/tey ungu, so tey eru
nøktandi, hóskandi og dagførd í mun til
tann tørv, ið kann stinga seg upp.
almannastovan@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo
......................
K R E A
LEIÐARI
TIL NÝGGJAN
BÚSTOVN FYRI
BØRN OG UNG
Vit kunnu bjóða tær eitt
spennandi starv við
nógvum og fjølbroyttum
avbjóðingum, umframt
møguleika fyri
persónligari og
fakligari menning
undir Krákugjógv 19 · Tórshavn · tel 34 54 00 · fax 34 54 03
Okkum vantar bilar
Vegna øktan eftirspurning
uppá brúktar bilar í prísleguni
upp til kr. 50.000,- vantar
okkum bilar frá kr. 5.000,-
til 50.000,-
Vit hava góðar og lítið
brúktar bilar at bjóða
tykkum ístaðin.
Úrvalið er stórt
og vit bjóða góða
fígging.
Støkk inn á gólvið og lat okkum fáa eitt bilprát.
K R E A
Jassur
hvørt týskvøld kl. 21