Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 38 - 24. februar 2009 Børn doyðu av skriðdýraeituri Tvey donsk børn, ein tvey ára gamal drongur og ein seks ára gomul genta, doyðu í saudiarabiska býnum Jeddah í gjár. Blaðið Arab News skrivar, at børnini vóru eitrað av einum evni, sum verður brúkt til at drepa skriðdjór við. Mamman var eisini vorðin eitrað, men slapp við lívinum. Danski sendiharrin í Saudiarabia, hans Klingenberg, váttaði í morgun tíðindini fyri kringvarpinum DR. Arab News skrivar, at tað danska húskið hevði verið uttanlands og hevði biðið eina fyritøku ruddað húsini fyri kakerlakkar. Tað hevði fyritøkan gjørt við einum eiturevni, sum letur gass eftir sær, skrivar blaðið. Fongsulsstjóri fer frá Stjórin í trygdarfongslinum í Athen segði seg úr starvi í gjár. Hann hevur verið fyri hvøssum atfinningum, tí tað eydnaðist tveimum fangum at flýggja við einari trylu um vikuskiftið. Grikski løgmálaráðharrin kunngjørdi seinni, at umsóknin hjá stjóranum at sleppa frá var góð­ tikin. Tað hevur vakt stóran ans, at tað í besta Holly­ wood­stíli skuldi eydnast einari tyrlu at lora ein enda niður til teir báðar fangarnar, sum so kundu lesa seg upp eftir honum. Fjølmiðlarnir siga, at vaktarmenninir í fongslinum skutu eftir tyrluni, men uttan úrslit. Um Strongd Tak strongd í álvara Sambært WHO er strongd nærum stórsta hóttanin móti fólkaheilsuni í vesturheimi- num. Næstan øll kenna kensluna av strongd Tú kanst føla strongd tá tú hevur nógv at gera, bæði á arbeiðinum og heima. Kanska verður tú full/ur av energi og følir teg væl. Tað er tann jaligi parturin av strongd. Tann neiligi parturin av strongd og tann ið varar longri, er tá tær væntar kontrol og ávirkan á tína egnu støðu. Tú verður simpulthen tappa/ur fyri orku. Hetta er strongd, sum tú skalt royna at sleppa undan, tí hetta er beinleiðis skaðiligt fyri heilsuna. Strongdin økist, tá kreppa rakar Tá vit dagliga hoyra at fyritøkur siga fólki úr starvi og aðrar fara á heysin, økist strongdin hjá flestu fólkum. Vit gerast ørkymlaði og ótrygg um framtíðina. Evni á degnum Hvat er strongd - Munurin á at hava nógv at gera og strongd - Jaligar og neiligar síður av strongd - At gerast varug/ur við egna strongd - Góð og virkin amboð fyri strongd - At síggja strongd hjá øðrum - Hví gerast vit alt meira strongd - Ongantíð aftur ov lítið av tíð! - At gerast ”heil menniskju” - Uppbyg- gjandi loysnir til egnar strongdartrupul- leikar Ger okkurt við strongdina Kom á skeið við Bjarna Toftegård, ein av fremstu skeiðshaldarum innan strongd í Danmark. Tú fært nøkur virkin amboð, sum tú kanst brúka, tá tú kemur aftur til arbeiðis. Tilmelding á www.synergi.fo Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - synergi@synergi.fo - tel. 32BELL (322355) Skeið 2. mars 2009 NÝTT Nýtt teoriskeið Teoriundirvísing til lastbil, trailara og buss byrjar mikudagin 4. mars kl. 18.00 T e l 5 7 3 9 4 0 · j h 5 0 5 @ k a l l n e T. f o Hammers KoyrisKúli Umboð fyri MEST hava, saman við Faroe Agency, verið í Russlandi og marknaðarført sínar tænastur. – Vit fingu væl meira burtuúr, enn vit væntaðu, sigur Hans Jacob Poulsen, keyps- og søluleiðari Marknaðarføring Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Hjá MEST verður nógv gjørt burturúr at marknaðar­ føra tænastur, sum teir kunnu bjóða til skipavinn­ una. Seinasta stigi, teir hava tikið fyri at marknaðarføra seg, er, at teir hava verið í Murmansk í Russlandi og fundast við reiðaríir og reið­ arafeløg. Hetta hevur eydn­ ast sera væl, og teir eru væl nøgdir, nú teir eru komnir aftur til landið. ­ Vit høvdu frammanundan avtalu við umboð fyri nøkur reiðaríir, men vit fingu so eisini Faroe Agency á banan, og hetta gjørdi at vit komu í samband við eini 10­12 reiðarí, umframt tvey reið­ arafeløg og umboð fyri myndugleikar. Hetta hevur givið okkum nógv fleiri kon­ taktir í russiska flotanum, greiðir Hans Jacob Poulsen frá. Endamálið við ferðini var fyrst og fremst at koma í beinleiðis samband við kundarnar hjá MEST, so­ leiðis at teir harvið kunnu spara millumliðið burtur, og harumframt at skapa nýggjar kontaktir. ­ Vit hava verið í bein­ leiðis sambandi við teir, sum taka avgerðirnar, tá skip skulu umvælast, í dokk ella keypa aðrar tænastur, og hetta er tann besti mátin at gera tað uppá, sigur Hans Jacob Poulsen. Fokusera upp á møguleikarnar Tað vóru sera jaligir fundir, umboðini fyri MEST og Faroe Agency høvdu í Russ­ landi. Hans Jacob Poulsen heldur tað vera umráandi, at vit fokusera upp á tað, vit duga, og at vit gloyma forð­ ingarnar. ­ Vit møttu stórari vælvild, og fingu nógv meri burturúr, enn vit væntaðu. Tað er eing­ in loyna, at vit kundu gjarna havt meira at gjørt á skipa­ smiðjunum. Føroyingar eru dugnaligir handverkarar, og vit royna at marknaðarføra hetta handverkið til russar, sum jú hava fleiri skip á hes­ um leiðum, og nú vita teir nógv meira um, hvørjar tæna­ stur vit kunnu bjóða teimum í Føroyum. Vit duga hetta handverkið, og tí kunnu vit vísa teimum á hvørjir møgu­ leikar liggja í Føroyum og hjá okkum, sigur Hans Jacob Poulsen, keyps­ og søluleiðari á MEST. MEST í Russlandi eftir kundum Við at koma í beinleiðis samband við kundan, vóna teir á MEST at teir framyvir kunnu fáa fleiri russisk skip at keypa tænastur frá teimum. – Vit hava skapt nýggjar kontaktir, og verið í beinleiðis sambandi við teir, sum taka avgerðirnar, sigur Hans Jacob Poulsen, keyps- og søluleiðari á MEST