týsdagur 24. februar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 38 - 24. februar 2009
Í morgin letur hand
ilin Brotið upp aftur
eftir umvæling og
útbygging, ið hevur
tikið um ein mánaða.
Fermetratalið er økt
við 80 upp í 540 fer
metrar, og handilin
verður nú ein av
teimum snøggastu í
landinum
ÚTBYGGING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
myndir: Álvur Haraldsen
Matvøruhandilin, Brotið, í
Runavík hevur verið aftur
latin nú í fýra vikur. Hesa
tíðina
er
ein
út
og
umbygging farin fram.
Samstundis sum fermetra
talið er økt úr 460 upp í
540, er eisini loftið innrætt
að við kantinu, skrivstovu
og WC’um, og tað økir so
aftur um rúmdina í sjálvum
handlinum.
Samstundis sum handilin
nú letur upp í snotiligum og
rúmligari hølum, verður eis
ini vøruúrvalið økt munandi.
Nú fer ongum at nýtast
at koyra til Havnar at fáa
hendur á servørum. Tá vit
lata upp aftur í morgin verð
ur úrvalið munandi størri
og so at siga á hædd við
tað, sum Miklagarður hev
ur, sigur Elin á Torkils
heyggi, leiðari í Brotinum í
Runavík.
Leiðarin sigur, at stand
ardurin í nýggja handlinum
verður ógvuliga høgur, og at
tey fara at leggja seg eftir at
veita tænastu á hægsta stigi.
Eitt nú fara vit sum ein
av heilt fáu handlunum at
fylla vøruna í beriposar fyri
kundarnar fríggjadagar og
leygardagar, sigur Elin á
Torkilsheyggi.
Tey fara serliga at leggja
seg eftir at hava eitt stórt
úrval í frukt og grønt,
umframt í kjøtvørum.
Tey eru 12 fólk knýtt at
handlinum, men vanliga
arbeiða seks fólk ísenn.
Vit arbeiða vanliga fýra
fólk fullan dag, og so skift
ast hini at arbeiða í vaktum,
sigur Elin á Torkilsheyggi.
Skal verða klárt
Tá vit vitjaðu í Brotinum í
gjár, vóru handverkarar í
stórum tali framvegis í
handlinum, umframt hópin
av fólki, sum settu vørur á
hillarnar.
Vit hava fingið hjálp frá
Bónus handlunum kring
landið og frá fólki úr Mikla
garði í Havn eins væl og úr
Mylnuni. Eisini hava fólk
frá heilsølunum hjálpt okk
um við at stilla vørur út,
sigur Elin á Torkilsheyggi.
Tey hava lagt doyðin á at
blíva liðug til upplatingina
mikudagin, og tað merkir
langir dagar.
Vit arbeiddu til klokkan
trý í nátt, og møttu aftur
klokkan átta, so tað hevur
ikki verið nógvur svøvnur.
Og tað verður tað nokk
heldur ikki fyrr enn um
vikuskiftið, sigur Elin á
Torkilsheyggi.
So sjálvt um tað sá eitt
sindur óliðugt út í gjár, so
ivast Elin á Torkilsheyggi
ikki í, at alt verður klárt, tá
mikumorgunin kemur.
Umstøðurnar verð mun
andi betri, nú vit lata upp
aftur. Bæði fyri okkum
starvsfólk og serliga fyri
kundarnar, nú handilin verð
ur nógv rúmligari og hevur
nógv størri úrval, sigur Elin
á Torgilsheyggi.
Tey ætlaðu, sum omanfyri
nevnt, eins og fleiri av hin
um stóru handlunum, eisini
at hava fríska frukt tvær
ferðir um vikuna, men nú
ljóðar, at Faroe Ship fer at
leggja rutuna um, so frukt
bert verður flutt til landið
einaferð um vikuna.
Sum eina tænastu aftrat
koyra tey vørur út til kundar,
bæði stovnar og privat, mána
dag, mikudag og fríggjadag.
Tað er Hans Jákup Han
sen, sum eigur bygningin,
har Brotið leigar, og tað er
Niels Mortensen, stjóri í
Miklagarði,
sum
eigur
Brotið.
Brotið ein av snotiligastu í Føroyum
Elin á Torkilsheyggi er leiðari í Brotinum í
Runavík, sum letur upp aftur í morgin við
munandi størri úrvali enn framman undan um-
og útbyggingina
Tað verður arbeitt undir hátrýsti bæði í gjár og í allan dag fyri at fáa alt upp á pláss til stóra
dagin í morgin. Tey hava fingið hjálp frá fólki úr Bónus-handlunum kring landið, umframt
Miklagarði og Mylnuni fyri at verða til reiðar til upplatingina
Russland heldur eyga
við Arktis
Russland fer ikki at sita hendur í favn, um onnur lond
fara at brúka økið kring Norðpólin til hernaðarmál.
Nikolaj Makarov, generalur, sum er ovasti fyri russisku
herleiðsluni, sigur, at Russland heldur eitt vakið eyga við
øllum virksemi í Arktis, sum kann hava hernaðarlig
endamál. NATO kom í januar við einum uppskoti um, at
samgongan og Russland eiga at skipa fyri felags
granskingar og bjargingarvenjingum í tí arktiska økinum.
Leggja teppi á ísin
Í summar fara amerikonsk vísindafólk at leggja eitt stórt
teppi oman á ein jøkul í Grønlandi. Hugskotið er frá
granskarum á lærda háskúlanum í statinum Ohio. Teir
ætla at breiða eitt umleið 10.000 fermetrar stórt teppi
oman á ísin einar 90 kilometrar eystan fyri
Kangerlussuaq. Sambært teimum amerikonsku
granskarunum skap teppið forða fyri, at ísurin ornar av
sólini og tí ikki bráðnar. Teppið, sum er úr evninum
polypropylen, verður longu brúkt til at verja fleiri av
teimum kendu skíðplássunum í Alpunum.