Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-23, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2009síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 23. februar 2009 35 23. – 28. feb. 2009 Bakaríið hjá Jórun 23. – 28. feb. 2009 · Kl. 11.30 – 13.30 Hjá Jórun verður annarleiðis og spennandi matskrá hvønn dag alla torravikuna. Tú kanst velja millum fiska- og kjøtrættir. Eisini verður ein heilt serlig fiska- og kjøtbuffét leygardagin 28. feb. 2009. - Sí matskránna í blaðnum http://www.jorun.fo Fiskimið í Norðoyggjum. Norðoya Fornminnasavn týsdagin 24. til fríggjadagin 27. feb. kl. 17.00 - 19.00 Sýnir fram partar av søguligum tilfari um fiskimið í Norðoyggjum. Hvat er savnað og útgivið, og eisini verða útróðrarleiðirnar vístar á korti. Framsýningin er opin frá týsdegnum 24. til fríggjadagin 27. februar kl. 17.00 - 19.00 Á flot við teldu Á Klaksvíkar Bókasavni týsdagin 24. feb. 2009 kl. 19.30 Knud Simonsen, havfrøðingur, náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetur Føroya. Streymkort frá teldusimuleringum, fiskimiðasøvn og bátakunnleiki eru savnað í eina telduskipan, sum er ætlað at verða hent kunning hjá teimum, ið dáma at fara á flot av og á. Men eisini útróðrarmenn hava sýnt skipanini áhuga. Grundarlagið undir skipanini er frá áralongum virksemi á Fróðskaparsetrinum og á Fiskirannsóknarstovuni, sum er runnið saman við stóra bátaáhuganum hjá nøkrum einstaklingum og virkjum. Í framløguni verður greitt frá grundarlagnum undir nýggju HÚK-skipanini, og hvussu hon virkar. Virðisøkt veiða og vinningur Á Klaksvíkar Bókasavni mikudagin 25. feb. 2009 kl. 19.30 dr. Hóraldur Joensen, granskingarleiðari á Fróðskaparsetur Føroya Føroyar eru í stóran mun rávøruframleiðari. Lítið og einki verður gjørt fyri at virðisøkja føðitilfeingið, sum fæst úr havinum. Á henda hátt er Føroyaland líkt einum u-landi. Fleiri ymiskar vitanartungar fyritøkur, sum framleiða marinar hávirðisúrdráttir, kundu verðið settar á stovn, høvdu vit eitt vælvirkandi universitet við miðvísari matvørugransking. Grind sum mannaføði? Á Klaksvíkar Bókasavni hósdagin 26. feb. 2009 kl. 19.30 Pál Weihe, yvirlækni á deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Nøgdin av dálkingarevnum í føroyingum er stór í alheimshøpi. Seinastu kanningarnar sýna tó, at kvinnur, ið eru við barn eta munandi minni av grind og spiki, enn áður. Av hesum er kyksilvurmongdin í blóðinum hjá barnakonum minkað. Men mongdin av PCB er óbroytt, helst av tí at PCB verður brotið niður so spakuliga. Vit í Føroyum eiga bert lítlan lut í teirri dálking, sum er farin fram av høvunum, men hon er komin á okkum uttanifrá. Við teimum seinastu granskingarúrslitunum í huga, mæla landslæknin og Pál Weihe nú frá at eta grind og spik. http://www.kb.fo Húsið Fríggjadagin 27. feb. 2009 kl. 13.00 - 22.00 Torradagur í Húsinum – Húsið fyllir 3 ár Kl. 13.00 – 17.00 Opið hús – nógv spennandi á skránni TNT og Rógvi Jacobsen Band framføra Kl. 17.30 – 22.00 verður grýludiskotek fyri børnum 3. – 7. flokki. Vinningur latin til vakrastu grýlu. http://www.husid.fo Fiskimið í Norðoyggjum. Norðoya Fornminnasavn fríggjadagin 27. feb. kl. 17.00 - 19.00 Sýnir fram partar av søguligum tilfari um fiskimið í Norðoyggjum. Hvat er savnað og útgivið, og eisini verða útróðrarleiðirnar vístar á korti. Framsýningin er opin frá týsdegnum 24. til fríggjadagin 27. februar kl. 17.00 - 19.00 Svimjihøllin Fríggjadagin 27. feb. 2009 kl. 19.00 Kajak-vending Annars er svimjihøllin opin: kl. 15.00 - 20.00 Torra-svimjing Svimjihøllin Leygardagin 28. feb. 2009 kl. 10.00 – 17.00 Heitari vatn, kaffi, køkur, undirhald við tónleiki og spølum. Tað altíð spennandi vatnlandið við 44 m langari øku er opið. Hita- og heilsuklivar eru eisini opnir. Ein stórur og annarleiðis dagur fyri alla familjuna http://www.svim.fo Matiné Christianskirkjan Leygardagin 28. feb. 2009 kl. 11.00 Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð orgul og Monika Stauss Joensen violin Á skránni verður Haendel sonata, Meditation av Massenet, Fantasie av Telemann og fleiri. Torra-Heilsurenning - Klaksvík - ein Heilsubýur Klaksvíksvegur – niðanfyri Klaksvíkar Sjúkrahús Leygardagin 28. feb. 2009 kl. 13.00 Gunvá við Keldu, borgarstjóri setur renniningina í gongd Teinurin er 4,1 km. Talan er um heilsurenning, og tí er ikki neyðugt við tilmelding. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. renna og/ella ganga. Rutan gongur úteftir Klakvíks­ vegnum, Stoksoyra­vegnum, síðani heim eftir Torvgøtu niðan til Víkavegin, eftir Víka­vegnum, Vágs­heygs­gøtu til Fosságøtu, har snarað verður oman til Upp­sala­gøtu, síðani oman í Vágstún og so út eftir Klaksvíksvegnum út til Sjúkrahúsið, har málið er. Vegirnir verða ikki avsperraðir, og tí verður heitt á luttakararnar um at vísa stórt varsemi, meðan runnið/gingið verður. Gott hevði verið, um luttakararnir vóru í gulum vesti. http://www.treysti.fo Alla hesa vikuna frá 23. Til 28. Februar verða árliga tiltakið “Torra­ dagar” hildið í Klaks­vík, har skipað verður fyri ymiskum til­tøkum Torradagar Jan Müller jan@sosialurin.fo Í hesu viku leggja klaks­víking­ar enn eina­ferð til brots og seta dag­ skrán­na á sín sermerkta og fólksliga hátt. Hesa­ferð verður til­takið “Torra­dagar” hildið í Klaks­vík alla vikuna við hóp­in av spennandi og áhug­a­verdum tiltøkum frá morgni til kvølds. Torri stavar frá tí gom­lu tíðar­ rokningini, har hetta var navnið á mánaði, sum byrjaði fyrstu tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendr­ing. Mánaðirnir vórðu kall­að­ir jóla, torri, góa o.s.fr. Torri verður sett í sam­band við tvør­ra, við merk­ing­ ini “minka”. Her verð­ur hugsað um, at mán­in er í minking (hvørv­ andi sól), ella at vet­ur­in er farin at halla ella min­ka. Tá ið tað hev­ur ver­ið sett í sam­band við turrur, hevur m.a. verið hugsað um veðr­ið ta tíðina á árinum. Gongur fram móti ljósari tíð­um! Útróðrarmenninir tosa um torrafisk í hesum døg­um – tí fiskurin kemur longur inn á grunn­in at gýta. Hesa tíð­ina er fiskurin væl fyri og hevur rogn. Í torra­tíðini varð etin annar­ leiðis til­gjørdur fiskur, sum varð fylt­ur á serligan hátt m.a. við rogni og liv­ur. Tá ið Klaksvík er fiski­vinnu­ høvuðsstaður Før­oya og annars er nógv knýttur at fiskivinnuni – sam­ stundis sum torra­tíðin á landi er friðar­lig og tom eftir stóru jóla­ halguna, varð hildið, at tað hevði verið áhugavert at gjørt nakað serligt burtur­úr hesum tíðarskeiði, so sum tað varð gjørt fyrr og so, sum teir enn gera nógv burtur­úr í Íslandi. Ætlanin er at nýta vikuna 23. – 28. februar 2009, har skip­að verður fyri ymiskum til­tøkum í Klaksvík. Fyri­lestrar um torra, torrafisk og torra­hald. Um fiskivinnu og siðir á sjónum. Eisini er æt­lanin at skipa fyri fyri­lestrum um fiskivinnuna í dag og fáa serfrøðingar frá Fiski­ ran­sóknarstovuni at greiða frá fiskivinnuni, sæð frá teirra eygum.