mánadagur 23. februar 2009síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 37 - 23. februar 2009
Harðskapur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Fyri kvinnur hevur tað nógv
størri avleiðingar at fáa
bank frá sjeikinum, enn at
vera fyri øðrum harskapi,
vísir ein nýggj kanning
Kvinnur í aldrinum 16-24
ár, sum eru fyri harðskapi
frá sjeikinum, fáa nógv
oftari álvarsligar skaðar,
enn aðrar kvinnur. Hetta
vísir ein nýggj kanning
frá Statens Institut for
Folkesundhed. Hetta
er bæði galdandi, tá
samanborið verður við
kvinnur, sum eru fyri
øðrum harðskapi og
kvinnur, sum ongantíð hava
verið fyri harðskapi, sigur
danska kringvarpið DR.
Kvinnurnar, sum verða
bukaðar av sjeikinum,
eru oftari keddar og
deprimeraðar, hava oftari
høvuðpínu, ilt í maganum
og fáa ikki sovið. Eisini
brúka tær munandi meira
av sissandi heilivági, og
tær royna oftari at taka seg
sjálvar av døgum.
Fólkini handan kanningina
hava onki greitt svar upp
á, hví hetta er so. Men
tey hava kortini gjørt sær
nakrar tankar um orsøkirnar.
- Enn vita vit ikki fyri
vist, hví harðskapur frá
sjeikinum er verri enn annar
harðskapur, sigur Nina
Maria Schütt, sum hevur
gjørt kanningina.
Men hon roknar við, at
ein orsøk er tað persónliga
sambandið millum
partarnar í einum parlagi.
Her vísir hon á, at tað er eitt
sera álvarligt álitisbrot, tá
hann, sum kvinnan elskar,
brádliga fer yvir um mark
og fremur harðskap. Men
tað kann eisini vera, at
tað er ein serlig typa av
kvinnum, sum fáa sær ein
harðligan sjeik, heldur hon.
- Tað kann vera, at gentur,
sum finna sær ein harðligan
sjeik, sum heild hava tað
ringari enn aðrar. Ella er tað
ein kombinatión, sigur Nina
Maria Schütt, sum eisini
vísir á, at bert ein fjórðingur
av teimum kannaðu høvdu
leitað sær hjálp frá vinum,
familju ella myndugleikum.
Ringast at fáa bank frá sjeikinum
Í næstum verður skipað fyri
einum Leiklistarskúla, har
til ber at fáa undirvísing í
leiklist, leikstjórn, at skriva
til pall og scenografi.
Hóast tað ikki er møguligt
at læra til sjónleikara í
Føroyum, so ber til at taka
fyrstu stigini her.
MáF, Meginfelag
áhugaleikara Føroya, skipar
í næstum fyri einum skeiði
í leiklist, leikstjórn, at skriva
til pall og scenografi.
Hesin skúlin sá fyrstu
ferð dagsins ljós í farna
árið, og undirtøkan hevur
verið so mikið góð, at MáF
enn einaferð fer bjóðar
undirvísingina fram.
Lærararnar, sum
undirvísa á skúlanum, eru
vælroyndur og kendir innan
sjónleikaheimin.
Tann, sum fer at undirvísa
í scenografi, var millum
annað við í filminum Jeg er
Dina, umframt at hon hevur
staði fyri scenografinum
í ymsum stórum
Evropeiskum leikum.
- Hetta er eitt skeið við
fýra ymsum greinum,
og millum annað kunnu
fólk, sum ynskja at verða
sjónleikarar, verða við
í undirvísingini. Hetta
er eitt gott høvi at byrja
sína karrieru, og nógvir
av teimum amatørunum,
sum byrja hjá MáF, koma
seinni víðari innan fakið og
enda sum professionellir
sjónleikarar, siga fyrireikarar
av skeiðinum.
Pláss verður fyri umleið
30 næmingum, sum búgva
á Føroya Fólkaháskúla
teir fýra dagarnir skeiði
verður. Næmingarnir fáa
skeiðsváttan, umframt
møguleika at halda fram við
lestrinum í 2010.
Fyrstu stigini kunnu takast í Føroyum
Hvør hevur størsta talentið
í danska kongaríkinum ?
Tað fara Talent dómararnir
at avgera í næstum.
Talent 2009 fer av bak-
kastokki í næstum, og aftur
í ár verður undankappingin
í SMS í Havn.
- Tað er einki mark fyri
hvør kann luttaka og ikki.
Hevur onkur eitt hvørt
talent, sum viðkomandi
heldur er áhugavert og
øðrvísi, so er møguleiki fyri
at vísa síni kynstur í undan-
kappingini, sigur Karis við
Brúgv, fyriskipari í SMS.
Talent er ein sjónvarps-
røð, ið kring heimin hevur
fingið stóra undirtøku, og
nú byrjar sjónarvarpsrøðin
aftur í Danmark. Í heyst fer
DR at finna størsta talenti
í danska kongaríkinum, og
verður kappingin býtt yvir
12 fríggjakvøld.
Vinnararnir frá Talent
2008, Robotdreingirnir,
hava veruliga sett síni spor
í Danmark, og seinasta tíðin
hjá teimum er farin við at
framføra kring alt landið.
Vit minnast allarhelst øll
føroyska Ragnar Finnsson,
ið var við í Talent 2008.
Hóast hann ikki gjørdist
vinnari av kappingini, so
er hann vorðin heldur
væl kendur, og í Føroyum
er eftirspurningurin eftir
Ragnari stórur.
Nú verður sostatt aftur
møguleiki hjá áhugaðum,
at royna seg framman fyri
Talent dómarunum, og
verður tað í SMS 14. mars
frá 14.00 – 16.00.
Talent 2009 av bakkastokki