Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 - 24. februar 2009 13 Tað er so sera einfalt, tá landskassin ikki hevur pen­ ing nokk til at húsast við, so er einasta loysn at skera niður í teimum al mennu tænastum og teim um almennu íløgunum tíverri. Ì 2002 bleiv blokkurin skerdur við 365 mill. Krónum um árið, og tað var Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin, Mið flokk­ urin og Sjálvstýris flokk­ urin, sum stóðu á odda fyri hesari vanlukku. Tað er ótrúligt at hoyra veljarnar hjá hesum somu flokkum grenja um, hví hetta og hatta skal sparast vekk í hesum tíðum. Ì Suð­ uroynni minkar fólka talið, tí har er ov lítið arbeiði. Ì norðoyggjum er støðan ikki góð, nú ar beiðsplássini fækka, og sama skil er í øllum landinum ­ tað manglar peningur­ Eldraøki er í sorli. Fólk sleppa ikki á ellis­ og røktar­ heim, tí einki pláss er fyri teimum, og pening ur er ikki til, so at byggjast kunnu nýggj ellis­ og røktarheim. Heilsuverkið má eisini spara, tí har mangla eisini pengar. Ja, eg kann blíva við, men lat fara. Eg skilji ikki, at fólk, sum hava valt hesar nevndu flokkar, grenja um, hví ymisku økinia ikki verður raðfest øðrvísi, men tað er nú soleiðis, at øll raðfesta ikki eins. Tíverri valdu tey flestu fólkini, at blokkurin skuldi skerast niður, tí er støðan sum hon er, og tað gongur út yvir okkum øll, eisini tey, íð ynsktu at varveita blokkin sum hann var. Fólk spyrja: ”Hví skal sparast her og har” Sambandsmaður Høgni Mikkelsen Týsdagin tann 17. februar í ár hevði Dimmalætting á sjálvari forsíðuni eina rúgvismikla grein um eina hálvføroyska danska kvinnu, sum úttalar seg ógvuliga positivt um før­ oyskar skóleistar, og hvat teir hava havt at týða fyri hennara lívsleið! Og ikki nóg mikið við tað – nei, tað verður víst til eina útdýpandi grein inni í blaðnum, har man í einum kronikki uppá samfullar tvær síður meira eksakt fær illustrerað tann lívstýðandi týdningin av fløvandi føroyskum skóleistum. Hetta er sjálvandi ikki heilt óinteressant, men eiga slíkir tankar at vera for­ síðu­tíðindi í einum seri øs­ um føroyskum blaði. Er hetta relevant forsíðu­ tilfar? Vit mugu gera okkum greitt, at hetta er um somu tíð sum lemjandi fíggjar­ ligar sparingar verða debatteraðar dagliga á løgtingi. Hetta er eisini um somu tíð sum útlendsk bløð hvønn dag eru á trem­ ur um álvarsom og skelk­ andi fíggjar­tíðindi úr allari verðini. Hetta er harafturat um tað mundið, tá ið europ­ eiskir journa listar eru farn­ ir at skriva sera kritiskt um kríggið í Afghanistan, sum Vestur heimsins herdeildir kanska koma at tapa! Átti slíkt tilfar ikki altíð at ver­ ið prioriterað langt framum skóleistar sum forsíðu­ tíðindi? Tað er at halda lesaran fyri tað turra spott, tá ið man noyðir hann til at halda slík anti­tíðindi vera forsíðu­relevant! Kvinnan firnast abstinensir Og so er tað sjálvur kron­ ikk urin: Ja, har fáa vit m.a. at vita, at tann hálv før oy­ ska kvinnan, sum er kend­ ur danskur sjónleikari næst­ an er blivin ”avhang ig” av føroyskum skóleist um, sum ommusystir henn ara hevur sent henni í áravís! Her kann málið gerast ógvuliga álvarsamt, tí ein­ hvør avhangigheit kann jú, sum kunnugt skapa hættis­ ligar abstinensir. Hvussu tann hálvføroyska kvinnan klárar seg, tá ið skóleista­ rnir eru uppslitnir, og tann føroyska ommusystirin ikki hevur sent nýggja forsýning, ja, tað fáa vit púra einki at vita um frá tí annars serdeilis grundiga kronikørinum. Í tí hendingaringa geingi, vit hava beint nú, tá ið hálkan og kavin gera um seg í øllum Kjøpinhavn, er tað ótrúligt, at dimmumenn ikki fáa fortalt skóleista­ kvinnuni um, hvussu væl føroyingar hava dugað at lofta sær í hálku við at smoyggja skóleistar uttaná skógvarnar sum skølingar. Her hava okkara beskednu dimmumenn gingið í alt for smáum skóm. Tí skøl­ ing ar eru allarhelst eitt føroyskt uppfinnilsi! Men hetta kann kannast og gran­ skast, eitt nú á Setrinum! Fyri nøkrum fáum árum síðani vóru menn frá ”Degi & viku” suðuri í Trongis­ vági og interviewaðu ein traðarmann við eini tví­ lembu, sum vist hevði tvílembt fyri aðru ferð sama árið. Tvílemban slapp at jarma einar tvær ferðir í mikrofonina aftur­ við tí sindrinum, sum traðarmaðurin visti at siga. Tá trúðu vit ikki, at før­ oysk tíðindasending kundi gerast meira irrele vant, tápulig og óvið komandi. Men eftir at skølingar á Dimmalætting eru farnir at filosofera um skóleista­ avhangiheit hjá hálvum útisetum, tykist tað sum um tann journalistiski idiotprísurin einaferð enn lættliga kann býtast út eftir tí allarminsta felags­ nevnaranum! Skóleista-journalistikkur Virgar T. DalsgaarD Synergi - 32BELL (322355) www.synergi.fo - synergi@synergi.fo SKEIÐ 25. MARS 2009 Senda tit hópin av rykkjarum? Er hetta ein tyngjandi ábyrgd, sum í ringasta føri kann føra við sær, at tit aldrin fáa peningin inn? So er hetta skeiðið helst nakað fyri tykkum. Á skeiðnum fært tú íblástur til, hvussu tú á bestan hátt handfarir skuldarum líka frá fyrsta faktura verður send, til fyribyrgjan av tapi, til áminngarskriv, ómaksgjøld, ren- tur og innheintan. Ofta er tað trupult at vera tann, sum við fremstafingri á lofti skal ringja til kundan fyri at minna hann á at gjalda. Tú fært eisini íblástur til, hvussu tú tryggjar eitt gott og javnbjóðis samskifti við kunda og varðveitir góða sambandi, soleiðis at kundin framvegis ynskir at verða kundi í fyritøkuni. Super góðar eftirmetingar Luttakarar hava givið hesum skeiðið og skeiðsleiðarunum, heili 10,3 í karakter eftir 13’skalanum. Málbólkur Størri og smærri fyritøkur, ið ynskja at fáa størri succes við at fáa úti- standandi pening í hús. Brot úr skránni Tryggja gott samskifti, soleiðis • at kundin framvegis ynskir at verða kundi í fyritøkuni Loysir tað seg at biðja um • ákonto gjald? Hvussu menna vit og seta í verk • góðar, handilstreytir og kreditt- politik? Hvat er at gera, um skuldarin er • ógjaldførur? Onnur tiltøk um kundin ikki • rindar Betri stýring og rykkjan av skuldarum (debitorum) - fáið útistandandi pening í hús Miðalkarakterur 10,3 Yvirskriftirnar í dag hava boðað frá, at Javn­ aðarflokkurin hevur hótt við at slíta sam­ gonguna. Í meðan hevur Javnaðar flokk­ urin sitið saman við hinum samgongu flokk­ un um á kon struk tivum fundum um neyðugar tillagingar, so sleppast kann undan, at spar­ ingar raka tey veikastu í samfelagnum Tíðindaskriv Tað er rætt, at Javn­ aðarflokkurin hevur biðið um at fingið broytt skránna fyri regluliga fríggjadags fundin í lítlu samgongu, soleiðis at tað millum annað bar til at viðgera nakrar av spar­ ingunum, sum eftir okkara tykki raka skeivt og tí ikki eiga at verða gjøgn­ umførdar. Men støðan í sam­ gonguni hevur ikki verið hættislig og neyðugt hev­ ur ikki verið at hótt við at slíta sam gongu sam­ starvið. Klandur og stríð er ikki vørumerkið hjá hesi samgonguni. Tað er ongin loyna, at Javnaðarflokkurin hevur verið alt annað enn nøgdur við ætlaðu sparingarnar á almannaøkinum. Hetta hava vit viðgjørt leypandi í ting bólkinum alla vikuna – eisini saman við lands­ stýris kvinnuni á økinum og við ymiskum fak­ fólkum á økinum. Tí heittu vit á hinar báðar flokkarnar í sam­ gonguni, um at fáa ætlaðu skránna hjá lítlu samgongu ruddaða og í staðin at fáa hesi viður skifti á dagsskrá. Hetta ynski varð beinan vegin og uttan trupulleikar eftirlíkað, og allan dag hava vit viðgjørt hetta evnið. Tað er enn ikki komið endaliga á mál við arbeið­ inum. Men tað er í dag greitt, at flokkarnir hava eina felags fatan av, hvørjir trupulleikarnir eru, ið krevja loysnir sum skjótast. Konstruktivir fundir um almannaøkið Javnaðarflokkurin fegn­ ast um, at leisturin, sum vit tóku stig til við einum EFTA­limaskapi, hesar seinastu dagar­ nar hevur fingið meira vind í seglini við serliga útsøgnunum hjá Ole Spiermann, pro fessara, um EFTA­lima skapin og eina EBS­av talu. Harumframt við merk­ ingunum, sumPer Stig Møller, uttanríkis­ ráðharri er komin við í hesum sambandi Tíðindaskriv Javnaðarflokkurin hevur ikki beinleiðis verið partur av kjakinum um EFTA, EBS og ES sein­ astu dagar nar, men flokkurin fegnast tó um, at leisturin, sum vit valdu, tá Jóannes Eides gaard umsat uttanríkismál sum løgmaður, nú tykist at fáa alt størri undirtøku. Hetta kemst fyrst og fremst av, at Ole Spier­ mann, professari, rættiliga greitt hevur sagt, at EFTA­lima skapurin er ein veru leika kend leið at ganga, meðan ES­lima­ skapurin er tengdur at nógvum trupulleikum, sum Javnaðarflokkurin eis ini hevur verið greiður um alla tíðina. Tað telur eisini nógv, at Spiermann sigur, at ein EBS­avtala sum fylgja av einum EFTA­limaskapi eisini er møgulig, soleiðis sum hann sær viður­ skiftini. EBS merkir tey fýra frælsini innan vørur, tænastur, arbeiðs megi og kapital við ES londini. Per Stig Møller, uttan­ ríkis ráðharri, avvísti av ­ gjørt ikki sjónar mið unum frá Spiermann, hóast danska stjórnini áður hevur havt tað sjónarmið, at EBS ikki var ein møguleiki. Javnaðarflokkurin heldur, at kjakið seinastu dagarnar hevur svarað mongum spurningum, men eisini sett nýggjar. Tí er nú umráðandi at fáa serfrøðingabólkin, sum skal kanna EFTA, EBS og ES til verka. Fegnast um EFTA leistin hjá Eidesgaard Form. Javnaðar­ floksins á tingi JoHn JoHannessen Vegna Javnaðarflokkin JoHn JoHannessen