týsdagur 24. februar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 38 - 24. februar 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Hósdagin, 26. februar fyllir pápi
okkara 75 ár, og fara vit við hesum at
ynskja honum hjartaliga tillukku og
takka fyri alt, hann er og hevur verið
fyri okkum fimm systkini, mammu,
versynir -dóttir og abbabørn.
Vit eru uppvaksin í einum tryggum
heimi, har starv títt sum bakari var í
kjallaranum, so vit hava altíð havt
mammu og pápa rundan um okkum.
Mamma var tær ein góður stuðul, og
vit hjálptust øll at.
Sjálvt um tit høvdu nógv um at
vera, høvdu tit altíð tíð til okkum. Vit
minnast við gleði aftur á teir góðu túr-
arnar, vit hava ferðast runt um her í
landinum.
Tá ið so alt broyttist, og mamma
bleiv sjúk, tókst tú ta avgerð at taka
tær av henni, og hevur tú nú í skjótt
14 ár passað hana. Tað eru vit tær sera
takksom fyri.
Gestablíð hava tit altíð verið,
heimið í Gøtu stóð altíð opið, og
nú, síðani tit fluttu til Danmarkar,
hevur verið upp á sama máta. Tit
eru altíð til reiðar at taka ímóti
okkum og øðrum, sum eru komin
framvið.
Við bestu ynskjum um ein góðan
dag saman, og Harrans signing í
framtíðini.
Børnini við familjum
Helgi Thomsen 75 ár
Mánadagin 23. februar vóru
85 ár liðin síðan Dronning
Alexandrines Hospital varð
tikið í brúk. Dronning Alex-
andrines Hospital avloysti
Færø Amts Hospital, sum
var bygt í 1829. Landssjúkra-
húsið var liðugt at taka í
nýtslu í 1969.
Grundarsteinurin
til
Dronning Alexandrines Hos-
pital bleiv lagdur 23. juni
1921 av Christian kongi X,
og húsið bleiv tikið í brúk
23. februar 1924. Dronning
Alexandrines
Hospital
avloysti Færø Amts Hospital,
sum var bygt í 1829.
Grundarsteinurin til Lands-
sjúkrahúsið bleiv lagdur 19.
juni 1962 av Petur Mohr
Dam, táverandi løgmanni.
Fyri skjótt 35 árum síðan, í
apríl 1969, varð allur tann
nýggi bygningurin tikin í
nýtslu. Sjúkrahúsið var tá
normerað til 158 seingja-
pláss.
Í 2004 varð nýggi bygn-
ingurin á Landssjúkrahúsin-
um tikin í nýtslu. Bygning-
urin er í fimm hæddum og
samlaða
gólvvíddin
er
5.600 ferðmetrar
Hesi 80 árini eru ómeta-
liga stórar broytingar farnar
fram á øllum økjum, sum
tað sæst á myndunum.
mg
Tøkk
Eina hjartans tøkk vilja vit siga øllum teimum,
sum vístu okkum samkenslu, tá okkara elskaða
mamma, vermamma, omma og langomma
Bergitha Petersen
vanliga nevnd Gigga
Vestmanna
doyði og varð jarðað.
Túsund takk øll tit, sum bakaðu og á ymiskan hátt
hjálptu til við jarðarferðina og ervið.
Takk til prestarnar í kapellinum og í kirkjuni fyri
góð og troystarrík orð, og til sangarar og berarar.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Missiónshúsið.
Takk til tykkum á Landssjúkrahúsinum, sum tóku
tykkum so væl av henni, tá vit komu suður við
henni, og til heimahjálpirnar, sum vóru so
góðar við hana.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu mammu til hennara
seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Bjarki, Sigbjørn, Tórhild og Birita
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara
høgt elskaða kona, mamma, omma og vermamma
Solveig Andrea Hansen
Tórshavn
andaðist og varð jarðað.
Takk til tykkum á B6, sum vóru um hana.
Ein serlig tøkk til Birgith og Svenning av Lofti fyri
umsorgan, hjálp og troystarrík orð.
Takk til Poul Færø, Dia, Hans Elmar og Eilif fyri
vøkur orð og Dupult Kvartettina fyri sangin.
Stóra tøkk til tykkum øll, sum á ymsan
hátt troystaðu, hjálptu til við jarðarferðini,
ervinum, ringdu, komu á gátt, góvu gávu til
Krabbameinsfelagið og sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Harrin signi tykkum øll!
Familjunnar vegna
Alle, Jessie, Marjun og Jógvan við familju
Takk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum
gjørdi mær 100 ára føðingardagin so
serstakan og gleddu meg við vitjanum,
gávum, blómum, talum, sangi og annars
øll tit, sum sendu mær heilsan og á annan
hátt mintust meg.
Harrin signi tykkum øll.
Andreas Djurhuus
Landssjúkrahúsið 85ár
Tuberkla
deildin,
vanliga
nevnd TB,
lá nakað
niðan fyri
høvuðs
bygningin
Petur Mohr Dam, løgmaður (ovast
í myndini), legði grundarsteinin til
Landssjúkrahúsið í 1962
Tuberklasjúklingar í hospitalsgarðinum