týsdagur 24. februar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 24. februar 2009
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Páll Poulsen á Eiði fer til gravar úr
Mizpa á Eiði týsdagin kl. 14.
Ingvør
Andreasen,
fødd
Nolsøe,
Tvøroyri, andaðist leygardagin, 76 ára
gomul. Kistan fer úr kapellinum týsdag
in kl. 18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar
kirkju mikudagin kl. 13. Sungið verður
úr sálmabókini.
Bryndis Unadóttir andaðist í heiminum
sunnudagin 22. februar, 14 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Karolina Hansen, ættað úr Uldum,
búsitandi í Klaksvík fer til gravar úr
Christianskirkjuni mikudagin kl. 13.
Tey, ið ynska at senda blómur ella krans
kunnu í staðin lata eina peningagávu á
konto í Norðoya Sparikassa.
Herborg
Thomsen,
fyrrverandi
ljósmóður, Miðvági, andaðist sunnudag
in, 89 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst
seinni
Andlát og jarðarferðir
Okkara høgt elskaða dóttir og systir
Bryndis Unadóttir
andaðist í heiminum sunnudagin, 14 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Fyri tey avvarðandi
Jóhanna, Uni og Pætur
Tað er nú ein mánaði síðan, at boðini komu norð um
fjørð, at Erling hevði fingið loyvi at reisa heim til staðin
við teimum føstu grundvøllunum, har Jesus er einasti
Harri og Gud.
Tað var í 1973, at eg kom at kenna Erling. Stutta tíð eftir
at »Hallelujarópið« var føtt í hansara anda og hjarta. Tað
var meira enn bert tóm orð. Tað livdi hann í, og tað var
hansara vitnisburður, lívið í Jesusi, hinum salvaða. Ikki
hevði man tosað við Erling í langa tíð, fyrr enn frelsu
gleðin hoyrdist í tónum hansara. Eisini virðingin fyri orði
Guds og øllum, ið heilagt er, livdi hann í. Eisini minnist eg
tey sterku møtini við radikalum talarum, hvar í húsini
vóru stappfull av fólki, ið søktu Jesus og hansara frelsu.
Alt hetta var Erling ein av lyklamonnunum til. Samkoman
»Sion« varð fødd, og hetta fría fólkið stóð uttanfyri øll
religiøs tilhald og prísaðu Honum, ið hevur lovað at vera
við allar dagar, og Gud møtti fólki sínum.
Sjúkralegan hjá Erling gjørdist ikki drúgv, sum gott
var. Ræðuligt hevði tað verið at sæð hendan aktiva mann,
ið elskaði lívið, siti í rullustóli ella tað, ið verri var.
At Erling var kendur, sást á tí stóra skara, ið fylgdu
honum til síðsta hvíldarpláss her.
Og sum Guds orð sigur: »Hvør lastar hann fyri atburð
hansara!... Til gravar verður hann borðin við heiður, og
vakt verður hildin yvir gravheygnum. Søt er hvíla hansara
í dalsmoldini, og allur heimurin fylgir so eftir, eins og ótelj
andi flokkur gekk undan honum«. Ein verður dagurin, tá
øll aftur skulu møtast aftur í skýggjum himmalsins ikki
fleiri og ikki færri, men øll, sum eru sovnaði í Kristusi.
Jessy, tú og øll tit hava mist mann og pápa, abba og
verfaðir, ið elskaði tykkum. Ærað verið minnið um Erling.
Petur Sørensen
Minningarorð um
Erling Bech
í Porkeri
Dagurin
24. februar. Leypársmessa. Fjórða hvørt ár varð ein
dagur taldur afturat í februar mánaði, so at hann fekk
29 dagar. Hetta var ein fyriskipan í tíðarrokning
okkara, sum skuldi fáa ár og dagar at samsvara við
gongd sólarinnar. Hann var vanliga hildin 24. februar,
men 25. februar, tá ið leypár var. Niels Winther doyði
hendan dagin í 1892.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Jeg kjenner en sum vandret har i verden.
Hann eide ikke jordisk gods og gull.
Hann bar en større rikdom under ferden;
en frelsesgave skjønn og underfull.
Som kildens klare vann fra Klippen
flyter veller livets strøm så ren og fin.
Og i sitt ord hann dekker bord,
men fete retter og med klaret vin.
Jeg ble så grepet at jeg vandret etter,
men merket straks at venner meg forlot.
Av mange ande ble jeg dømt som kjetter
og mange anstøt la de for min fot.
Nu har jeg sett ham selv og hørt hans stemme.
hann hvisket disse underfulle ord:
Her er korset, kronen venter hjemme.
Din tåresød blir høstens jubelkor.
Silvurbrúdleyp
Mikudagin 25. februar hava hjúnini Annvør Karbech og
Jóhan Petur Niclassen silvurbrúdleyp. Tey eru burturstødd.
Í gjár var fastalávintsmána
dagur og grýlurnar vóru
nógvar kring landið. Her
eru tríggjar kreativar grýlur
í Vestmanna.
Kreativar
grýlur
Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - synergi@synergi.fo - tel. 32BELL (322355)
Eygleiðing og skrivlig frásøgn
Skeiðið er býtt upp í tveir partar, sum tó hava knýti til hvønnannan.
Fyrrapartin verður hugt at viðurskiftum, sum kunnu hava avgerandi týdning, tá
vit skulu skilja atburðin hjá børnum. Skeiðluttakararnir fáa m.a. innlit í eitt
konkret arbeiðsamboð, ”mestringscirkelen”. Hetta amboðið kann brúkast sum
ein hjálp til at vísa á, hvar styrkirnar hjá barninum liggja, og hvar tørvur er á meira
stuðli.
Seinnapartin verður fokus lagt á ta skrivligu orðingina av eygleiðingunum,
hvussu vit systematisera tilfarið, og hvussu vit á bestan hátt formidla boðskapin,
soleiðis at bæði umsitingin og foreldrini eru før fyri at móttaka og skilja tað, tú
skrivar rætt. Eisini uttan at hetta skal taka óneyðuga langa tíð og orku hjá tær.
Nær: 27. Apríl 2009, kl. 08.30 - 16.00 Hvar: Tórshavn Kostnaður: 2.560 kr. u/mvg
(kr. 3.200 v/mvg) Freist: 6. apríl ella so leingi pláss eru.
Les meira og tekna teg á www.synergi.fo
Skeið 27. apríl 2009