Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 38 - 24. februar 2009 tíðindi Móttøka Myndir: Ingunn Winther Olsen Nýggi fiskivinnuskúlin í Vestmanna var handaður mánadagin 23. februar landsstýriskvinnuni í menta­ málum. Í hesum sambandi var skipað fyri móttøku á skúlanum. Landsverk hevur staðið fyri byggingini, og tað var Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sum handaði landsstýriskvinnuni skúlan. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, segði m.a. í røðu síni, at skal tjóð­ in eisini í framtíðini kunna rópa seg eina vælferðartjóð, er neyðugt við áhaldandi virðisøking í fiskivinnuni. Í hesum sambandi er tað ein stór avbjóðing at skapa ein veruligan vitanardepul, ið fær neyðuga virðing, tign og undirtøku millum manna. Útbúgving er lykilin til menning í framtíðini. Og tí er tað gleðiligt, at vit nú endiliga kunnu taka í nýtslu nýggjan skúla, hvørs enda­ mál fyrst og fremst er at geva ungdóminum kunn­ leika, innlit og vitan, sum eru neyðug fyri at menna okkara høvuðsvinnu. Landsstýriskvinnan nýtti eisini høvi at takka byggi­ nevndini og arkitektunum fyri ein snotiligan bygning, Landsverki fyri at hava staðið fyri byggingini, hand­ verkarunum, ið hava gjørt eitt sera gott arbeiði og Vest­ manna kommunu, ið hevur verið sera beinasom í allari tilgongdini. Fiskivinnuskúlin byrjaði í einum sethúsum í Vest­ manna fyri 20 árum síðani. Arbeiðið uppá nýggja skúl­ an byrjaði í 2007. Skúlin hevur pláss til 100 næm­ ingar, har eru tríggjar skúla­ stovur, ein serstova, fimm bólkarúm – og eitt auditori­ um. mg Fiskivinnuskúlin í Vestmanna: Útbúgving - lykilin til menning Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, handaði landsstýris­ kvinnuni í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø, skúlan Nógv fólk var komið saman til móttøkuna í nýggja Fiskivinnuskúlanum Jákup Andreasen Helenu Dam á Neystabø og Jákup Andreasen