týsdagur 24. februar 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 38 - 24. februar 2009
150 mió út gjøgnum vind
eygað. Ongin Marknagils
depil og útlendsk arbeiðs
megi – talar tað til sam
vitskuna hjá Javnaðar
flokkinum?
Og so var aftur samkoma
uppi í Mentamálaráðnum í
sambandi við miðnáms
skúlan við Marknagil.
Hesuferð var tað (aftur) ein
byggiskrá fyri skúladepilin,
sum varð handað lands
stýriskvinnuni.
Vit sum hava fylgt máli
num – við hvørt inni á mið
linjuni og nú úti á síðulinj
uni spyrja, hvussu nógv
sjampanja skal drekkast og
pinnamatur etast, áðrenn
spakin verður settur í.
Og hvussu ofta skal skúl
in koma sum lógaruppskot
í løgtingið, áðrenn farið
verður undir byggingina?
Í novembur 2003 vóru
vit komin longur við Skúla
deplinum við Marknagil,
enn vit eru komin nú. Tá ið
hetta árið er runnið, eru vit
vónandi komin eins langt
sum í 2003, altso 6 ár
seinkað til onga nyttu,
annað enn at vit nú eru
komin í tíðarneyð og noyð
ast tí at skunda arbeiðið
ígjøgnum við tí avleiðing,
at neyðugt verður hesaferð
at fara eftir útlendskari
arbeiðsmegi at loysa
uppgávuna.
Skúlin skal verða liðugur
í 2014, sigur landssstýris
kvinnan. Tað merkir, at tá
ið projekteringin er liðug,
so skulu vit brúka góðar
100 mió kr árliga til íløg
una. Tað vóni eg, at kon
sensus er um í samgong
uni, áðrenn slík lyfti verða
givin til skúlaleiðslur,
starvsfólk og næmingar.
Og eg vóni, at samskiftið
um hetta projektið, sum er
tað størsta í føroyskari
skúlasøgu, er betri enn
samstarvið var um fíggjar
lógina fyri 2009.
Uttan fáfongd vóru
skúlarnir lidnir
Hevði Javnaðarflokkurin
ikki forkomið miðnáms
skúlanum við Marknagil,
tá ið teir komu framat í
2004, so hevði skúlin verið
liðugur! Og fyrstu pisurnar
floygdar í summar. Og høli
strupulleikarnir í Hoydøl
um og á Tekniska skúla í
Tórshavn høvdu verið
loystir.
Og hevði Javnaðarflokk
urin ikki forkomið mið
námsskúlanum í Vági
høvdu næmingar gingið
har 5. árið á rað. Og skúlin
hevði ligið á einum nógv
betri stað, enn hann ger í
Hovi.
Men har skuldi ongin
skúli byggjast! Hvørki í
Vági ella við Marknagil!
Tað vóru greiðu boðini
frá Javnaðarflokkinum, so
skjótt tey komu til valdið í
2004. Boðini vóru til tann
táverandi mentamálaráð
harran Jógvan á Lakjuni,
sum læt sær hesi boð lynda:
hann flutti annan skúla til
Hovs, og havnaði miðnáms
skúlan við Marknagil. Og
so hevði Javnaðarflokkurin
fingið sín vilja.
Arkitektar høvdu latið
arbeiðið frá sær í 2003
Í Vági var hakin settur í.
Og við Marknagil var klárt
at seta spakan í! Alt løg
tingið hevði samtykt ætlan
irnar báðar (eisini Javnaðar
flokkurin!) Leiðslurnar á
øllum trimum skúlunum,
sum skuldu húsast við
Marknagil, vóru samdar
um at fara undir samstarv
ið! Arkitektar høvdu tekn
að skúlan sum eina byggi
listarliga perlu, sum tók
útgangstøði í landslagnum,
útsýninum og ljósinum á
staðnum, og tók støði í
pedagogiskum grundarlagi,
sum skuldi vera kveikjandi
fyri umhvørvið og geva
næmingum og lærarum
íblástur.
Nýggj bygginevnd kemur
til somu niðurstøðu
Nú er nýggj bygginevnd,
sum hevur gjørt tað, sum
hon varð biðin um. Men
hon er komin til somu
niðurstøðu, sum byggi
nevndin í 2003. Sambært
portalinum 19. februar
stendur, at bygginevndin er
komin til ta niðurstøðu, at:
“tað er greitt, at skúlin skal
vera ein byggislistarlig
perla, sum tekur útgangs
støði í landslagnum, út
sýninum og ljósinum á
staðnum, umframt at hann
í síni tilevning skal vera
kveikjandi og geva íblást
ur...” altso skulu vit byrja
aftur har í 2009, sum vit
byrjaðu í 2003.
Tí stigtakarin var
Tjóðveldi
Umframt at alt forarbeiðið
er gjørt, koma hesi pro
jektini nú at kosta 150 mió
kr meira, enn um projekt
ini, sum vóru klár í 2003,
vóru fylgd. Men alt skuldi
skrottast, tí stigtakarin var
Tjóðveldi. Alt skal gerast
av nýggjum. Nýggj byggi
skrá, sum kemur til somu
niðurstøðu viðvíkjandi
tørvs og funktiónslýsing,.
Nú verður sagt, at onki
ítøkiligt er komið á pappír,
um hvussu skúlin skal
síggja út. Nei, sjálvandi er
onki liðugt, um Javnaðar
flokkurin aftur og aftur
havnar tí, sum verður gjørt.
Tá ið kontinuitetur er
betri enn tað besta
Ímyndið tykkum, um vit
vóru eins fáfongd. So
høvdu vit eisini undir CHE
samgonguni havnað Mið
námsskúlanum í Hovi, tí
Javnaðarflokkurin tók tað
stigið. Men tað gjørdu vit
ikki, vit lótu byggingina í
Hovi halda fram, har ABC
slepti. Hví? Tí viðhvørt
noyðist tú at byggja á herð
arnar á teimum, sum undan
fara. Óansæð hvat tú held
ur um avrikið hjá undan
fólkunum. Kontinuitetur
ella framhald er viðhvørt
betri enn tað besta. Soleið
is var í Hovi. Vit halda og
hildu, at skúlin hevði ligið
best í Vági. Men tá ið
Javnaðarflokkurin megnaði
at havna tí ætlanini, meðan
vit sótu í andstøðu, so
valdu vit at liva við tí, tá ið
vit aftur komu í samgongu,
tí har vendist ikki aftur.
150 mió kr út gjøgnum
vindeygað áttu at tala til
samvitskuna
Í 2003 var væntandi, at
skúlin kom at kosta knapp
ar 300 mió kr. Nú sigur
verklagslógin, at fíggjar
karmurin liggur um knapp
ar 400 mió kr. Altso 100
milliónir krónur dýrari!
Og skúlin í Hovi kemur
at kosta einar 50 mió kr
meira, enn hann hevði
gjørt, um hildið varð fram í
Vági, har byrjað var.
Bara hasi bæði projektini
hava sostatt higartil kostað
skattgjaldaranum 150 mió
kr meira enn fysiska virðið
í íløguni. Um hasar hálv
tannaðhundrað milliónirnar
ikki tala til samvitskuna
hjá Javnaðarflokkinum,
sum nú vegna sparingar er
við til at leggja stovnar
niður, steingja deildir og
senda fólk til hús, so sigi
eg onki.
Ofta etur hundur tað, hann havnar
AnnitA á
Fríðriksmørk
Við feitari yvirskift stóð at
lesa í Sosialinum tann 19.
februar: ” Vágbingar vilja
ikki ganga í takt”.
At onkur viðmerking til
málið um kommunusaman
legging í Suðuroy kom frá
blaðmanninum, sum møtti
á býráðsfundinum tann 18.
feb, var væntandi, men at
tíðindini vóru so neilig, er
sera harmuligt.
Í tveimum undanfarnum
valskeiðum hevur Vágs
býráð samtykt, at skal
Suðuroyggin leggja saman,
so skal tað gerast í tvær
kommunur.
At tað á síðsta býráðs
fundi varð samtykt, at
Vágs býráð vil vera við at
seta ein arbeiðsbólk at
kanna fyrimunir og vansar
við einari ella tveimum
kommunum í Suðuroynni,
meti eg sum eitt stórt
framstig.
Í politikki er rættiliga
ofta soleiðis, at mál skulu
hava tíð til at búnast.
Soleiðis síggi eg eisini
hetta mál. Frá bert at ganga
við til tvær kommunur í
Suðuroynni, vil Vágs býráð
nú vera við til at fáa greina
og lýst fyrimunir og vansar
við einari og somuleiðis
tveimum kommunum.
Hetta er ikki meira enn
rímuligt.
Í 2006 var fólkaatkvøðu
greiðsla í Vági um komm
unusamanleggingar. Meiri
lutin av veljarunum vóru
fyri, at Suðuroyggin skal
leggja saman í tvær komm
unur. Fyri at gera sær vón
um, at veljarin kann taka
eina sakliga støðu, má
upplýsing og útgreining til.
Og tað er tað býráðið vil,
soleiðis at grundarlagið
fyri støðutakanini er so
gott sum gjørligt.
Sjálv havi eg sagt frá, at
eg eri fyri at leggja komm
unurnar í oynni saman í
eina kommunu, og at eg
meti tað neyðugt, at ein
sáttmáli er væl útgreinaður,
áðrenn stigið verður tikið.
Havi ongan trupulleika av,
at fyrimunir og vansar við
tveimum kommunum
somuleiðis verða kannaðir.
Hetta vil bert geva borgar
unum eitt enn betri grund
arlag fyri at taka støðu.
Á sama býráðsfundi
vóru 13 onnur mál á
skránni. Okkurt av hesum
hevði verið áhugavert hjá
lesarunum at frætt um. T.d
leigumál við Arbeiðs
mannafelagið Framtíðina
um hølir til Musikkskúlan
og harafturat játtan til
útgerð til sama og tilsøgn
um at vera við í projekter
ing av eftirskúla í Hvalba.
Hesi mál høvdu ongan
áhuga hjá blaðmanninum.
Við tílíkum tíðinda
flutningi má ásannast, at
fjølmiðlarnir ikki leggja
nakað jaligt íkast til sam
anleggingartilgongdina,
men heldur dyrka ósemj
urnar, dyrka frástøðuna
millum partarnar.
Kommunubygnaður í Suðuroynni
Borgarstjóri, Vágur
kirstin strøm
Bech
At seta arbeiðsbólkar,
kommisjónir, skjóttar
beiðandi nevndir – you
name it – hava vit sæð í
mongum førum. Vit hava
sæð slíkar nevndir í sam
bandi við: kommunumál,
umhvørvi, ES, heilsuøki,
fiskivinnu. Hví verður
hesin leistur ikki nýttur á
almannaøkinum í nógv
størri mun?
Almannaøkið so dýrt
Ofta hoyrist, at økið er so
dýrt. Júst tí er sera
umráðandi, at peningurin
verður nýttur við størsta
skynsemi, ella hvussu?
Harafturat er veruleikin,
at vit øll kunnu fáa tørv á
hjálp frá almannaøkinum
fyrr ella seinni. Ja, ikki
minst seinni – eldraøkið er
jú eisini almannaøkið.
Ov lítið prestige?
Sosiala økið er ikki tað sum
fær mest rúmd ella tykist at
vera mest umbiðið sum
annað enn valagn. Løgið, tá
ein hugsar um, at tað er ein
stórur útreiðslupostur. Mín
varhugi eftir eitt ár í tingi
num er, at tað eru ov fá í
politikki sum halda økið
vera áhugavert og seta seg
inn í tað av álvara.
Her og nú sparingar
Tá sparingarnar á almanna
økinum eru komnar niðan í
tingið, eru fleiri dømi um,
at tey eru skundað ígjøgn
um á ein hátt, so trivnaðar
nevndarformaðurin ikki so
mikið sum hevur loyvt
hoyringum úrslitið hevur
verið hareftir.
Sært tú logikkin?
Tá Smyril Line skuldi hava
enn eina stóra millióna
upphædd og sigarettkeglið
hjá samgonguni var í hædd
ini, varð ikki eitt orð sagt
um stóra hallið á fíggjar
lógini – men nú tað snýr
seg um tey veikastu í sam
felagnum, tosar samgong
an um hallið og sigur, at
øll mugu skilja, at vit skulu
spara.
Tað hevur mangan víst
seg at vera heppið fyri
politikarar, at fjøldin
gloymir so skjótt – vóni
ikki hetta er ABCmottoið!
Hvat hevði Gallup sagt?
Um vit gjørdu eina Gallup
kanning fyri at lýsa, hvørj
ar raðfestingar vanligi før
oyingurin helt vera skila
best, hevði úrslitið tá verið
tað sama sum ABCprak
sis? Nei, tað vænti eg
heldur ikki!
Signalvirðið í sparingunum
Tað gleðir meg at síggja
landsstýriskvinnuna
tvíhalda um, at arbeiðið á
Familjudeildini á Føroya
Barnaheimi kortini ikki
skal niðurleggjast, og at
hon væntandi fær eina
eykajáttan. Haldi at Rósa
Samuelsen hevur nógvar
góðar ætlanir.
Sjálvandi skal eykajáttan
in vera útreiðsluneutral.
Men eftirsum tað einamest
eru almannaøkið og máls
økini hjá Helenu Dam á
Neystabø, sum hava spart
til í ár, átti tað at verið laga
manni hjá hinum lands
stýrisfólkunum, nú at vísa
ábyrgd og prógva at teir
eisini kunnu spara. Eg
fegnist, um tað eru íløgur
til tunnlar sum verða
skerdar.
Íblástur til ABC
Annars er hópurin av
íblástri til inntøkur hjá
landinum í minnilutaáliti
num hjá Annitu á Fríðriks
mørk og Tórbirni Jacobsen
í samband við fíggjar
lógina. Har eru umhvørv
isgjøld, hægri skatt til tey
við hægstu inntøkunum,
hækka gjald í samband við
arv, taka rentustudningin
burtur – í smáum væl at
merkja. Hesar venda allar
sosialt rætt – fáið tykkum
endiliga íblástur higani,
ABC!
ABC “in” = Almannaøkið “yt”?
BergtórA
høgnAdóttir
Joensen
viðmerkingar