Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Nr. 38 - 24. februar 2009 Marjun Nielsen, sálarfrøðingur í Sernámsdeplinum, metir avgerðina um at spara á almanna­ økinum vera skeiva. Tað skal slett ikki sparast, hvørki á almannaøkinum, skúlaøkinum ella heilsuøkinum, og slett ikki í ringum tíðum AlmAnnAmál Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo - At broyta nakað sum riggar er skeivt. Ein stovnur við bert trimum brúkarum er dýrur at reka, men heldur enn at niðurleggja hann, áttu fleiri fólk við Aspergers syndromi, at gjørt brúk av honum. Eg havi leingi sakn- að ein stovn fyri tannáringar við Aspergers syndromi ella autismutrekkum. Summi av teimum búgva heima, sjálvt um familjan ikki megnar at taka sær av teimum. Tí er tað spell, at mann letur aftur ein stovn, sum tað frammanundan eru ov fáir av, sigur Marjun Nielsen, sálarfrøðingur í Sernámsdeplinum. Fólk við Aspergers syndromi eru ymisk. Líka sum vit onnur eru ymisk. Nógv fólk við Aspergers syndromi ganga millum okkum, og er tað rættiliga nýtt at mann er farin at diagnostisera. Tað eru ymiskar gradir av Aspergers syndromi, og er talan um døgntilboð, er ofta talan um tilburðir í tyngra endanum. Dysfunktión, ikki sjúka - Aspergers syndrom er eitt víðfevnt menningarólag. Talan er um eina dys- funktión og ikki eina sjúku. Tað er eitt slag av autismu, men í lættara endanum, greiðir Marjun Nielsen frá. Àður helt mann, at fólk við Aspergers syndromi, ikki ynsktu sosialt samband, men vildu vera fyri seg sjálvan. Í dag sigur mann, at tey flestu ynskja sosialt samband, men duga tað ikki so væl. Teirra innlivingar- evnið er skert, og tey eru konkrethugsandi. Fólk við Aspergers syndromi hava skerdar eginleikar at síggja inn í seg sjálvan, at seta seg inn í støðuna hjá øðrum ella at síggja seg sjálvan uttaní- frá. Fólk við Aspergers syndromi eru ofta gløgg. Tað, sum tey ikki hava intui- tivt, tvs. eginleikar, sum ein verður føddur við, kunnu tey læra via sín intelligens og røttum pedagogikki. Droppi sparingar Fólk við Aspergers synd- romi sermerkja seg ofta við, at tey ganga høgt upp í síni seráhugamál, sum tey verða uppslúkt av. Tá onnur ikki halda hesi seráhugamál verða líka spennandi, sum tey halda, trekkja tey seg ofta frá øðrum fólki. Fólk við Aspergers synd- rom hava tað ofta best saman við øðrum fólki við As- pergers syndromi ella saman við vaksnum fólki. Tí vaksin taka atlit til børn og vaksin við Aspergers syndromi. Fólk við Aspergers syndromi og menningartarnað hava lítið annað til felags enn tørvin á stuðli. Báðir partar hava nokk torført við at skilja hvønnannan. Fólk við Aspergers synd- romi hava tørv á tryggum føstum kørmum, og tola illa broytingar. At missa sítt heim er álvarsligt og er ein stór broyting. - Tey, ið vara av økinum, mugu spara og sparingar raka altíð onkran. Tí haldi eg, at tað er skeivt, at mann yvirhøvur velir at spara á almannaøkinum. Eitt øki, sum frammanundan er illa spert. Mann skuldi heldur roynt at bygt økið upp við fleiri sertilboðum. Tað skulu fleiri pengar til, men eg haldi ikki, at slagið er vunnið, fyrr enn sparingar á økinum eru droppaðar, sigur Marjun Nielsen, sálarfrøðingur. Skeivt at spara á almannaøkinum Tutl - nú í Miðbýnum Fløguhandilin á Káta Horninum verður framyvir ein Tutl-depil, sum verður miðdepil fyri alt virksemið hjá útgávufelagnum. Og felagið fer bara at savna seg um føroyskar útgávur Fløguhandilin á Káta Horninum verður framyvir eisini karmur um ein serligan Tutl-depil, sum bæði skal selja føroyskar fløgur og vera tónleikarumhvørvi har tónleikur, listarfólk og útgávuvirksemið fer upp í eina høgri eind, mennist og realiserast. Tutl fer nú undir at umvæla og betra hølini á Káta Horninum, í hjartanum í Havnini. Eisini fer útgávufelagið at skipa fyri enn fleiri live tónleikaframførslum, eitt nú í sambandi við tónleikaútgávur, tiltøk og annað, eisini við tí fyri eyga, at fáa meira lív í miðbýðin. Tutl selir bæði egnar útgávur og aðrar føroyskar útgávur, og framyvir fer øll orkan til at selja føroyskar útgávur. Tí verður alt útlendskt tilfar selt út í hesum døgum, fyri ein lítlan penga. Hetta fram til 1. Mars. Marjun Nielsen er sálarfrøðingur á Sernámsdeplinum, og fæst við sálarfrøðiliga viðgerð og kanning av børnum, og ráðgeving og vegleiðing til tey vaksnu, ið eru um børnini, tað verði seg foreldur, lærarar, pedagogar o.o. Hon saknar eitt heim fyri ung við Aspergers syndromi, og heldur tað vera burturvið at spara av einum øki, sum frammanundan er so illa spert Mynd: Jens Kristian Vang Um vikuskiftið fór vaktar- skifti fram á skrivstovuni hjá Javna. Anna D. Háberg, sum seinastu tvey árini hevur verið dagligur leiðari hjá Javna, hevur sagt seg úr starvi og fer aftur í gamla starv sítt sum fangavørður. Hennara síðsti arbeiðsdagur á hesum sinni var fríggja- dagin. Í hennara stað kemur Rúna Sivertsen, sum í gjár tók við sum dagligur leiðari á Javna. Rúna hevur royndir á fleiri týðandi økjum, so sum politikari, fjølmiðla- kvinna, forkvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd og í ymsum sosialum arbeiði. Fráfarni og komandi leið- arin hjá Javna høvdu í farnu viku høvi at tosa saman um støðuna hjá Javna og mál, ið arbeitt verður við, so skiftið verður so smidligt, sum til ber. Umframt dagliga leiðaran arbeiðir eitt skrivstovufólk Rúna skal leiða Javna F.v.: Rúna Sivertsen, nýggjur leiðari hjá Javna, Óli Wolles, formaður, og Anna D. Háberg, fyrrverandi leiðari Mynd: Álvur Haraldsen