Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 38 - 24. februar 2009 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur – Vit fara at halda kortini tættari at kroppinum nú, og tá sáttmáli skal gerast við komandi lands­ liðs venjara, skal hann koma sum ketta upp úr høvdatrogi, sigur FSF­forsetin, Høgni í Stórustovu, sum ikki harmast um møgu­ ligar lekar í til gongd­ ini higartil, men heldur fegnast um stóra áhugan, sum hevur verið. FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Síðani fótbóltslandsliðið miku kvøldið 15. oktober í fjør í Kaunas í Litava spældi síðsta dystin við Jógvan Martini Olsen sum venjara, hevur eingin A-landsliðsvenjari verið. Og verður tað, sum Fót- bólts sambandið vil, hevur tað ongan sum helst skund at koma við einum av loysara. – Føroyar spæla vinardyst ímóti Íslandi tann 22. mars, tá okkara egna kapping ikki enn er byrjað, og til ta tíð nýtist okkum ikki at hava funnið nýggjan venjara, tí onkur annar kann saktans standa fyri liðnum til tann dystin, sigur Høgni í Stóru- stovu, FSF-forseti. Hann ætlar kortini ikki, at komandi lands liðs- venjarin skal vera púrasta ófyri reikaður, tá Føroyar á heima vølli tann 10. juni spæla sín fyrsta dyst í HM-undankappingini í ár. – Nei, soleiðis skal tað slett ikki skiljast, men framvegis hava vit altso framvegis góða tíð, sigur hann. Fegnast um áhugan Ikki færri enn fýra nøvn eru ítøkiliga sett í samband við venjarasessin, men hóast Fót bólts samband Føroya hevur viljað sagt millum lítið og einki um nøvn, so sigur Høgni í Stórustovu, at hann ikki harmast um møgu ligar lekar í tilgongdini higartil, men heldur fegnast um stóra áhugan, sum hevur verið. – Tað hevði sjálvandi verið øgiliga keðiligt, um eingin vísti hesum áhuga, men vit hava tíbetur fingið stað fest, at so hevur ikki verið. Tvørturímóti hava gitingar- nar verið nógvar og á hugin stórur, og tað ger ikki starvið minni áhuga vert, sigur FSF- forsetin. Fyrsta navnið, ið kom fram, var íslendingurin Guð- jón Þorðarson, sum tó jóla- aftan í fjør valdi heldur at skriva undir við Crewe í trið- bestu ensku deildini. Síðani kundi Sosialurin fyri einum mánaði síðani av dúka, at trý nøvn lógu á borð inum hjá Fótbólts sam bandinum. Talan var um danskaran Flemming Serritslev, ís lendska serban Luka Kostic og skotan Colin Calder wood. Serliga tann síðsti tóktist vera nær starvinum, men gjørdi so av talu fram til í summar við Newcastle, har hann síðani hevur fingið størri upp gávur við Premier League-liðnum. Endurmeta tilgongd Fótbóltssambandið ætlaði at seta starvið fyrstu vikuna í februar, men brádliga steðgaði alt upp, hóast bara undir skriftin segðist resta í. Og júst nú tykist meira enn bara ein undirskrift at vera eftir, áðrenn komið er á mál. – Vit endurmeta nú til- gongdina og hava fyribils lagt eina ostaklokku út yvir alt málið. Vit fara at halda kortini tættari at kroppinum nú, og tá sáttmáli skal gerast við komandi lands liðs- venjara, skal hann koma sum ketta upp úr høvdatrogi, sigur Høgni í Stórustovu. – Eg kann tó siga so mikið, at vit hava latið upp fyri tilgongdini av nýggjum. Hvørji ella hvussu mong nøvn eru á borðinum, fært tú meg ikki at siga nakað um, men nú aðalfundurin hjá okkum er farin aftur um bak, fara vit at leggja enn størri orku í at fáa avgreitt júst hetta málið. Búmerkið fyri Rørsluárið 2009 skal setast á venjingar­ búnar og onnur pløgg hjá fót bólts­ lands liðnum, sum higartil hava verið ætlað øðrum av høvuðsstuðlunum. FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Í sambandi við, at Heilsu- mála ráðið hevur gjørt av, at árið í ár er Rørsluár, er sam- starv komið í lag millum Heilsumálaráðið og Fót- bólts samband Føroya, so lands liðið verður eitt slag av umboði fyri Rørsluárið. Starvsnevndin hjá Fót- bólts sambandinum hevur bjóðað Heilsumálaráðnum pláss ið sum annar av høvuðs stuðlunum hjá lands liðnum, hóast talan ikki er um nakra ítøki liga sponsor avtalu. Tað merkir, at búmerkið fyri Rørsluárið 2009 skal setast á venjingarbúnar og onnur pløgg hjá fót bólts- lands liðnum. Hóast bú merkið ikki er klárt enn, verður vónað, at tað kann síggjast á landsliðnum longu 22. mars, tá Føroyar spæla vinardyst ímóti Ís landi. Fegin um stuðulin Landsstýrismaðurin í heilsu málum, Hans Pauli Strøm, var partur av skránni fyrra partin leygardagin, tá Fót bólts sambandið hevði aðal fund á Hotel Hafnia, og har fegnaðist hann um nýggja samstarvið. – At 2009 er alment Rørslu ár í Føroyum merkir, at vit vilja hava so nógvar føroy ingar sum gjørligt at røra seg meira. Tað er tí ein lukku gáva hjá okkum at fáa, at Fótbóltssambandið ítøki liga tekur undir við Rørslu árinum, segði Hans Pauli Strøm. – Vit vilja fegin hava ítróttar feløgini við, tí heldur tendens urin fram við vant- andi likamsvirkni, kemur tað at taka grundarlagi undan ítrótti og ítróttar fe- løg um, sum einki tilfeingi fáa at taka av. Ætlandi verður Rørsluárið 2009 av álvara skotið í gongd í mars mánaði, upp- lýsti landsstýrismaðurin í heilsumálum. Ongan skund at finna landsliðsvenjaran Fótbóltslandsliðið stuðlar Rørsluárið Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, er fegin um stuðulin til Rørsluárið frá Fótbóltssambandinum Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Sambært Høgna í Stórustovu hevur Fótbóltssambandið enn góða tíð, áðrenn tað nýtist at vera komið so langt, at henda støðan, har sáttmáli verður gjørdur við nýggjan landsliðsvenjara, endurtekur seg Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir