týsdagur 24. februar 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 38 - 24. februar 2009 ]
Longu í 1/8 final
unum eru spenn andi
upp gerðir millum
stór feløg í væntu
Chanpionsleague
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Vetrardvalin hjá evropeisku
meistarakappingini í fót
bólti er farin aftur um, og er
nú klárt til at byrja uppá 1/8
finalurnar í kvøld. Tær
fyrstu fýra 1/8 finalurnar,
sum verða spældar í kvøld
eru: ArsenalRoma, Atletico
MadridFC Porto, Lyon
Barce lona
og
Inter
Manchester United. Serligt
fokus er á dystin millum
Inter og Manchester United.
Gamli
Chelseavenjarin,
José Mourinho er nú venjari
hjá Inter, og gleðir hann seg
veruliga til at skula takast
við sín gamla kapp ingar
neyta, Alex Ferguson aftur.
Mourinho, sum ongantíð
hevur mangla sjálvsálit,
hevur verið frammi og sagt,
at hann hevur æruna av, at
Man chester United er eitt
so gott lið nú. Tá Mourinho
ráddi fyri borgum, vann
Chel sea enska meistara
skapið tvey ár á rað.
Mourinho
heldur,
at
dominan s urin hjá Chelsea
pískaði Manchester United
til at taka seg saman.
Mourin ho heldur, at United
er eitt nógv betri lið, tí hann
tvingaði teir til tað. Tað er
tó ikki reypið hjá Mourinho,
sum nívir Alex Ferguson
mest
Stendur illa
til í verjuni
Tað stendur illa til í verju
partinum hjá Manchester
Uni ted fyri týðandi dystin
ímóti Inter í Champions
League í annaðkvøld. Seks
verju spælarar eru skaddir,
hava leikbann ella eru iva
samir, og í løtuni vónar
venjarin, at hann í minsta
lagi fær sett tveir miðverjar
á liðið frá byrjan. Wes
Brown, Gary Neville og
Rafael eru skaddir, og
Nemanja Vidic er leik bann
aður. Harafturat eru bæði
Johnny Evans og John
O´Shea ivasamir, men Sir
Alex Ferguson vónar, at
annar teirra kann spæla
saman við Rio Ferdinand í
mið verjuni. Hetta er ein
marra fyri okkum, men
hóast tað er rættiliga iva
samt í løtuni, so vóni eg, at
tveir av miðverjunum verða
tøkir, sigur Alex Ferguson.
José Mourinho er vísur í
síni søk: Eg havi sagt við
Interspælarnar, at teir skulu
ikki óttast hesa uppgerðina,
tí um 15 dagar kunnu vit
hátíðar halda, at vit hava
vunn ið á teimum ráðandi
Champ ions
League
meistar unum.
Ringur standur
í Arsenal
Standurin er ikki góður í
Arsenal. Arsene Wenger
hevur nógvar góðar spælar
ar á skaðalistanum, so sum
Theo
Walcott,
Tomas
Rosicky og ikki minst Cesc
Fabre gas.
Wengar
fær
heldur ikki gagn av Ars
havin í Champions League,
tí Arshavin hevur longu
spælt Champions League
dystir fyri gamla felag sítt,
Zenit Sankta Pætursborg.
Nógv hongur á herðunum
hjá
Robin
van
Persie.
Wenger og starvsfelagin
hjá
mótstøðuliðnum
í
annað kvøld, Spaletti hjá
Roma hava eina rættiliga
líka fótbóltsfilosofi, har
stórur dentur verður lagdur
á álopspartin. Vit onnur
kunnu bert vóna, at Spaletti
og Wenger eisini fara at
praktisera sína siðvandu
fótbóltsfilosofi í báðum 1/8
finalunum.
Málregn í Barcelona
Álopsspælarnir hjá Barce
lona hava ikki havt tru pu
leikar við at funnið mál
meskarnar í hesum kapp
ingar árinum. Lionel Messi,
Samuel Eto´o og Thierry
Henry hava rokast í álops
partinum, Messi, Eto´o og
Henry
hava
samanlagt
skorað 48 mál í Primera
Liga, tí bestu sponsku fót
bólts deildini. Tað eru fleiri
mál, enn nakað annað topp
lið í teimum stóru evro
peisku
fótbóltsdeildunum
hava
skorað
tilsamans.
Kort ini snávaði Barcelona í
granna uppgerðini
ímóti
Espanyol. Lyon, sum hevur
dominerað fronsku liguna
seinastu árini, verður ikki
mett at verða líka sterkt,
sum tey undanfarnu árini.
Koma Messi, Eto´o og
Henry aftur á málslóðina,
so verður ikki lukkuligt hjá
Lyon at verða fyri. Atletico
Madrid hevur fyri stuttum
aftur blakað ein venjara á
dyr. Hesaferð varð talan um
Javier Aguirre. Rokið og
ó stabi li teturin kring liðið
ger ikki uppgávuna ímóti
FC Porto lættari. Porto
hevur ikki gjørt tær stóru
skreytir nar seinastu árini,
men nú er liðið aftur á odda
í portugisisku liguni, og
liðið er væl fyri.
Enn ein
enskur fót-
bóltsbók-
lingur um
Føroyar
Bóklingur við kunn
andi til fari um før
oysk an fótbólt fæst nú
til keyps
Skotski rithøvundurin,
John Ronaldson frá
Ronald son Pub li ca
tions í Edin burgh í
Skot landi hevur givið
út ein bókling um før
oysk an fótbólt. Bók
ling u rin nevnist:
»Directory of Faroese
Foot ball The com pre
hen sive guide to foot
ball in the Faroe
Is lands«.
Í bóklinginum er ein
kunn ing um øll tey
før oys ku fótbólts fe løg
ini, og myndir av leik
vøllu num hjá teim um.
Øll úrslitini frá
vaksna manna
deildunum frá 2008
eru eisini í bók lingi
num. Har aftrat eru øll
úrs lit ini hjá føroyska
Alands liðnum, síðani
al tjóða lima skapin í
1988. Úrslitini hjá
teim um føroysku
feløg un um í teimum
evro peisku kapp ing un
um eru eisini at finna í
bók ling inum. Søgu ligt
yvir lit yvir avrikini í
steypa kappingi og
lands kapp ingini hjá
teim um ymisku fe løg
un um er eisini at finna
í bóklinginum. Ein
veik leiki við bókini er
kort ini, at niðurløgd
fe løg, sum Skansin og
Æsir verða nevnd.
Men eingin út lend ing
ur, sum skrivar um
Før oy ar og føroysk
viður skif ti man verða
ver ri, enn tær keldur
nar við komandi hevur.
Ann ars er samlað talan
um ein bók ling, sum er
verd ur at geva út
lendsk um fótbólt s
fjepp ar um, sum eina
við kom an di kunning.
Bók ling urin fæst til
keyps hjá Rit og Rák í
SMS, og eisini hjá
H.N. Jacobsens bóka
hand li í miðbýnum í
Havn.
HS
Gerrard fer við til Spania
Stórspælarin hjá Liverpool, Steven Gerrard, sum hevur alstóran týdning fyri liðið, er
nú tøkur aftur. Ið hvussu er verður Steven Gerrard partur av hópinum, sum fer
avstað til spanska høvuðsstaðin, Madrid fyri at spæla ímóti spanska stórfelagnum,
Real Madrid í 1/8 finaluni í Champions League kappingini. Real Madrid og
Liverpool spæla mikukvøldið kl. 19.45. Tað hevur verið ivi um Steven Gerrard fór
at verða klárur til dystin ímóti Real Madrid, men Liverpoolvenjarin, Rafael Benitez
hevur góðar vónir: Steven verður partur av hópinum. Hann kláraði tað væl til
venjingina í morgun. Talan var um servenjingar, so Steven var ikki testaður 100%,
men hann gjørdi tað gott. Nú mugu vit bara síggja hvussu langt tað ber. Sigur
Benitez við heimasíðuna hjá Liverpool.
Beckham livir í vónini
David Beckham vónar framvegis, at hann kann halda fram í italska stórfelagnum, AC
Milan, aftaná 8. mars, tá leigusáttmálin millum amerikanska felagið, LA Galaxy og AC
Milan gongur út. Enski landsliðsspælarin spældi við Milan ígjár, tá teir ígjár vunnu 10
á Cagliari. Yvirfyri BBC staðfesti Beckham enn einaferð sítt ynski um at verða verðandi
í Milano: Eg geri alt, sum eg kann fyri at sleppa at verða verðandi her. Eg havi verið
ovurfegin fyri tíðina her. Samráðingar eru framvegis millum feløgini, og tað eru nógv
fólk, sum royna at finna eina loysn. Eg vóni, at ein loysn verður funnin. Sigur David
Beckham. Eg havi spælt væl á vøllinum fyri Milan, og eg havi staðfest, at eg vil verða
verðandi, og so kann eg ikki gera meir. Tað hevur verið ein stór uppliving at spæla
saman við hesum spælarunum, og at spæla á San Siro leikvøllinum. Eg kann bert vóna,
at tað eisini verður so í framtíðini.
Champions League byrjar aftur