Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 38 - 24. februar 2009 ] Flogbóltsmenninir hjá SÍ hava hetta kapp ingarárið í Eik­ liguni verið noyddir at tikið til takkar við at síggja ÍF framman fyri seg. Men sigurin á Fleyr sunnudagin tryggjaði so SÍ eisini at fáa silvur í lands­ kapp ingini. FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Ikki kann sigast, at líka væl hevur ligið fyri hjá mans­ liðnum hjá SÍ í ár, sum tað gjørdi í fjør. Tá fekst greipan til høldar, men hesa ferð gjørdist tað til silvur í bæði steypakappingini og lands kappingini. Ein frágreiðing er kanska, at týðandi spælarar hava verið burturi. Jón Nielsen var bara við ein dyst, áðrenn hann skifti til Fleyr, og so hava bæði Jóhan Petur á Stongum og Jón Joensen verið burturi við skaðum. Í øllum førum hevur ikki ligið so væl fyri hjá SÍ í ár sum í fjør, og tí gjørdist tað mesta av kappingarárinum hesa ferð ein tilvera í skugga num av fugl firð ing­ um, sum fóru avstað við øllum. Skiftust um settini Silvurið í steypakappingini hevði liðið longu fingið, áðrenn Fleyr kom á vitjan í Sør vági sunnudagin. Men tað skuldi altso ein fimm­ settari til, áðrenn SÍ kundi eiga vissu fyri, at silvur­ krónurnar í landskappingini komu upp á pláss. Fleyr legði bragdliga fyri og tók fyrsta settið sera sann førandi. SÍ læt fleiri av teimum yngru og óroyndaru fáa kjansin, og teir fótaðu sær ikki fyrr enn í øðrum setti, sum SÍ vann. Men longu í triðja setti svaraði Fleyr væl aftur, og hetta gjørdist javnasta settið í dystinum. Í fjórða setti kom meira ferð á spælið hjá SÍ, og tað rakk til at fáa fimta settið, ið somuleiðis var vunnið. Hesi bæði síðstu settini var tað serliga miðjuspælið hjá SÍ, ið gjørdi munin. Bert ein dystur er eftir, sum forrestin er á heimavølli ímóti greipuvinnarunum úr Fugla firði, men greitt er, at hóast Mjølnir kann fáa SÍ aftur í stigum, er sett mun­ urin so stórur, at silvurið eftir seinasta dystin verður hand að sørvingum. Hóast menninir hjá ÍF hava ein dyst eftir í Eikliguni, fingu teir fríggjakvøldið gull og steyp handað eftir dystin á Kambsdali ímóti Mjølni, sum var seinasti heima­ dysturin hetta kapp­ ingar árið. Og ÍF vann enn eina ferð… FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Fuglfirðingar hava gjørt bart í mansflogbóltinum í vetur. Longu eina viku undan steypafinaluni, sum teir eisini vunnu, høvdu teir tryggjað sær føroya­ meistara heitið, ið er eitt tað mest sannførandi í áravís. Tað fekk formannin í Flog bólts sambandinum, Magnus Tausen, at heita á ÍF um ikki at skunda sær so nógv eina aðru ferð, tí tað hóast alt er stuttligari, tá spenning urin sleppur at halda sær eitt sindur longri. Magnus Tausen var fríggja kvøldið komin á Kambs dal at handa monnunum hjá ÍF silvur­ merki og steyp, tí fugl­ firðingar høvdu ynskt at fáa hetta avgreitt í seinasta heima dystinum, heldur enn at bíða til eftir seinasta um far, sum verður á úti­ vølli. Umframt flog bólts for­ mannin segði eisini vara­ borgar stjórin í Fuglafjarðar kommunu, Dánjal Vang, nøkur orð, har hann fegnaðist um, at ÍF við flog­ bólt i n um hevði borið fleiri sigrar til kommununa, sum eisini heiðraði greipu­ vinnar arnar við einum kekki. Byrjaðu kaldir Ikki kann sigast, at fyri­ reikingarnar hjá ÍF vóru tær bestu til júst henda dystin fríggja kvøldið, sum var ímóti Mjølni. Teir í ÍF væntaðu ikki at fáa høllina fyrr enn klokkan 19, tá dysturin skuldi byrja, so teir møttu ikki fyrr enn eitt korter áðrenn. Men tá hevði høllin longu verið tøk so mikið leingi, at klaks víkingarnir høvdu hitað upp í næstan trý korter. Tí vóru teir í Mjølni eisini nógv klárari frá byrjan og vundu burtur úr køldu greipuvinnarunum í fyrsta settinum, heili 25­13! Tá var farið at ornað í monnunum hjá ÍF, sum máttu stríðast eitt sindur fyri at vinna annað sett, men annars gjørdu bart í teimum báðum síðstu settunum og vunnu dystin 3­1. Mjølnir, sum byrjaði kapp ingar árið sera illa og ongan dyst vann í fyrru kapp ingar hálvu, men síðani hevur hálað seg upp á bronsu plássið, royndi at berjast ímóti yvirvøldini, men mátti boyggja seg fyri betra og breiðara ÍF­spælinum. Rúni framúr ÍF hevur alt kappingarárið víst dygdir, ið rættvísgera fram úrskarandi úrslitið. Liðið tapti í fyrsta dystinum, sum var á útivølli ímóti SÍ, men hevur síðani ikki hugt aftur um seg og vunnið alt. Eingin ivi er um, at størsta munin ger tað, at Rúni Weihe er á liðnum, tí hann hevur veruliga verið ein styrkur. Árini í Norra var hann nógv darvaður av skaða, men fleiri siga, at hann ikki hevur spælt betri fyrr, enn hann í vetur hevur gjørt tað við ÍF. Saman við spælandi venjara num, Boban Ilic, hevur hann verið størsta hóttan in hjá ÍF, sum tó hevur víst seg at havt størri breidd og styrki enn bara teir báðar. Og við fleiri ungum spælarum á veg kundi hent seg, at ÍF við hesum greipuárinum ikki bara hevur gjørt ein einsa­ mallan vørr. ÍF-Mjølnir 3-1 (13-25, 25-22, 25-19, 25-18) ÍF fekk gullið fríggjakvøldið SÍ-Fleyr 3-2 (17-25, 25-23, 24-26, 25-20, 15-11) SÍ frá greipu til silvur Greipuvinnararnir hjá ÍF. Aftast frá vinstru: Hans Toftegaard, Dánjal Vang, Jan Ellingsgaard, Boban Ilic, Brian Poulsen og Eyðun Laksafoss. Fremst frá vinstru: Bárður Jacobsen, Høgni Madsen, Áslakkur Reinert Petersen, Rúni Weihe Mynd: Brian Poulsen Neistin og VÍF spæla av nýggjum Dimmalætting veit at siga, at dysturin millum Neistan og VÍF skal spælast av nýggjum. Dysturin varð upprunaliga spældur 18. januar, og høvuðsstaðarfelagið vann við 38­37. Vestmenningar kærdu, tí teir mettu, at eitt mál í seinastu sekundunum av fyrra hálvleiki varð tikið frá teimum í steðginum. Og teir hava fingið viðhald frá kappingarnevndini, sum hevur gjørt av, at dysturin skal spælast av nýggjum. ­ Vit eru triði partur í málinum, og vit hava einki skeivt gjørt. Tað eru vestmenningar, sum kæra eina avgerð hjá dómarunum, men tað rakar okkum, sigur Kjartan Thomassen, formaður í Neistanum, við Dimmalætting. Lønin skal niður við 20 prosentum Í eini roynd at sleppa burtur úr fíggjarligu trongstøðuni hava Todi Jónsson og FCA lagt uppskot fyri felagið hjá fótbóltsspælarum í Danmark. Uppskotið gongur út uppá, at lønirnar hjá spælarunum í FCA verða lækkaðar við einum fimtingi ella 20 prosentum. Enn er talan bara um eitt uppskot, sum nú skal viðgerast. Viðmerkingarnar frá spælarunum í felagnum eru, at um talan skal gerast um lønarlækking, so skal ein ætlan leggjast fyri spælararnar, sum skal vísa, hvussu felagið fer at fáa tingini at hanga saman 2­3 tey næstu árini. vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 ÍF 11 10 - 1 32 12 20 15 2 SÍ 11 6 - 5 24 21 3 8 3 Mjølnir 11 3 - 8 16 29 -13 6 4 Fleyr 11 3 - 8 16 26 -10 3 EIK-ligan, menn