Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-24, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 38 - 24. februar 2009 ] Fleyr tók fyrsta sett og hevði settbólt í fjórða, men megnaði kortini ikki at forða fyri, at SÍ longu sunnudagin kundi tryggja sær meistara heitið. Eins og í finaluni, var talan enn eina ferð um ein góð an og spennandi dyst. FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tveir dystir í Eikliguni vóru á skránni í Sørvági sunnu dagin. Ofta verður kvinnu dysturin tá tann fyrri, men her var øvugt – helst, tí tað lá í luftini, at dyst urin millum kvinnurnar hjá SÍ og Fleyr kundi gerast ein avgerandi dystur. Á ein hátt kann sigast, at trýstið lá á Fleyr, sum skuldi vinna allar sínar tríggj ar írestandi dystir, sam stund is sum SÍ skuldi tapa báðar sínar. Við øðrum orðum skuldi Fleyr í øllum førum vinna í Sørvági sunnu dagin, skuldi unga lið ið í Havn gera sær vónir um at vinna meistaraheitið. Liðið hjá Fleyr er sett saman av fleiri ungum spælarum, sum hava einar tríggjar meira royndar spælar ar at stuðla seg til, og tað var ein av hesum royndu, Gudrid Nolsøe, ið setti dagsskránna í fyrsta setti num, tá hon í tveimum um førum servaði so væl, at SÍ stórt sæð ongantíð slapp ordi liga í gongd, hóast munur in var lítil. Nú raknaði SÍ við og fann sítt varieraða spæl fram, sum vit eisini sóu í steypa­ finaluni. Breiddin á liðnum kom til sín rætt og nú riggaði bara alt í teimum báð um næstu settunum, meðan einki vildi bera til hjá Fleyr. SÍ fekk tí lagt seg rími liga lætt á odda 2­1 í dysti num, so nú var liðið bara eitt sett frá gullinum. Nervapirrandi Tað sá eisini út í fjórða setti, sum skuldi SÍ taka tað upp á sama máta sum hini bæði undanfarnu, tí tað gekk sum fótur í hosu, og SÍ kom á odda 20­13. Men so fann Fleyr servurnar frá fyrsta setti fram av nýggjum og byrjaði at nærkast aftur. Fyrst var tað Hjørdis Johanne sen, ið servaði Fleyr upp til 21­16, áðrenn Anja Danielsen tók við og servaði Fleyr upp á 21­21. Nú gjørdist tað rættiliga nerva pirrandi hjá sør ving­ u m, og tað kom enntá so langt, at Fleyr hevði set t­ bólt, tá støðan var 24­25. Men í evstu løtu fekk SÍ sítt spæl at rigga aftur og vann settið 27­25. Harvið var hesin góði og spennandi dysturin vunnin og SÍ hevði fingið bæði før oya meistaraheitið og grei p una undir land. Óneyðugt er at siga, at frøin í høllini var øgilig, tí hetta er ikki sørt av einum bragdi, at SÍ annað árið á rað fer avstað við øllum, sum er at vinna hjá kvinnunum. Framvegis er eitt sindur av spenningi eftir í Eikliguni hjá kvinnum, tí ikki færri enn trý lið eru eftir í kapp­ ingini um silvurið. Spurning urin verður nú, um Fleyr, Mjølnir ella Dráttur tekur tað, og eitt av hesum trimum verður so sitandi eftir við ongum heiðursmerki. Samanspældar Venjarin hjá SÍ­kvinnunum, Jóhan Petur á Stongum, er sjálvandi ovurfegin um, at tað enn eina ferð eydnaðist at taka greipuna, enntá annað árið á rað. Serliga fegnast hann um, at tað eydnaðist at fáa hetta frá hond ini, so sleppast kundi undan at seta alt upp eftir enda í seinasta dystinum ímóti Drátti, samstundis sum aðrir dystur eisini kundu fingið ávirkan. – Hetta var ordiliga deiligt, tí nú kunnu vit í friði og náðum bíða til 14. mars, tá vit spæla okkara seinasta dyst, sigur Jóhan Petur, sum hevur eina ein falda frágreiðing uppá, hví SÍ júst nú hevur eitt kvinnu lið, sum tvey ár á rað megn ar at vinna bæði steypa­ og lands kapp­ ing ina: – Tær hava spælt saman altíð, líka frá tær vóru 12 ára gamlar, so tær kenna hvørja aðra. Nú eru tær so eitt ár eldri og hava enn fleiri royndir at halla seg til. Og í ár hevur liðið ment seg enn meira, tí allar hava tikið størri ábyrgd, nú Karin Mikkelsen ikki kom við fyrr enn eftir nýggjár. Hon fyllir nógv á liðnum og hevur fyrr gjarna verið tann, sum hevur staðið við endan, tá tað hevur staðið á, men nú hon ikki hevur verið har, eru hinar avgjørt vaksnar við uppgávuni. Brandgult kort til umrøðu Pierluigi Collina, formaður í italska dómarafelagnum, upplýsir, at nógv prát hevur verið um brandgula kortið til fund í UEFA. ­ Nógv prát hevur verið um brandgula kortið, hetta kundu vit nýtt, tá reytt kort er ov nógv, og gult kort er ov lítið, sigur Collina við www.gazzetta.it. Ætlanin við hesum kortinum er at vísa manninum út, í so langa tíð, sum dómarin heldur vera hóskandi. Eisini eitt uppskot, um at hava fleiri dómarar á vøllinum varð umrøtt. ­ Platini dámar hugskotið við einum eyka dómara á vøllinum, og italska fótbóltssambandið er klárt at gera royndir við hesum, men hetta er nakað dómararnir skulu avgera, sigur fyrrverandi dómarin. Rúni Nolsøe skal venja 07 Vestur Rúni Nolsøe skal standa á odda fyri næstbesta liðnum og unglingum hjá 07 Vestur í komandi kappingarári Rúni Nolsøe, sum í farna kappingarári var høvuðsvenjari í HB, skal nú venja næstbesta liðið og unglingarnar hjá 07 Vestur. Sáttmálin er galdandi fyri 2009. Tað váttar hann fyri Kringvarpinum. Rúni Nolsøe sigur, at tað er møguleiki fyri, at hann fer at spæla við næstbesta liðnum, um tørvur er á tí.a vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 17 15 - 2 48 22 26 19 2 Fleyr 16 10 - 6 35 25 10 13 3 Mjølnir 15 9 - 6 28 25 9 10 4 Dráttur 15 8 - 7 33 28 5 9 5 ÍF 14 7 - 7 27 25 2 8 6 KÍF 16 5 - 11 27 38 -11 7 7 TB 15 0 - 15 4 45 -41 0 EIK-ligan, kvinnur Greipuvinnararnir hjá SÍ. Aftast frá vinstru Annika Niclasen, Gunleyg Joensen, Birgit Guttesen, Helga Guttesen, Unn Petursdóttir Kruse, Ann-Britt Thomasen, Vivian Joensen og Lisa Niclasen. Fremst frá vinstru: Heidi Christiansen, Jónvá Hansen, Tórfríð Tavsen, Annika á Stongum, Karin Mikkelsen og Elin Weihe. Liggjandi: Jóhan Petur á Stongum, venjari, og Kári Mikkelsen, hjálparvenjari Myndir: Jákup á Stongum SÍ-Fleyr 3-1 (24-26, 25-19, 25-12, 27-25) SÍ letur hini stríðast um silvurmerkini