týsdagur 24. februar 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 38 - 24. februar 2009
Hvonn hevur latið hurðarnar
upp fyri jazz tónum hvørt
týskvøld í nærum eitt ár, og
samstundis hevur Hvonn
Lounge gjørt stórar íløgur.
Tey hava millum annað keypt
eitt klaver og eitt nýmótans
ljóð anlegg, soleiðis at
umstøðurnar hjá tónleikinum
eru so góðar sum til ber.
Týskvøldið er so aftur
jazzur á Hvonn. Hesaferð er
tað Heðin Ziska Davidsen, ið
leikar á guitar, Mikael Blak,
ið leikar á bass, Óli Olsen,
ið leikar á klaver og Brandur
Jacobsen ið leikar á trummir.
Heðin er serliga kendur
sum guitarleikarin í Yggdrasil
og Hatespeech, men hevur
eisini sín egna bólk, ið nev-
nist Tjant. Tjant hevur útgivið
tvær fløgur, og nevnast kann,
at Mikael, Brandur og Óli
eisini eru partur av bólkinum.
Mikael er bassistur í 200,
fastur bassistur hjá Teitur
Lassen eins og hann eisini er
partur av Yggdrasil.
Óli Olsen er serstakliga væl
kendur úr bólkinum Enekk,
men tað farna árið hevur
hann eisini verið partur av
bólkinum Crawling Blue, ið
fer at geva út fløgu síðst í
mars í ár.
Brandur Jacobsen er ein
sera virkin trummuleikari.
Hann er partur av bólkinum
Yggdrasil, Crawling Blue,
fastur trummuleikari hjá
Høgna Lisberg eins og hann
hevur útgivið tvær fløgur í
egnum navni.
”Saman við tær” er heitið á
nýggjari gospel-fløgu, sum
Tórhild Bjarkhamar í Leirvík
hevur givið út. Á fløguni
eru 10 løg á føroyskum og
enskum.
Hetta er fyrsta flø-
guútgávan hjá Tórhild
Bjarkhamar, sum við ljósu
rødd síni framførir bæði
kendar og ókendar sálmar
og gospelløg. Í einum av
sangunum, ”Maria visti tú?”
fær hon hjálp av kendu song-
kvinnuni Eivør Pálsdóttir.
Fløgan er tikin upp í Kris-
stuff STUDIO. Tónleikarar
eru: Gunnar Guttesen, klaver,
strúkara og harmonika,
Niclas Johannesen, akusti-
skan gittara og el gittara,
Kristoffer Mørkøre, bass,
loops og slagverk, Brandur
Jacobsen, trummur og Jákup
Zachariassen, steel, dobro og
akustiskan gittara.
Tórhild Bjarkhamar er
46 ára gomul og fødd og
uppvaksin Leirvík. Hon er
útbúgvin lærari og starvast
í løtuni sum málsviðgeri í
Barnaverndartænastuni hjá
Klaksvíkar kommunu.
Í sambandi við fløguút-
gávuna verður útgávukonsert
í Kelduni í Skálafirði, frígg-
jakvøldið 27. februar klokkan
19.30.
Linda fær
rós fyri
sangin
Tað er ikki stóra showið
yvir Lindu Andrews, men
hon hevur eina fram úr
góða rødd, halda um
mælar ar hjá BT. Dan s ka
blaðið BT brúkar egn ar
ummælarar at fylgja X
Fac tor kappingini hjá DR.
Fríggjakvøldið sang
før oyska Linda Andrews
seg víðari í kappingini,
og hon fekk nógv rós fyri
sína tryggu framførslu í
send ing ini.
Ummælararnir hjá BT
hal da, at framførslan hjá
Lin du Andrews var eitt
sind ur keðilig, men teir
hal da, at hon er ein framúr
góð ur sangari.
Eg kann bara siga, at
Whit ney Houston, Cline
Dion og Mariah Cary hava
fing ið eina vinkonu, sigur
Ken ny Aleksandr, sum
er ein av ummælarunum
hjá BT. Linda Andrews
skal aftur í eldin í X Factor
fríggja kvøldið.
Stuðla
Lindu á
Facebook
Linda Andrews hevur
ein sokallaðan fanklubb
á Facebook, har umleið
1.800 fólk hava víst sín
stuðul.
Facebook hevur
veru liga sett síni spor
kring heimin, og alsamt
fleiri og fleiri sokallaðir
face book bólkar verða
stovn að ir hvønn dag.
Mill um annað kann
nevnast, at ein bólkur
er stovnaður undir
heitinum “Føroyingar á
Face book”. Føroyska
song kvinnan Linda An
drews er eisini komin í
Face bookheimin, og ein
bólk ur, við umleið 1.800
lim um, er stovnaður
til æru fyri hennara
luttøku í XFactor. Bólk
urin nevnist FAN CLUB
Support Linda An drews
in XFactor, og fjepp
ar arnir í bólkinum eru
frá ávikavist Føroyum,
Danmark og Íslandi.
Hvonn aftur karmur um livandi jazz tónleik
Tórhild Bjarkhamar við nýggjari fløgu
Tey ungu senda í miðal yvir
341 smsboð um vikuna. Tað
vil siga umleið 50 um dagin.
Tað er sjey ferðir so nógv
smsboð, sum tey í aldursból-
kinum 30-49 ár senda.
Tað eru framvegis tey yngri
enn 19 ár, ið senda mest
smsboð. Tað vísur ein nýggj
kanning, sum TNS Gallup
hevur gjørt fyri donsku
telefyritøkuna TDC. Í miðal
senda tey ungu 341 smsboð
um vikuna. Miðaltalið fyri
allar aldursbólkar er 63 sms
boð. Eisini í aldursbólkinum
yvir 50 ár, eru eini smsboð
um dagin vanligt.
Hóast høga talið av sms-
boðum, er tað einki sum
bendir á, at nýtslan av sms-
boðum er minkandi.
Sambært hálvársfrá-
greiðingini hjá danska IT-
Telestyrelsen, vaks talið av
sendum smsboðum til heilar
13 milliardir smsboð í 2008,
sigur TDC við Ekstrablaði.
Í aldursbólkinum 20-29 ár
er nýtslan av smsboðum 102
um vikuna, meðan aldursból-
kurin 30-49 ár bert sendir 47.
Í aldursbólkinum yvir 50 ár
er talan um 11 smsboð um
vikuna.
Tey ungu senda 341
smsboð um vikuna