Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 39 - 25. februar 2009 Sjúkrarøktarstjórin, Lisbeth Lykke Bruun, fer úr starvi 1. mars, men Lands­ sjúkrahúsið hevur ikki lýst eftir nýggj­ um leiðara. Felagið Føroyskir Sjúkra­ røktarfrøðingar rykkja nú eftir svari, um nær nýggjur sjúkrarøktarstjóri verður settur Sjúkrarøkt Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo - Vit hava sent Lands sjúkra- húsinum skriv um nær nýggj ur sjúkrarøktarstjóri verður settur í starv, men hava einki frætt. Tí fara vit nú at senda eitt nýtt skriv, har vit rykkja eftir svari, sigur Vár í Gong, forkvinna í Felagið Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingar. Tað var í farna mánaði, at virkandi sjúkrarøktarstjórin, Lisbeth Lykke Bruun, segði seg úr starvi. Men eingin lýsing hevur verið at sæð, um at Landssjúkrahúsið søkir eftir nýggjum stjóra. Tað skilst, at fleiri hol eru í leiðsluni á Landssjúkra hús- inum, sum manglar fleiri leiðarar. Fyri Felagið Før- oyskir Sjúkrarøktar frøð ing- ar er tað av alstórum týdn- ingi, at hava ein leiðara, og tískil rykkir felagið eftir svari. - Tað hastar, at fáa nýggj- an stjóra fyri økið, og tað er alneyðugt fyri okkara felag. Vit undrast á, at starvið ikki er lýst leyst enn. Starvs lýs- ingarnar skuldu langt síðan verið komnar, sigur Vár í Gong. Tað var miðskeiðis í 1990 árunum, at Felagið Før- oysk ir Sjúkrarøktarfrøðing- ar fóru í verkfall, tí teimum manglaði ein stjóra. Seinasti sjúkrarøktarstjórin, Lisbeth Lykke Bruun, segði seg úr starvi í farna mánaði. Hon virkaði sum stjóri í einans sjey mánaðir. Orsøkin til uppsøgnina, var persónlig, segði hon. Við Felagið Før- oyskir Sjúkrarøktar frøð ing- ar hevur hon sagt, at hon var væl nøgd við arbeiðs- økið, og at nógv var at taka hond í. Seinastu tíðina hev- ur Lisbeth Lykke Bruun ikki verið til staðar. Allan Skaalum var upp- tikin av fundi, og var tí ikki at hitta í dag. Hans Pauli Strøm sá seg ikki føran fyri at svara spurn inginum um setan av nýggjum sjúkrarøktarstjóra í dag. undir Krákugjógv 19 · Tórshavn · tel 34 54 00 · fax 34 54 03 Okkum vantar bilar Vegna øktan eftirspurning uppá brúktar bilar í prísleguni upp til kr. 50.000,- vantar okkum bilar frá kr. 5.000,- til 50.000,- Vit hava góðar og lítið brúktar bilar at bjóða tykkum ístaðin. Úrvalið er stórt og vit bjóða góða fígging. Støkk inn á gólvið og lat okkum fáa eitt bilprát. Nýggj havn á Oyrareingjum Leygardagin 7. mars klokkan 13 verður nýggja havnin á Oyrareingjum alment tikin í brúk. Heimasíðan hjá Tórshavnar Kommunu sigur, at hátíðarhaldið í sambandi við, at nýggja havnin á Oyrareingjum alment verður tikin í brúk, byrjar klokkan 13, tá Havnar Hornorkestur spælir. Síðani er skráin hendan: klokkan 13.15 flytir Jákup Símun Simonsen, formaður í havnanevndini, fram røðu. Síðan spælir Havnar Hornorkestur. Klokkan 13.30 fara Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jákup Símun Simonsen, formaður í havnanevndini, at klippa snórin og beint eftir verður alment kaffiborð umborð á Smyrli, sum liggur við bryggjuna Sjúkrarøktarfrøðingar rykkja eftir stjóra Gleðin var stór í Pætursgøtu í gjár­ kvøldið, tá tíð ind ­ ini bórust um at búfólkini í Pæturs­ gøtu kundu vera verandi í sambýlinum PæturSgøta Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Búfólkini í sambýlinum í Pætursgøtu eru ovurfegin um avgerðina hjá lands- stýris kvinnuni í almanna- málum um at strika spar- ingina av stovninum. – Hetta vóru gleðiboð. Eg varð so positivt tikin á bóli av boðunum. Eg havi verið stúrin, og havi hugsað nógv um tað hesar seinastu dagarnar, sigur Niels Heðin Gaard Joensen. Lagið hevur ikki verið nakað serligt á búfólkunum í Pætursgøtu seinastu daga- r nar. - Eg má siga, at tað hevur verið grátur. Men í gjár- kvøld ið varð tað altso gleð- is tár, vit feldu, sigur hann glaður. Saman við búfólkunum, eru starvsfólk og tey av var- andi ovurfegin um at Niels Heðin og hinir sleppa at vera verandi í sambýlinum. Sambýlið í Pætursgøtu hev- ur nógv at siga fyri bú fólk- ini, ikki minst fyri Niels Heðin Gaard Joensen. - Eg eri glaður fyri at vera her. Eg eri glaður fyri at hava starvsfólkini her at venda mær til, tá eg havi brúk fyri tí. Tað kennist trygt her. Niels Heðin Gaard Joen- sen heldur tað hava gjørt ávirkan, at hann hevur verið fram í miðlunum, og greitt frá støðuni, og hann er ikki sørt errin av úrslitinum. Nú kann hann kenna seg trygg- an í Pætursgøtu. - Her verið eg búgvandi til lutaíbúðirnar verða veru- leiki, staðfestir hann. Rósa Samuelsen kunn- gjørdi í tíðindasendingini á nátturða í gjárkvøldið, at sambýlið í Pætursgøtu er bjargað. Ætlanin var at fáa eina viðmerking til blaðið í dag, um hvussu peningurin er fingin til vega og hvussu tað verður sparingum á øðr- um stovnum, men tað eydn- aðist tíverri ikki. Hon segði við útvarpið hjá Kringvarpinum, at hon væntaði at fáa eina eyka- játtan til almannaøkið. Gleðistár í Pætursgøtu – Vit undrast á, at starvið ikki er lýst leyst enn. Starvslýsingar skuldu langt síðan verið komnar, sigur Vár í Gong, forkvinna í Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Savnsmynd – Eg má siga, at tað hev ur verið grátur. Men í gjár­ kvøldið varð tað altso gleðis­ tár, vit feldu, sigur Niels Heðin Gaard Joensen, nú tað er kunngjørt, at sambýlið í Pætursgøtu fær frið fyri sparingum Mynd: Jens Kristian Vang