Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 39 - 25. februar 2009 Hesa vikuna er Sjálv­ stýris flokkurin um boð aður á tingi við tveimum kvinnum. Hetta er aðru ferð, at tvær sjálv stýris kvinnur sita á tingi POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá vit skrivaðu á Portalinum í gjár, at Rúna Sivertsen og Kris tina Toftegaard Larsen skrivaðu løgtingssøgu við at tað er fystu ferð, at Sjálv­ stýris flokkurin er um boð­ aður av tveimum kvinnum á tingi, so var hetta ikki rætt. Hóast upplýsingarnir komu frá hægsta toppinum í Sjálvstýrisflokkinum, so hevur Andrea Lervig gjørt okkum varðugar við, at hon sjálv sat á tingi í 2001 saman við Helenu Dam á Neysta bø, og at tær báðar sostatt eru fyrstu tvær kvinnur nar, sum hava sitið á tingi í senn fyri Sjálv­ stýris flokkin. Nú Rúna Sivertsen situr sjálv onnur á tingi fyri Sjálv stýrisflokkin kann verða vert atg nevna, at hon var ein av trimum kvinnum, sum fyri fyrstu ferð um boðaðu ein og sama flokk á tingi. 17. januar 2001 tóku Katrin Dagbjartsdóttir Johan sen og Leila á Lofti sæti á tingi fyri Fólka­ flokkin, og saman við Rúnu Sivert sen, sum framman undan var fastur eykamaður fyri Anfinn Kallsberg, sum tá var løgmaður, skrivaðu hesar søgu við at tað fyri fyrstu ferð vóru tríggjar kvinnur, sum umboðaðu sama flokk á tingi. Tað, sum annars er áhuga­ vert við støðuni nú, tá tær báðar Rúna Sivertsen og Kris tina Toftegaard Larsen sita á tingi, er, at ikki bert Kári á Rógvi, Kári P. Høj­ gaard eru í farloyvi hesa vikuna, men eisini hjá triðja Káranum, Kára Petersen, ið er triði maður á listanum, berst frá at taka sæti á tingi fyri føstu limirnar. Talan verður um tingsess fyri tær báðar hesa vikuna, sum tær ætla sær ikki at sita hendur í favn hesar dagar­ nar. Eitt nú hevur Rúna Sivert sen sett fram tríggjar munn ligar fyrispurningar, sum skulu svarast í dag. Ein er til Rósu Samuelsen, ein til Anniku Olsen og ein til Jørgen Niclasen. Sjálvstýriskvinnur á ting Til Jørgen Niclasen: Viðvíkjandi ST­sáttmálanum um rættindi teirra brekaðu Kann landsstýrismaðurin upplýsa fyri Løgtinginum, nær hann væntar, at ST-sáttmálin um rættindi teirra brekaðu kann verða settur í gildi í Føroyum? Viðmerkingar: Tann 27. januar 2009 verður á heimasíðuni hjá Uttan ríkis ráðnum boðað frá, at lands stýris maðurin á landsstýrisfundi hevur fingið undirtøku fyri at halda fram við at fyrireika ígildissetan av ST­sáttmálanum um rættindi teirra brekaðu. Tó verður einki upp lýst um, nær væntast kann, at sátt málin kann fáa gildi fyri Føroyar. Annika Olsen verður spurd: Viðvíkjandi íløguraðfesting 1. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hvussu íløgurnar í sam ferðslukervið verða raðfestar næstu árini? Serliga, hvussu rað fest verður millum íløgur, ið eru feldar sum verklagslógir, men hava fingið játtan, og íløgur, ið eru samtyktar sum verklagslógir, men ikki hava fingið játtan? 2. Tekur landsstýriskvinnan undir við, at í 2009 verður nakað flutt frá óvissum íløgum til almennan rakstu r, herundir átrokandi al man na - útreiðslur og íløgu kenda n rakstur í út búgv ing ar- kervinum? 3. Fer landsstýrismaðurin at leggja fram broytingaruppskot ella nýuppskot viðvíkjandi við komandi verklagslógum? Viðmerkingar: Fíggjarnevndin hevur sett røð av nýíløgum ígongd, uttan at semja er fingin í lag um at fremja hesar komandi fíggjarárini. Løgtingsmál 36/2007 um fast sam band Sandoyar og Streym oyar millum varð samtykt – men bert tvær milliónir eru játtaðar. Løgtingsmál 134/2007 um tunnil við tilhoyrandi vega sam bandi millum Klaksvík, Árna fjørð og Depil varð hinvegin felt – men 22 milliónir eru játtaðar. At enda spyr hon Rósu Samuelsen: Viðvíkjandi setanarsteðgi hjá tí almenna Er ætlanin at setanarsteðgurin hjá tí almenna eisini skal raka tey, ið ongan møguleika hava at klára seg sjálvi uttan við hjálp frá stuðlum? Viðmerkingar: Í fyrispurninginum verður hugsað um øll tey, sum av einari ella aðrari orsøk eru bundin av at fáa hjálp frá øðrum til at gjøgnum­ føra sín gerandisdag. Er tað so, at setanarsteðgurin eisini um fatar persónligar stuðlar hjá fólki við serligum tørvi, koma sparing ar nar at raka sera til vildar liga og tískil eisini órætt víst. Rúna Sivertsen og Kristina Tofte gaard Larsen sita sum nevnt á tingi vikuna út. Rúna Sivertsen og Kristina Toftegaard Larsen sita á tingi hesa vikuna fyri Sjálvstýrisflokkin Mynd: Jens Kristian Vang Leila á Lofti, Katrin Dagbjartsdóttir Johansen og Rúna Sivertsen. Mikudagin 17. januar 2001 tóku tær báðar fyrst nevndu sæti á tingi, og saman við Rúnu Sivertsen skrivaðu tær harvið søgu sum fyrstu tríggjar kvinnurnar, sum sótu á tingi í senn fyri sama flokk Tríggjar fyri spurningar Sum nevnt setur Rúna Sivertsen tríggjar munnligar fyrispurningar til trý landsstýrisfólk. Teir eru soljóðandi: Íslendskir bílar til Noregs Norðmenn hava keypt nógvar bilar úr Íslandi, síðani tað íslendska bankakervið kom í trupulleikar. Bila sølu maðurin Trond Sandven í Bergen sigur við blaðið Finans avisen, at hann hevur keypt 143 bilar úr Íslandi teir seinastu mánaðirnar. Teir hevur hann selt bíliga, og nú hevur hann bílagt 52 afturat. Norski bilasølumaðurin sigur, at hann keypir serliga dýrar jeepar av sløgunum Toyota Land Cruiser, Land Rover Sport og Porsche Cayenne. Allir bilarnir eru frá 2007 og kosta bara ein triðing av upprunavirðinum, sigur sølumaðurin. Nógvir bretar fáa sukursjúku Talið á bretum, sum líða av sukursjúku, er vaksið sera nógv tey seinnu árini og er í dag meiri enn 60 prosent størri enn fyri bara tíggju árum síðani. Sambært Sky News er eingin ivi um, at samband er millum hetta og tann veruleika, sum munandi fleiri bretar stríðast við ovurfiti nú enn fyrr. Sukursjúka er mest vanliga sjúkan í USA, men nýggjar kanningar vísa, at talið á fólki við sukursjúku veksur skjótari í Bretlandi enn í USA. Sambært Sky News vaks talið á sukursjúkum bretum 63 prosent í árunum frá 1997 til 2007.