Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 39 - 25. februar 2009 Í gjár segði Høgni Hoydal, at Javnaðar­ flokkurin hevur bundið restina av samgonguni til at forða fyri, at kanning av lásamálinum verður gjørd. Hetta nokta allir samgongu­ flokkarnir LásagøLan Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo - Eg kenni onki til, at vit skulu hava bundið sam- gonguna til nakað í hesum máli, sigur John Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. Hann leggur afturat, at hann onki hevur ímóti, at málið verður kannað, men hann sigur seg ikki skilja, hví mann framvegis rótar í málinum. - Tað vóru tveir politik- arar, sum ikki kláraðu upp, og tað nyttar onki at gera kanningar av einari tílíkari ósemju. So einfalt er tað, staðfestir John Johannesen. Hann leggur stóran dent á, at hann gjarna sær eina kanning, men at hann ikki heldur tað loysa seg. Kanningarstjóri finnur ongan sannleika Hóast Alfred Olsen, for- maður í tingbólkinum hjá Sambandflokkinum, er sannførdur um, at borgarin hevur rætt til at kenna sann- leikan í lásagøluni, so vil hann ikki vera við til at seta nakran kanningarstjóra. - Hetta er nakað vit hava viðgjørt í flokkinum, og vit meta ikki, at ein kanning- arstjóri kann siga hvør hevur skuldina, sigur Alfred Olsen. Hann heldur tó, at kanningarstjórin heilt víst hevði gjørt eitt gott arbeiði, og at borgarin hevur rætt til sannleikan í hesi politisku gølu. Hann vísir somuleiðis á, at hetta var ein persónlig ósemja millum tveir polit- ikarar, og at tað ikki er nakað Sambandsflokkurin var við í. - Tað er eisini ein spurn- ingur um tað fíggjarliga við einum kanningarstjóra, hóast prísur ikki kann setast á sannleikan, fortelur Alfred Olsen. Eisini Alfred Olsen av- vísir blankt, at Javnaðar- flokkurin er komin við nøkrum boðum. - Eg kendi ikki støðuna hjá Javnaðarflokkinum fyrr enn nú, og eg veit heldur ikki, hvat Fólkaflokkurin heldur, staðfestir Alfred Olsen. Fólkaflokkurin ikki bundin Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum hjá Fólka- flokkin, staðfestir, at Fólka- flokkurin ikki hevur bundið seg til nakað sum helst. - Fólkaflokkurin hevur ongi boð fingið, og vit lata okkum ikki binda av nøkrum. Heldur ikki í hes- um málinum, sigur Fólka- flokstingmaðurin. Hann leggur afturat, at lásagølan var eitt mál, sum á ongan hátt prýddi politiska lands- lagið í Føroyum, og at Fólkaflokkurin ikki var partur av málinum. Somuleiðis dugir hann ikki at síggja, at tað skal tæna nøkrum endamáli at kanna hetta mál. - Og kennir onkur seg órættaðan, so hava vit eina rættarskipan, sum er til, júst til hetta endamál, sigur Jákup Mikkelsen. Hann heldur eisini, at tey flestu munnu vera samd um, at tað ikki loysir seg, at halda lív í einum tílíkum máli. Høgni Hoydal segði í gjár, at hann fer at gera alt fyri at reinsa seg, og líkt er til, at rættarskipanin er hansara einasti møguleiki. Hetta er sambært Bjørn á Heygum, løgfrøðingi, torført, tí talan er um pástandi móti pástandi. Hinvegin kann Herluf Sigvaldson loysa málið, um hann kemur inn sum vitni LásagøLan Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tá lásagølan var fyri. Sýntist alt sum ein stórur ruðuleiki. Pástandur var ímóti pástandi. Og øll fingu greiðu á, at antin Høgni Hoydal, fyrrverandi uttan- ríkisráðharri, ella Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, leyg í málinum. Úrslitið varð samgonguslit. Kári P. Højgaard, tingmaður, vildi koma til botns í hesi skommini, sum hann kallar málið og royndi at finna undirskriftir til ein kanningarstjóra. Nú hevur Kári P. Højgaard givið skarvin yvir, tí hann ikki megnaði at finna fjúrtandu undirskriftina, sum skuldi til. Høgni Hoydal vil fram- vegis reinsast. Tað segði hann í gjár. Men tá undir- tøka ikki er fyri nøkrum kanningarstjóra, so er rætt- arskipanin einasti møgu- leiki. Her hevur hann tó ongan møguleika, sambært Bjørn á Heygum. - Annar av pørtunum lýgur, men tað er pástandur ímóti pástandi og krónu- vitnið, Herluf Sigvaldson, hevur ikki vilja úttalað seg. So eg dugi ikki at síggja, at Høgni Hoydal hevur nakran serligan møguleika at fara ígjøgnum rættarskipanina at verða reinsaður, sigur Bjørn á Heygum. Hann leggur tó afturat, at megnar Høgni Hoydal, sum fram- vegis kennir seg órættaðan, at finna veruliga doku- mentatión, eitt hondfast prógv ella fær Herluf Sigvalson at vitna, so er tað ein heilt onnur sak. Bjørn á Heygum vísir somuleiðis á, at hann ivast, um málið nakrantíð verður uppklárað. Sosialurin hevur roynt at fáa viðmerkingar frá Herlufi Sigvaldson, men hetta bar ikki til, áðrenn blaðið fór til prentingar. Herluf Sigvaldson er lykilin til lásagøluna Javnaðarflokkurin ikki lagt veto Nr. 174 • hósdagur • 11. september 2008 • 82. árgangur • Kr. 15,00 Sofía Jacobsen: 84 ár og fiskar fram­ vegis laks Rættiligt rok var í v u­ni millu­m løgman og varaløgmann, eft at ein hu­rð á løgman skrivstovu­ni varð lir u­pp. Løgmansstjórin váttar, at »kontrovers ir hava verið u­m høli nýtslu­«. Su­m skilst vil Høgni Hoydal hava betri hølisu­mstøðu­r t Uttanríkisráðið »watergate« í tinganesi Jákup á Borg: eg fekk ikki so ilt tað ringasta Heini hevur upplivað ítr 19 Fyrsta yrk­ ingarsavnið hjá Hanusi Síða 12-13 Síða 4-5 Síða 7 Neistin vs Rk Lovcen eykab um ne Tilgjørd mynd 11. septembur 2008 fall ein bumba, sum byrjaði løgnastu politisku gøluna í nýggjari tíð. Gølan endaði við samgongusliti. Hóast samgongupolitikarar eru harmir um hendingina, so vilja teir ikki kanna hana til botns Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, dugir illa at síggja, at Høgni Hoydal hevur nakran møguleika at fara í rættin við lásagøluni, um ikki Herluf Sigvaldson kemur inn at vitna USA sterkari aftan á kreppuna Barrack Obama, forseti, helt í nátt sína fyrstu røðu í Kongressini um støðuna hjá tjóðini. Hann segði millum annað, at tann næsta fíggjarlógin verður merkt av íløgum á trimum økjum, sum eru altavgerandi fyri landsins búskap í framtíðini - orku, heilsuverk og útbúgving. Forsetin vissaði áhoyrararnar um, at USA fer at sleppa burtur úr teimum búskaparligu trupulleikunum, og at landið verður sterkari tá enn frammanundan. Hann segði, at tey næstu fýra árini fer hansara stjórn at skarva helvtina av hallinum hjá tí almenna. Barrack Obama kom eisini við einum lyfti um størri gjøgnumskygni, tá tað snýr seg um at fíggja krígsførsluna í Irak og Afghanistan. 83.000 hava kolera Heilsustovnurin hjá ST, WHO, sigur í einari nýggjari frágreiðing, at nú eru meiri enn 83.000 tilburðir av sjúkuni kolera staðfestir í Zimbabwe. Samstundis verður upplýst, at næstan 3.900 fólk eru deyð av sjúkuni, og at 60 eru deyð síðani seinasta leygardag. Fimm umboð fyri ST tingaðust í síðstu viku við zimbabwiska forsetan, Robert Mugabe, um, hvussu kolera-sjúkan skal basast. Partarnir tosaðu eisini um, hvussu fólkið í Zimbabwe skal fáa nóg mikið til matna.