mikudagur 25. februar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 39 • 25. feb. 2009
85 ár kann tykjast at vera ein
long tíð. Men kortini eru fleiri
sum minnast hesa tíðina, og sum
eisini kunnu greiða frá henni.
Men tað er greitt, at hesi
fólkini fara at fækkast. Tískil
hevur høvi verið nýtt til, umframt
tær skrivligu keldurnar, sum
finnast, at tosa við fólk, sum vara
av hesi hending, og sum kunnu
greiða frá henni. Her er fyrst og
fremst talan um børn hjá teimum
sum fórust.
Fyri at lýsa hetta tíðaskeiðið fer
í Miðvikuni eisini at verða tikið
í aftur tær stóru vanlukkurnar,
sum hendu í 10 ára skeiðnum
1910-1924 serliga við atliti til
Suðuroynna, sum varð hart rakt
hesi árini. Tað vóru eisini nógvar
vanlukkur við bátum, men tær
stóru skipsvanlukkurnar hetta
skeið vóru hesar:
Í 1914 fórst Robert Miller úr
Vági við 11 monnum. Nærri hevur
verið greitt frá hesi vanlukku í
100 ára greinini um Diin í Porkeri.
Í 1915 er skaðagrindin í
Sandvík, har 14 mans úr Hvalba
og Sandvík umkomust.
Í 1916 gongur Ruthland úr Vest-
manna burtur við 15 monnum.
Í 1919 ganga tveir bátar úr
Hesti burtur. Fyrst sakna teir ein
bát, so fer ein annar bátur út at
leita. Hann kom heldur ikki aftur.
Hestur misti 11 menn hendan
dagin.
1920 er eitt vanlukkuár, sum
tilsamans kostar 62 mannalív.
Kristina ferst við 15 monnum,
nógvir av teimum frá Gjógv. Tað
er greitt frá hesi vanlukku í røðini
vit høvdu í Miðvikuni við Dinnufíu
Ferjá frá Gjógv.
Men afturat Kristinu farast tvey
suðuroyaskip. Hesi eru Helena
við 20 monnum og Karin við 13
monnum.
Í 1922 ferst Norðlýsið úr Fugla-
firði á veg til markna við 7 monnum.
Vanlukkuárið 1924
1924 er eisini eitt vanlukkuár.
Av skipum norðanfjørðs gongur
toftaskipið Anna burtur. Hetta er
ein hending, sum er hampiliga
væl kend. Hetta er fyrst og fremst
orsakað av, at vit vita, hvar hetta
hendi, og at líkini av teimum
flestu av manningini komu í
kristna jørð í Reykavík. Eisini
ger minningarhaldið, sum fiski-
mannafelagið skipaði fyri í Íslandi
í 1999 í gamla kirkjugarðinum
í Reykjavík, hendingina kenda.
Tað er júst sett ein navnapláta á
grøvina. Hetta hevur eisini verið
umrøtt í bløðunum.
Umframt fórst hetta árið av
suðuroyaskipum General Gordon
við 19 monnum og Sjóriddarin við
8 monnum.
General Gordon
Henda umrøðan verður í øvugtari
raðfylgju, so byrjað verður við
árinum 1924. Ein skrivlig kelda er
Erling Poulsen, sáli, sum gjørdi
heilt fitt fyri at fáa niðurskrivað
okkara fiskimannasøgu. Vit høvdu
nógv saman, og hann gav mær
loyvi til frítt at nýta hansara
tilfar, eins og hann eisini fekk
nyttu burtur úr tí, sum eg sjálvur
skrivaði.
Mortensens menn keyptu í 1923
úr Lysekil í Svøríki eina slupp, ið
bar navnið General Gordon.
Hon varð bygd í 1884 í Brixton,
var merkt 87 brt, og hon hevði
motor.
Poul Michelsen í Búð í Hvalba,
ið var búsettur á Sevmýri á
Tvøroyri, førdi hana hetta árið.
Árið eftir fór hann 25. februar
av Tvøroyri yvir á Suðurlandið,
men General Gordon spurdist
ikki aftur. Teir eru komnir nakað
nær Íslandi, tá ið teir eru burtur-
gingnir, tí Poul Johannes Beder
í Vági, vanliga nevndur Pollurin,
førdi Lauru tað árið, og teir funnu
toppstongina á General Gordon,
tá ið teir komu yvir á Suðurlandið.
Teir tóku hana inn og høvdu hana
heimaftur við sær og kendu, at
tað var toppstongin á General
Gordon. Hon lá í fleiri ár í kjall-
aranum hjá Pollinum, men tá ið
hann fyrra partin av 1930-árunum
fekk sær radio, setti hann hana
sum radiomastur oman fyri
húsini. Seinni datt hon niður, og
Torkil Beder, prestur, sonur Pollin,
segði, at hann sagaði knappin
av henni, men at hann tíverri var
blivin burtur.
FF-blaðið: General
Gordon er farin
Tað hevur lítið og einki verið at
finna í bløðunum í teirri tíðini
um forlissið. Táverandi FF-blaðið
hevði eina minningargrein, sum
var soljóðandi:
“Kann henda, at eg í tí vátu
grøv skal sova mín síðsta blund;
tó eg elski at ferðast um høv til
mína síðstu stund.”
So hevur skaldið sungið um
hin føroyska fiskimannin, og
ivaleyst er tað, at ikki halda hesar
vanlukkurnar Føroyingar frá at
søkja sjógvin.
Og tað er gott, at so er, tað er
so í øllum yrki. “Vandi er í hvørjari
vælferð!” sigur orðatakið, og satt
er tað. Vit eru ongatíð
trygg, hvar vit fjakka
á foldum. Óhappið,
Eitt 85 ára minni:
General Gordon fór úr Hvalba
á síni feigdarferð
Júst í dag eru 85 ár liðin, síðan General Gordon legði út frá Hvalba 25. februar 1924 og ongantíð
spurdist aftur. Við fóru 19 mans. Av hesum vóru teir 11 úr Hvalba. Henda og komandi tvær
Miðvikur verður vígd hesum og øðrum sorgarleikum í Suðuroy 1914-1924
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
➘
Tað finst vist eingin mynd av skipinum General Gordon, men her vísa vit
mannin Charles George Gordon (1833-1885), sum var ein bretskur generalur.
Hann er mest kendur fyri hansara staðfesting av “Gordons Golgata”, sum
tað Golgata, har Jesus var krossfestur. Tað eru ymsar meiningar um hetta,
Svenning av Lofti góðkennir hetta sum rætta Golgata, og tí vitja hansara
ferðaløg her. General Gordon doyði í sínum bardaga móti trælahandli í Sudan,
bert 52 ára gamal. Tað kann sigast, at hann fekk ein ógvusligan enda eins og
hetta skip, sum var kallað upp eftir honum
Soleiðis hava fyrst tey á Tvøroyri, og síðan í Hvalba sæð General Gordon
fara út eftir fjørðinum