Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 10 nr. 39 • 25. feb. 2009 ja, deyðin finnur øll. Trygdin er einans at finna í tí, at vit vandra fyri Guds ásjón, hvar vit enn ferðast á landi ella á sjógvi, og at vit altíð eru í hansara varatekt. Men harfyri er tað líka meint, líka sárt, líka nívandi hvørja ferð óhappið rakar tey einstøku menniskjuni. Tey mugu uppaftur og uppaftur saman ganga gjøgn­ um hina somu trongdina, bíða og bíða í tóman heim, meðan hin síðsta vónin fjarar út úr hjartan­ um, og síðan taka upp strevið aftur, royna at bøta um skaðan, sum hon harða lagnan sló. Henda syrgiliga hending við General Gordon verður ein av teimum, sum verður við at nerva í langar tíðir, tí vit einki vita. Eftir sita ikki minni enn 9 einkjur. Hvalbiar bygd hevur verið verst fyri, og tað nýtur so mikið fastari har, sum at sama bygdin fyri stuttari tíð hevur verið fyri tveimum stórum vanlukkum á sjónum. Fyrst hin herviliga skaða­ grindin í Hvalba og síðan Helena, sum fórst á havinum í 1920. Teir sum fórust vóru hesir: · Poul Michelsen í Búð, skipari, 35 ár, Tvøroyri. Giftur, 3 børn · Ewald Norðberg, 22 ár. · Poul Johannes Ludvig, 19 ár. · Poul Jespersen, 45 ár. Giftur. 9 børn sótu eftir. 10. barnið var sonur hansara · Jógvan Sofus Jespersen, 19 ár, sum fórst saman við honum. · Jákup Eliesar Herluf Axelvold, 16 ár. · Jóan Jákup Frederik Poulsen, 35 ár. Giftur, 9 børn · Dánjal Jákup Jensen, 36 ár. Giftur, 3 børn · Niels Petur Poulsen, 29 ár. Giftur, 2 børn. · Meinhard Ludvig, 17 ár. · Jens Ludvig, 25 ár, beiggi Meinhard. Giftur, 1 barn · Niels Jákup Michelsen, 27 ár. Hesir vóru allir úr Hvalba. · Johan Klæmint Karl Christian­ sen, 18 ár, Tvøroyri. · Gunnar Frederik Dalbert Vang, 18 ár. · Mortan Leo Petersen, 19 ár. · Jákup Mathias Jacobsen, 20 ár. Hesir tríggir vóru úr Froðba. · Emil Frederik Martin Heinesen, bestimaður, 24 ár, Sunnba. · Símun Johan Vang, kokkur, 32 ár. Giftur, 1 barn, Fámjin · Óli Petersen, 42 ár, Skálavík. Johannes misti pápan við General Gordon Roynt hevur verið at fáa samband við fólk, sum kunnu greiða meira frá um General Gordon. Tí varð um dagarnar vitjað inni á eldrasambýlinum í Hvalba, tey vóru bæði blíð og fyrikomandi. Her hitti eg tann 93 ára gamla Johannes Poulsen. Pápi hansara Jacob var ein av manningini á General Gordon. Hann var 8 ára gamal, tá ið pápin fórst, so hann minnist sum rímiligt er væl pápan. Mamman var Henrietta, vanliga kalla Jetta. Tey vóru upprunaliga níggju systkin, men ein tvíburabeiggi Johannes, Elias, doyði sum smádrongur. Børnini vóru frá 0 til 12 ár, tá ið tey mistu pápan. Yngsta barnið, ein genta, hevði ikki fingið navn og varð doypt Jacobina eftir pápanum. Hon giftist til Klaksvíkar við Símun Michael Christiansen, og tey bæði eru einastu systkini, sum liva eftir. Seinasti dagur í Føroyum hjá General Gordon Á sambýlinum hittu vit eisini tann 91 ára gamla Olivur Holm. Hann mintist púra klárt júst tann dagin í dag fyri 85 árum síðani, tá ið General Gordon fór avstað seinastu ferð. Skipið kom av Tvøroyri við teimum av manningini, sum var komin umborð har. Í Hvalba skuldi so restin av manningini takast umborð, áðrenn farið varð til Íslands. Hetta var ein so sera vakur morgun og púra slætt var í sjónum. Skiparin var jú ættaður úr Hvalba, og Olivur minnist, at Poul fór niðan til foreldrini hjá sær at siga teimum farvæl. Síðan komu faðir og sonur oman á mølina, og Olivur minnist, at Poul helt um hálsin á pápa sín. Hetta má sigast at vera eitt vakurt seinasta minni um hann. At so nógvir mans fóru burtur var jú ein stór hending í bygdini, so alt bygdarfólkið kom saman fyri at siga monnunum farvæl við kendu heilsanini: ”Jesus verði við tykkum” og svarinum: ”Hann verði eftir hjá tykkum.” Og mangt tárið man vera fallið. Øll vistu í hesum tíðum, at tað var als ikki vist, at tey komu at síggjast aftur. Men so kemur løtan, tá ið skiparin heldur, at nú man vera best at fara. Tað var umráðandi, at seglini kundu fáast upp, meðan vindurin var so makligur, sum tað varð sagt. Hetta merkti, at best var at fáa seglini upp, meðan tað var lítið av vindi. Víst hevði General Gordon ein lítlan motor, men framvegis vóru seglini høvuðsálitið. Tá var eingin kai í Hvalba, so manningin mátti førast umborð í árabátum. Menn høvdu jú eisini viðføri, so tað mátti førast fleiri ferðir. Segl vórðu sett, og General Gordon fór avstað. Vit kunnu ímynda okkum, at mannamúgvan hevur eygleitt skipið, til tað hvarv úr eygsjón. Blivu teir niðursigldir? So gekk tíðin til sluppirnar van­ liga komu aftur undan Íslandi. Men eingin General Gordon kom. Tað varð bíðað, vóna og biðið. Tað kundi jú verið onkur náttúrlig frágreiðing fyri seinkanini. Men ein dagin mátti staðfestast tað, at General Gordon kom ikki aftur, og at aftur ein manning hevði fingið eina váta grøv. Tað farvæl, tey høvdu sagt manningini hendan vakra morgun, var tað seinasta. Eingin visti við vissu, hvat ið var hent. Eitt herviligt høgættar­ veður brast á longu tann 29. februar, og menn hildu, at hon kundi vera farin í tí veðrinum. Men nøkur ár seinni kom fram ein merkilig søga. Ein hvalbingur hevði siglt við einum trolara úr Vestmanna. Teir vóru á ísfiskaveiðu og landaðu fiskin í Grimsby. Eina ferð fór nakrir av manninginini á eina barr. Vit eitt annað borð sótu nakrir enskir trolaramenn og drukku. Einaferð koma hesir menn til ilnar. Føroyingarnir skiltu enskt, so teir hoyra alt, ið verður sagt. So einaferð rópar ein av trolara­ monnunum til hin: ”Hetta skal ikki vera sum við General Gordon!” Tá skiltist á prátinum, at trolari, har ein av hesum monnum var skipari, hevði siglt á General Gordon, og síðan var stungin av. Søgan segði eisini, at General Gordon varð raktur framskips og masturin og seglini endaðu frammi á bógnum á trolaranum. Teir eru á veg til Bretlands, og tá ið teir nærkast landi gevur skiparin manningina boð um at koyra leivdirnar av General Gordon til sjós. Men hesum noktaðu teir fyri. Ter hava ikki troystað sær. Tískil mátti skiparin sjálvur fara á dekkið at gera hetta. Fyrstu ferð eg hoyrdi um General Gordon var frá tí tá 100 ára gamla Andreas í Tarti úr Oyndarfirði. Hann mintist so sera væl til, og hann mintist eisini hesar vanlukkur, sum føroyskir fiskimenn komu út fyri. Hann var triðja árið til skips í 1924, og hann mintist væl, at tað vóru fleiri suðuroyarskip, sum høvdu verið uppá prei hjá teimum at spyrja, um teir høvdu sæð General Gordon. Tá hevur hann verið saknaður. Andreas hevði hoyrt hesa frásøgnina frá beiggja skiparan á General Gordon. Hann visti eisini, at General Gordon hevði 3 forsegl og 2 toppsegl, sum øll endaðu inni á dekkinum á trolaranum. Um hetta passar ber illa til at siga. Men tað finnast fleiri dømi um, at skip sigldu á hvørt annað. Sambært Peter J. Sigvarsen er tað greitt, at Kristina, sum hvarv í 1920, varð niðursigld. Tað sama vita vit var við Florence í 1927. Onnur dømi eru eisini. Poul í Búð var beiggi Mikkjal í Búð, sum var gingin burtur við Helenu i 1920. Ein triði beiggi, sum var skipari, var Tórur í Búð. Men hann fekk ikki fólk aftaná General Gordon. Fólk vóru farin at halda, at tað var óeydna við beiggjunum. Einkjurnar vóru kempur Johannes var farin í skúla, tá ið hetta hendi. Hann gekk í skúla við Bakkhús, har handilin við sama navnið er. Lærari var Hans Pauli ➘ Hvalba misti 11 mans við General Gordon Jacob Poulsen var ein av teimum við General Gordon Kona hansara Jetta sat eftir við átta børnum