mikudagur 25. februar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 39 - 25. februar 2009
Tvey fólk á Tvøroyri
hava merkt á sínum
egna kroppi, hvussu
hættisligt tað kann
verða at leggja upp
lýsingar um seg
sjálvan vælumtóktar
heimasíður á inter
netinum. Nú eru tey
hongd út sum pervers
svín á Facebook
InternetIð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hesum finna vit okkum
ikki í og vit vilja verða reins-
að.
Tonny Olsen og Frank
Robertson á Tvøroyri føla
seg bæði úthongd og mis-
brúkt á internetinum.
Og tey noyðast samstundis
at ásanna, hvussu hættisligt
tað kann vera at leggja
upplýsingar um seg sjálvi á
teimum ógvuliga væl dámdu
sosialu internetsíðunum sum
Facebook og øðrum líknandi
heimasíðum, har fólk í milli-
ónatali hittast og skriva um
seg sjálvan-og onnur.
Og tey hava eisini merkt
á egnum kroppi, hvussu
hættisligt tað kann vera at
lata onnur sleppa at læna
telduna.
Tey bæði eru systkinabørn
og nú eru tey úthongd á
Facebook fyri at vera per-
vers svín í einum internet-
misbrúki, sum fevnir um
fleiri fólk.
Alment úthongd
Tonny Olsen sigur, at hon
fekk ein skelk, tá ið systir
hennara kom á arbeiðspláss
hennara eftir henni og for-
taldi henni, at bæði hon og
Frank Robertson vóru alment
skuldsett á internetinum fyri
at hava sent ógvuliga ónæris-
lig teldubrøv við grovum
seksuellum og øðrum ómeta-
liga særandi og skendskum
innihaldi til ávís onnur, sum
eisini eru á Facebook.
Fyri at gera ilt verri, varð
mynd av teimum løgd við
skuldsetingunum fyri at
ongin skuldi ivast í, hvønn
talan var um.
Men hetta vilja Tonny
Olsen og Frank Robertson
onki kennast við og tey
vilja verða reinsað.
Fyri at kunna samskifta á
Facebook, skal mann vera
skrásettir sum vinir.
- Men vit eru ikki vinir
við tann, sum hevur fingið
hesar ódámligu brøvini og tí
kunnu vit heldur ikki hava
sent tey, siga tey bæði.
Lænti telduna
Men tilburðurin er meldaður
til løgregluna, sum kannar
málið.
Og eftir, hvat tey hava fing-
ið upplýst, eru hesi ódámligu
brøvini sporað aftur til teldur
hjá teimum.
Men tey tvíhalda um, at
tey kenna onki til hetta.
Tað einasta, tey kunnu
koma í tankar um, er, at tey
hava lænt einum vinfólki
telduna og tey vita, at hetta
vinfólkið er vinur við tann,
sum hevur fingið hesar
ódámligu brøvini.
- Vit læntu telduna út tí
vinfólkið greiddi frá, at teld-
an var brotin og vildi bara
læna okkara teldu til okkurt
smáttarí og tað eftirlíkaðu.
Síðani hevur sama vinfólk
lænt telduna fleiri ferðir.
Tey hava illgruna um, at
tað er soleiðis, at hesi ódám-
ligu brøvini eru send frá
teirra teldu.
- Sjálvandi eigur mann at
vera varin við at læna øðr-
um telduna, men vit gjørdu
tað í hesum føri, uttan at
hugsa um tað, tí talan er um
fólk, vit kenna væl og sum
vit hava havt álit á, siga tey.
Tað hevur ikki eydnast
teimum at fáa fatur á hesum
vinfólkinum aftur, men nú
vóna tey bara, at løgreglan
kemur til botn í málinum, so
at tey kunnu verða reinsað.
Hongd út sum
pervers svín á
Facebook
Kriminalløgreglan
í Føroyum kannar í
løtuni eitt mál um
ónærisligan atburð
á internetinum.
Tey, sum vilja mis
brúka internetið
og fartelefonir til
barnaporno ella til
at verða skendsk og
ónærislig ímóti hvørj
um øðrum, hava lætt
spæl, staðfestir Per
Skov Christensen,
kriminalpolitistur
Internet mIsbrúk
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tey, sum vilja misbrúka
internetið og fartelefonir til
at verða skendsk og ónær-
islig ímóti øðrum, hava lætt
spæl.
Tað staðfestir Per Skov
Christensen hjá kriminal-
løgregluni í Føroyum.
Hann sigur, at í løtuni
kannar løgreglan eitt mál
um skendskan og ónærislig-
an atburð á internetinum.
Talan er um upplýsingar,
sum eru lagdir út á eina
sera vælumtókta og væl vitj-
aða,
sosiala
heimasíðu.
Onkur hevur tikið sær hesar
upplýsingar so nær, at við-
komandi hevur meldað.
Men av tí, at talan er um
eitt mál, sum er undir kann-
ing, við løgreglumaðurin onki
upplýsa um málið annars.
Umframt hetta, er eitt
mál til viðgerar í Føroya
Rætti um misbrúk á inter-
netinum, har ein ung genta
følir seg úthongda, tí onkur
hevur
lagt
nærgangandi
myndir av henni á eina
almenna internetsíðu.
Men at løgreglan ikki
hevur so nógv mál av hes-
um slagnum til kanningar,
er ikki neyðturvuliga bara
tí, at øll skikka sær so væl.
- Nógvar av hesum sosi-
alu heimasíðunum á inter-
netinum eru lutfalsligar
nýggjar og tað kann vera, at
løgreglan fer meiri at gera á
hesum øki, sum tíðin gong-
ur, heldur hann.
Per Skov Christensen sigur,
at ein trupulleiki er at áseta
eitt mark fyri, hvat ein kann
loyva sær at leggja út á inter-
netið av teksti um onnur.
- Tað kann vera ringt at
seta mark fyri, nær tað blív-
ur ov groft og nær tað gong-
ur fólki ov nær.
- Ofta byrjar hetta spaku-
liga, men so verður tónin
grovari og grovari, til tað
einaferð gongur onkrum so
nær, at tey melda.
Forða fyri misbrúki
Men hann sigur, at ein heilt
annar trupulleiki er, at tað
ber eisini til at fara á ymsar
sosialar internetsíður undir
følskum navni.
- Tað er ikki ókent, at barna-
lokkarar brúka hendan háttin
fyri at koma í samband við
børn undir følskum navni.
Hinvegin ber tað væl til
at finna út av, hvørjari teldu,
ein ávísur tekstur er sendur
frá.
- Her stingur so tann trup-
ulleikin seg upp, at ein telda
er sjáldan heilt persónlig, tí
tað eru oftast fleiri fólk, sum
brúka somu teldu. Tað
kunnu vera fleiri vaksin í
einum húsi, børn og ung í
húsinum ella onkur uttanfyri
húsið, sum lænir telduna.
- Men verður teldan mis-
brúkt, er vandi altíð fyri, at
hamarin fellur yvir tann,
sum eigur telduna.
Per
Skov
Christensen
staðfestir, at tað, sum fólk
eiga at læra av hesum, er, at
tann, sum eigur eina teldu,
skal ansa ómetaliga væl eft-
ir, hvør sleppur framat
henni at brúka hana.
Men fyri at tryggja seg
fyri misbrúki er eisini neyð-
ugt, at tey, sum hava tráð-
leyst internet, ansa væl eftir
at hava loyniorð á internet-
inum fyri at forða fyri, at
óviðkomandi sleppa framat
tí tráðleysa sambandinum.
Eisini fartelefonir
Men hetta er ikki nakað,
sum er sermerkt fyri inter-
netið einsamalt.
Per Skov sigur, at tann,
sum dulnevndur vil vera
ónærisligur ímóti øðrum við
fartelefonina, kann keypa
sær eina bíliga telefon og
eitt talitíðarkort undir onkr-
um følskum navni. So ber til
at brúka telefonina til ágang
ímóti øðrum og so tveita
telefon og kort burtur aftan
á.
- Fartelefonin er sum ein
bilur, har simkortið er numm-
arplátan og IMEI - nummarið
er stellnummarið. Men tað
ber til at skifta simkortið út
so ofta ein vil, uttan eftirlit.
Per Skov Christensen kundi
onkusvegna hugsað sær, at
betri eftirlit var, tá ið fartele-
fonir og simkort verða keypt.
Misbrúkarar hava lætt spæl
Per Skov Christensen hjá kriminalløgregluni í Føroyum sigur,
at tað er ógvuliga umráðandi at fólk ansa sera væl eftir telduni
og, hvør sleppur at brúka hana, tí annars er lætt at koma undir
illgruna fyri at misbrúka internetið
Tonny Olsen og Frank Robertson á Tvøroyri eru heilt ólukkulig, tí tey eru alment løgd
undir at hava misbrúkt internetið upp á tað grovasta til at vera skendsk og ónærislig
ímóti hvørjum øðrum. Tey hava nú meldað, tí tey vilja verða reinsað
➘