mikudagur 25. februar 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 39 - 25. februar 2009
tíðindi
Gjøgnum tíðina eru nógv fólk
kring knøttin komin í neyð av
sosialum netverkum á
internetinum. Í løtuni er
Facebook tað, ið fremur mest
mannatokka, og tí eisini flestar
trupulleikar.
Dátueftirlitið vil ikki mæla
fólki frá at nýta hesar nógvu
møguleikar, men tey ávara fólk,
um ikki at lata ov nógvar
upplýsingar á Facebook, tí
Facebook hevur tilskilað sær
rættindi at nýta alt tilfar, ið
nakrantíð er komið út á
heimasíðuna. Eisini eftir, at tín
vangamynd er tikin av síðunum.
Treytirnar, sum tú skalt gó ð
taka áðrenn tú verður limur, geva
eisini Facebook víðfevnandi
rættindi.
Hesar treytir bera millum
annað í sær, at allir upplýsingar,
tú leggur út á Facebook, eru
vørur, sum Facebook hevur loyvi
til at selja víðari.
Hinvegin sendi Facebook í
seinastu viku eitt skriv út, har
heima síðan harmaðist, at teir
hava hesi rættindi, og at tað
ongan tíð hevur verið ætlanin hjá
heim a síðuni at selja myndir og
tekst hjá fólki til nakran triðja
part.
Sært tú til dømis eina lýsing
við teksti og eini mynd við tær á,
sum tú hevur lagt út, so skalt tú
ikki verða kløkk, tí tú hevur
longu givið Facebook loyvi til at
nýta allar myndir á tíni vanga
mynd til tað endamál, sum
Facebook ynskir.
Facebook eisini tilskilar sær
rættindi at broyta treytirnar á
heimasíðuni til eina og hvørja
tíð, og hvørja ferð tú innritar teg,
so góðtekur tú treytirnar einaferð
enn.
Facebook er nógv kritisera. Í
seinastuni serliga av danska
brúkararáðnum, tí mann fer so
vítt. Facebook er undirlagt
kalifornskari lóggávu, og hon er
nógv linari enn til dømis tann
danska, sigur Ingunn Eiriksdóttir
á Dátueftirlitinum.
Klagur
Dátueftirlitið fær av og á klagur
frá fólki, sum eru komin í neyð
av sosialum netverkum.
Klagurnar koma ofta
periodiskt. Til dømis, tá vit í fjør
høvdu verið úti á skúlum og
greitt frá um vandarnar við Arto.
Tá vóru tað heilt nógv, sum bóðu
okkum um ráð. Annars er tað
ofta, tá fjølmiðlarnir taka evnið
upp, sigur Ingunn Eiriksdóttir.
Hon leggur afturat, at tað sum
oftast eru tey, sum hava verið úti
fyri onkrum keðiligum, ella
foreldrini hjá teimum, sum spyrja
Dátueftirlitið um ráð.
Niðanfyri eru nøkur dømi, um
hvussu Facebook verður misnýtt.
Hakkarar elska Facebook
Ofta kemur tað fyri, at hakkarar nýta Facebook fyri at geva fólki
virus, umframt at ræna upplýsingar. Tað kann bæði vera umvegis
falskar profilar ella til dømis, at tú fært ein film sendandi, har tað er
viðmerkt okkurt stuttligt um, at tú ert við í filmsklippinum. Síðani
kemur tú inn á eina heimasíðu, har tú skal taka eina nýggja útgávu av
Flash ella onkrum tílíkum niður, áðrenn tú kanst síggja filmin. Tá tú
hevur trýst á hetta, hevur hakkarin longu atgongd til alt, hann hevur
hug at vita, sigur Ingunn Eiriksdóttir, sum tí bert kann viðmæla fólki
at lata vera við at trýsta á ting, tú ikki kennist við.
Happing er ein trupulleiki
– Vit hava haft dømi, har fólk hava nýtt tekst og upplýsingar hjá
fólki til happing. Hetta hevur ikki verið í samband við Facebook,
men á Arto hevur hetta onkuntíð verið ein trupulleiki, sigur Ingunn
Eiriksdóttir. Hon leggur afturat, at viðurskiftini somuleiðis kunnu
verða fevnd av reglunum í revislógini um ærumeiðing, og tí skalt tú
hugsa teg væl um, áðrenn tú skrivar okkurt ella leggur myndir á
netið.
Vandamikla
Facebook
Nøkur góð ráð at hava í
huga, tá tú leggur nakað út á
Facebook:
• Tá tú teknar teg til Face
book, góðtekur tú, at tínar
upplýsingar og myndir
kunnu verða brúktar til
tað, sum Facebook vil, t.d.
í lýsingum
Facebook virkar undir eini
sera liberalari
amerikanskari lóggávu
• Facebook skilar sær rætt
til at broyta brúkaratreyt
irnar
• Finn út av, hvat tú skalt
krossa av fyri at verja tínar
upplýsingar best møguligt
• Lat ikki alla teldu post
adressubókina frá tær, tá
tú teknar teg.
• Facebook goymir allar
bústaðir hjá vinum, sum tú
bjóðar, uttan mun til um
tey velja at tekna seg ella
ikki
• Halt ikki at upplýsingarnar
eru loyniligar, hóast tú
kanska hevur ein heldur
afturlatnan profil. Fyri tað
fyrsta hevur Facebook
møguleika fyri at brúka
upplýsingarnar alla staðni
– og lítur tú veruliga á
allar tínar 300 vinir
Strika Facebookprofil
Um tú vilt strika teg úr
Facebook, verður tað ikki
gjørt við bara at melda teg
frá og so rokna við, at
allar upplýsingar um teg
eru burturi. Tín profilur
liggur framvegis har, men
er bara ikki sjónligur.
Facebook hevur framvegis
ræði á tínum upplýsingum
og myndum. Soleiðis
strikar tú tín profil
tryggast møguligt:
• Far inn á ”Privacy” og ger
tín profil privat mest
møguligt – soleiðis at so
fá sum møguligt kunnu
fara inn á hann.
• Strika vinir – hetta má
gerast manuelt við at tú
fer inn á ”Remove friend”
í hvørjum einstøkum føri.
• Strika teg úr øllum bólk
um. Strika allar upplýs
ingar, sum tú hevur lagt út
um teg sjálva.
• Strika fráboðanir á
”wallinum” – kanska tær
mest persónligu.
• Strika allar myndir, tú
hevur lagt út og bið helst
onnur, sum hava lagt
myndir út av tær um at
strika tær.
• Bið um at fáa broytt títt
navn undir „Change
name“.
• Broyt teldupostbústað
undir “Account” ovast í
høgra horni
• Ger tína konto óvirkna.
Kelda: Dátueftirlitið
Tú hevur ongan
Arbeiðsgevarar
»stjala« av netinum
Í Noregi er eitt dømi, har ein maður ikki fekk eitt starv hann søkti, tí
arbeiðsgevarin metti hann at vera sálarliga óstøðugan. Maðurin hevði
tíggju ár frammanundan hildið ein fyrilestur, har hann millum annað
greiddi frá, at hann hevði verið í sálarligari viðgerð. Hesin fyrilestur
var lagdur út á netið, uttan at maðurin visti av tí. Hesar upplýsingar
leitaði arbeiðsgevarin seg fram til á internetinum í sambandi við
starvssetanina, og noktaði við hesi grundgeving, at maðurin varð
settur í starv.
– Hóast ongar kanningar eru gjørdar her hjá okkum, so kann mann
rokna við, at arbeiðsgevarar kanna persónin á internetinum, áðrenn
eitt starvsfólk verður sett í starv, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir á
Dátueftirlitinum.
Fimleikamyndir til annað endamál
Eitt føroyskt fimleikafelag vendi sær í 2007 til Dátureftirlitið fyri at gera vart við, at ein føroysk heimasíða endurgav myndir
frá felagsins heimasíðu á ein bæði særandi og villleiðandi hátt. Millum annað hevði heimasíðan nærmyndir av ávísum
kropslutum hjá íðkandi fimleikarum. Eftir at fimleikafelagið hevði gjørt vart við hetta, vórðu myndirnar tiknar av heimasíðuni,
stendur á heimasíðuni hjá Dátu eftirlitinum.
Ingunn Eiriksdóttir greiðir frá, at millum annað stóðu tekstir sum.
Hvar er hendan hondin á veg?
Hon vísir somuleiðis á, at onkrar av myndunum vóru viðgjørdar, og eisini vóru orð løgd í munnin hjá áskoðarum.