Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 25. februar 2009 13 tíðindi Familjumyndir til barnaporno Onkur dømi eru um, at til dømis ein familjumynd av einum abba við einum abbabarni verður nýtt til eina heimasíðu við barnaporno. – Tey viðgera ofta myndirnar og leggja tekst afturat, sum benda á seksuellar støður, sigur Ingunn Eiriksdóttir. Hon leggur afturat, at tað ikki er óvanligt, at ónærisligar søgur verða lagdar afturat púra óskyldigum familjumyndum. Feriumyndir í Noregi Í Noregi var einaferð eitt mál, har onkur hevði lagt feriumyndir á internetið. Hetta høvdu so onnur gjørt sær dælt av, við at leggja myndirnar á eina aðra heimasíðu, har fólk kundu atkvøða um hvussu flottar genturnar á myndunum vóru og so framvegis. – Tað eru fleiri dømir um, at myndir av strondini verða nýttar sum pornografiskt tilfar, vísir Ingunn Eiriksdóttir á. Nøkur ráð at verja seg fyri Facebook Tær upplýsingar og myndir, sum tú leggur út á netið, via síður, sum t.d. Facebook, verða ikki strikaðar og kunnu enda allar staðir í verðini. Hetta skrivar altomdata.dk., sum eisini kemur við níggju boðum um, hvussu tú kanst tryggja tær, at pínligar myndir ikki enda har sum tær ikki skuldu. 1. Tak Facebook profilin úr Google Um tú googlar teg sjálva, kemur tín Facebook profilur møguliga fram. Hesum kanst tú sleppa undan við ikki at senda profilin til leitimaskinur. Undir ”uppsetan” kanst tú avgera, um tað er møguleiki at finna teg á Google. Um tú ikki vilt hava tað, so strikar tú bara flugubeinið. 2. Verj tínar myndir Tú kanst sjálv velja, hvør skal síggja mynd­ irnar, sum tú ert frámerkt í (tagget). Tað kanst tú gera við at velja ”uppsetan” og síðan ”persónligar uppsetanir”. Síðan avger tú sjálv, hvør sleppur at síggja myndirnar. 3. Ger lista yvir vinirnar Tú kanst sjálv avgera, hvussu nógv ymisku vinirnir skulu síggja, tí tú kanst býta teir upp í bólkar, so sum ”vinir”, ”starvsfelagar”ella ”skyldfólk”. Tú avger sjálv, hvussu nógv vinirnir í ymsu bólkunum kunnu síggja. 4. Ósjónlig á Facebook Tú kanst hvørva úr Facebook soleiðis at skilja, at tú ikki kemur fram, tá leitað verður eftir tær. Á henda hátt avger tú sjálv, hvør skal fáa at vita, at tú ert á síðuni. Hetta kanst tú gera við at velja ”uppsetan” og ”persónl­ igar uppsetanir” og síðan broyta í ”leita”. 5. Verj myndirnar Hóast tú leggur myndir út, er ikki neyðugt ±at allir tínir vinir hava møguleika at síggja tey. Tú kanst geva ávísum vinum atgongd til ávísar myndir við at fara inn á ”vangamynd” undir ”persónligar uppsetanir”. 6. Broytingar kunnu haldast loyndar Um tú ikki vilt hava, at vinir tínir skulu vita, at tú – aftur ­ ert ”single”, kanst tú broyta tað við at fara inn á ”tíðindi og veggur” í ”persónligar uppsetanir”. Her kanst tú sjálv avgera, hvørjar profilbroytingar skulu fara víðari. 7. Upplýsingar kunnu fjalast Tað eru kanska ikki allir tínir vinir, ið hava fyri neyðini at vita, hvar tú býrt og telefonnummarið hjá tær. Hetta kanst tú stilla við at fara undir ”vangamynd” í ”persónligar uppsetanir” og klikkja á ”samband”. 8. Privatur veggur Tú kanst sjálv avgera, hvør hevur møguleika at síggja, hvat er skrivað á tínum veggi. Tað kanst tú gera við at klikkja á linkið, ”tíðindi og veggur” í ”persónligar uppsetanir”. Her kanst tú sjálv avgera, hvør kann síggja boðini á tínum ”veggi”. 9. Tú kanst fjala, hvørjir eru tínir vinir Um tú hevur ein pínligan vin, kanst tú goyma hetta vinarlagið fyri øðrum. Tað kanst tú gera við at fara inn á ”vangamynd” í ”persónligar uppsetanir” og klikkja á ”grundleggjandi”. Her kanst tú avgera, hvør kann síggja, hvør er tín vinur. Kelda: Dátueftirlitið rætt á Facebook Ver varin Niðurstøðan í samband við nýtslu av internetinum er sambært Ingunn Eiriksdóttir púra greið. - Ivast tú, um tú kanst standa inn fyri onkrum, tú hugsar um at leggja út. Lat so vera, staðfestir hon. Dátueftirlitið vil tó ikki mæla fólki frá at nýta allar hesar nýggju møguleikar, vit hava fingið, men tey leggja stóran dent á, at tað krevst, at vit og skil altíð eru við, tá tú hugsar um at gera okkurt. - Nýtir tú vanligt vit og skil, so sleppur tú undan trupulleikum í flestu førum, vísir Ingunn Eiriksdóttir á. Hon greiðir somuleiðis frá, at tá tú leggur okkurt út á netið, so skalt tú hugsa um teg sjálvan sum ein blaðstjóra. - Tað verður altíð tú, sum stendur við evstu ábyrgd fyri tí, sum tú leggur út. Tí er sera týdningarmikið, at tú biður fólk um loyvi, áðrenn tú til dømis leggur myndir av fólki út, sigur hon. Tó vísir hon á, at er tað ein mynd av eini støðu, heldur enn einum menniskja, so kanst tú leggja út, uttan samtykki frá viðkomandi. Hóast Ingunn Eiriksdóttir á Dátueftirlitinum ikki sjálv er limur á Facebook, so mælir Dátueftirlitið ikki fólk frá at nýta hesar nýggju møguleikarnar. Heldur skulu fólk vera varin Mynd: Jens Kristian Vang Lagt til rættis: Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo