mikudagur 25. februar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 25. februar 2009
15
Í eina tíð hevur verið
kjakast dúgliga um
hvussu Føroya Fiski
mannafelag skal rekast.
Hvør fakfelagspolitikk
urin hjá felagnum skal
vera og í seinastuni
hevur onkur roynt at
sáða iva um kósina hjá
núverandi leiðslu
felagsins
S
øgan hjá fakfeløgum er
helst tann flottasta í heims
søguni. Hon er søgan hjá teim
um, sum bara høvdu sína
arbeiðsmegi at selja, til ein
støðugt meira industrialiseraðan
heim, sum ógvuliga kategoriskt
hevði býtt seg upp í kapital
áhugamál og fakfelagsáhuga
mál, har megin hjá arbeiðarum,
fiskimonnum o.ø. var savnað í
stríðnum fyri bestu materiellu
úrtøkuni úr egnum verki, um
framt øll tey sjálvsøgdu rætt
indi, sum tíðin, í menningini av
vælferðarsamfelagnum, síðani
hevur havt við sær.
V
ar ongin politisk tjóðaskap
arrørsla var ongin sjálvs
virðing og ongin framsókn. Var
útlendski monopolhandilin ikki
avtikin, var ongin vinna og
vóru fakfeløgini ikki, vóru
Føroyar eitt klassasamfelag,
sum hevði liðað seg úr spóna
lagnum av sjálvsøgdu og vaks
andi tvístøðuni hjá ymisku
áhugamálunum – veikari og
sterkari.
Í
2011 vera tað hundrað ár
síðani gøtumenn tóku stig til
at skipa Føroya Fiskimanna
felag. Hetta var ongin tilvild.
Hvussu samfelagspolitiskt hesir
menn vóru tilvitaðir, vita vit
ikki, men sanføringin um, at
felagsskapurin var besta
amboðið, fyri at røkka frægastu
úrslitum, tá tað galt rættvísa
býtið, av tí sum fiskað varð,
mundi vera drívmegin.
S
íðani hava nógvir mans
dugnað felagnum, undir
ógvuliga skiftandi umstøðum
hjá føroyskari fiskivinnu og
føroyskum fiskimonnum. Stór
virðing hevur staðið um felagið,
tess stjórnir og tess formenn. Í
mannaeygum hevur tað líkst
einum ótakandi skansa.
H
esi sløku hundrað árini eru
ivaleyst mong mistøkini
gjørd, og á sama hátt sum
aðrastaðni, eru helst mangar
bakbitsroyndir gjørdar móti
felagsins áhugamálum.
Klassiskir kílar, sum hentir
idiotar hjá mótpartinum hava
roynt at sindrað felagið við.
Hesum ágangi hevur felagið
megnað at staðið ímóti. Sam
anumtikið hevur tó støðug
menning verið.
Í
eina tíð hevur aftur verið
roynt at søkja at vunnu rætt
indum felagsins. Tað er ikki
ókent, heldur er tað gerandis
dagur, at fakfeløg koma undir
trýst, vanliga megnar saman
haldið at ripa okið av sær, men
hesaferð tykist tað, sum partar
av felagnum eru farnir at skelva
í knøunum av tí trýsti, sum reið
araáhugamál hava lagt á tað.
M
enn tosa í ramasta álvara
um at skipa eitt nýtt
fiskimannafelag, í hesum føri í
Norðoyggjum, fyri at samráða
seg til verri sáttmálar enn teir
nú hava. Hetta mann vera
heimsmet í fákunnu og undir
brotligheit, og gera hesir menn
álvara av sínum hugsanum og
ætlanum, gerst tað størsta
afturstig hjá føroyskari
fakfelagsrørslu í hundrað ár.
T
að ringasta er, at destruktiva
hugsanin tykist hava flutt
seg inn í stjórn felagsins, har
menn í ramasta álvara ætla at
ganga ímóti áhugamálum og
vunnu rættindum fiskimanna.
T
að er ongin loyna, at undir
ritaði stuðlaði øðrum
valevni til formansvalið í
Fiskimannafelagnum seinast,
og onkuntíð havi eg ivast í, um
retorikkurin hjá Jan hevur tænt
felagsins áhugamálum, men
ongin ivi skal vera um, at
fakfelagspolitiska kósin hjá
núverandi formanni er snóra
bein. Hann heldur fast um
vunnin rættindi ígjøgnum
hundrað ár, og tað skal hann
gera, og hartil eigur stjórnin at
standa honum treystliga við lið.
Nú ræður um, ikki at hátta sær
sum skinklandi rossleypar.
S
tutttíðaráhugamálini hjá før
oyskum ella kanska útlend
skum investorum skulu undir
ongum umstøðum hótta saman
haldið og harvið sterku støðuna
hjá Føroya Fiskimannafelag.
Dámar monnum betri roykin í
bakarínum hjá úrvaldum reið
arum, enn tí, í teirra egna felags
skapi, eiga teir við sjógv á baki
at forláta sínar ábyrgdarsessir í
felag okkara, áðrenn hóttafall
kemur á skansan.
N
ú skal røkka og ikki
støkka. Nú ræður um
saman at standa.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Fiskimenn
- Nú skal røkka og ikki støkka
Tíðargreinin
tíðargreinin
Mortan G. Berjastein