Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 39 - 25. februar 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 15. januar komu boðini um, at Høgni Poulsen ikki var í millum okkum meira. Høgni var føddur 4. oktober 1929, og var hann tí fyltur 79 ár, nú hann andaðist. Høgni fór sum ungur niður til Dan­ markar at útbúgva seg. Fyrst tók hann studentsprógv, og síðani fór hann at lesa guðfrøði. Meðan hann var í Danmark undir útbúgving, gift­ ist hann við Elini av Tvøroyri. Í 1957 komu Høgni og Elin aftur til Føroya. Høgni hevði tá tikið gudf­ røðiligt embætisprógv og virkaði hann sum prestur, til hann legði frá sær fyri aldur. Fyrstu seks árini frá 1957 til 1963 virkaði Høgni sum prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Síðani virkaði hann í 13 ár sum prestur í Vága prestagjaldi. Frá 1976 og til hann legði frá sær vegna aldur, hevði Høgni starv sum prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Umframt at vera prestur, var Høgni Poulsen eisini sera virkin missións­ maður. Hann setti ikki ljósið undir skeppuna, men ynskti at tæna Gudi við teimum gávum, skaparin hevði givið honum. Umframt at vera virkin í eitt nú Meinigheitshúsinum í Havn og innan Bláa Kross, var Høgni eisini sera virkin innan Kirkjuligu Heimamissi­ ónina. Í 1964 heitti Heimamissiónin á Høgna um at gerast limur í Sam­ felagsráðnum, sum tað tá kallaðist, og frá 1992 til 1994 var hann for­ maður í Høvuðsstýrinum. Sum limur í leiðsluni hjá Heima­ missiónini hevur Høgni Poulsen ver­ ið við til at tikið tøk, og er tað ikki sørt, at tað síggjast varðar eftir. Eitt nú var Høgni við til at seta á stovn Heimamissiónsforlagið, og lá hansara partur ikki eftir, tá hetta virk­ semi skuldi byggjast upp. Høgni var eisini við til at byggja Leguhúsið í Nesvík, sum í dag er ein savnandi depil fyri heimamissiónsarbeiðið. Eisini var Høgni við, tá Kirkjuliga Heimamissiónin varð skipað sum sjálvstøðugur missiónsfelagskapur ár 1990, eftir at hava verið partur av donsku Indremission, síðani hetta arbeiði byrjaði í 1904. Sum limur í Høvuðsstýrinum kendi Høgni stóra ábyrgd fyri starvsfólkunum hjá Heimamissiónini og sýndi teimum serliga umsorgan. Sjálvur minnist eg Høgna og Elin fyri teirra gestablídni, tá vit ungu komu í heimið hjá teimum. Vit kendu okkum altíð vælkomin. Sum prest og prædikumann minnist eg Høgna sum missiónsmann. Tað var eingin loyna, at hann brendi fyri missión og ynskti, at onnur skuldu fáa lut í tí frelsu, sum hann sjálvur hevði fingið lut í. Gleðiboðskapurin um Jesus Kristus og hansara verk á Golgata skuldi boðast fyri øllum menniskjum. Tað eyðkendi Høgna, at hann altíð var væl fyrireikaður til fundir. Hann var fáorðaður maður, men megnaði at hugsa langt, og hevði tann sterka eginleika, at kunna síggja støður frá fleiri síðum. Høgni var eisini sera stinnur sum gudfrøðingur, og var tí góður at heita á, um eitthvørt skuldi greinast við grundarlagi í Bíbliuni, sum fyri Høgna var Guds orð til okkum menniskju. Við tøkk og virðing lýsa vit frið yvir minnið um Høgna Poulsen, sóknarprest. Thomas Dam, formaður fyri Kirkjuligu Heimamissiónina Minningarorð um Høgna Poulsen, sóknarprest Silvurbrúdleyp Í dag 25. februar hava hjúnini Annvør Karbech og Jóhan Petur Niclasen, silvurbrúdleyp. Tey eru burturstødd. 90 ára føðingardagur Leygardagin 28. februar verður Andrias Nielsen í Sandavági 90 ár. Dagurin verður hildin í SÍF­húsinum frá kl. 17. Andlát og jarðarferðir Árni Debes, Vági, and­ aðist mánadagin, 47 ára gamal. Leivur Gregersen, fyrr­ verðandi tollstjóri, ættað­ ur úr Gøtu búsitandi í Helsingør, andaðist á Helsingør Sygehus mánadagin 23. februar 2009, 82 ára gamal. Jarð­ arferðin verður úr Sct. Olai Kirke, Helsingør, fríggjadagin 27. februar kl. 13. Elsa Hansen andaðist á Eysturoyar Røktar­ og Ellisheimi 22. februar, 96 ára gomul. Jarðar­ ferðin verður úr Glyvra kirkju hósdagin kl. 14. Kistan við Pouline Kathrine Nolsøe Han­ sen, Tórshavn, fer úr Landssjúkrahúskapellin­ um hóskvøldið 26. febru­ ar kl. 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin 27. februar kl. 14. Brynd­is Unad­óttir and­ aðist í heiminum sunnu­ dagin 22. februar, 14 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra mamma Pouline Kathrine Nolsøe Hansen Tórshavn andaðist fríggjakvøldið 20. februar í heiminum, 93 ára gomul. Bønarhald verður á Landssjúkrahúskapellinum hóskvøldið 26. februar 2009, kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin 27. februar 2009, kl. 14.00. Familjunnar vegna Bjørg, Synnøve, Haldis, Gunvør Dagurin 25. Februar. Victorinus, deyður umleið ár 250. Halgisøgurnar eru ymiskar á máli. Summar siga, at hann varð tikin av døgum í Júdea, aðrar í Egyptalandi og uppaftur aðrar í Róm. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Hósdagin 19. februar vóru starvsfólk og búfólk á Rás­ ini í Saltangará á skeiði um eldsløkking á Trygdardepl­ inum við Áir. Rásin er eitt heim fyri ung við breki, sum hoyrir undir Menta­ málaráðið. Aftara rað f.v.: Kristian Johansen, starvsfólk á Rásini, Dánjal Gram Høgne­ sen, Rene Líð Thomsen, Tórður Hjalt Jacobsen, Martha Hansen, Kristian Martin Garðalíð og Ragn­ valdur Atlason Jensen. Fremra rað f.v.: Ann Poulsen, pedagogur á Rás­ ini, Elin Løkin, Morten Hust Petersen, leiðari á Rás­ ini, og Niels J. Nielsen, og Vagn í Geil, lærarar á Trygd­ ardeplinum. Rásin á skeiði í eldsløkking Mynd: Vinnuháskúlin