Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 39 - 25. februar 2009 Stutt eftir 1900 hendi ein koll velting innan fyri út róður in. Eitt nýtt tíðar­ skeið kom í ljósmála, sum vardi í ein mansaldur – 30 ár ­ , men tá var tað at enda bæði gamalt og ótíðar hós k­ an di.Tað var ein stórhending í 1905, tá íð teir fyrstu deks bátarnir til útróður fóru í vinnu. Motorarnir vóru á lit ið heldur enn árar og segl. Martin Fjallstein fer at greiða frá hesum tíðarskeiði á almennum fundi í Báta­ savninum í Leirvík hós­ dagin 26. februar kl. 19.30. Í hesi bygd var nógvur út róður við opnum báti. Teir høvdu seks átta manna­ før. Eini 50 bátar vóru tá í bygd ini, sum var í vøkstri. Men tóku seg saman um nýggj ar bátar, sum fingu navn eftir tí t.d. Partabáturin og Avlopsbáturin. Soleiðis var í so mongum bygdum fyri ikki at tala um á Eiði. Tá íð útróðurin við opnum báti var upp á tað besta báðu megin 1900, hendi tað sum mátti henda. Út lend ingar høvdu fingið trolar ar, sum fiskaðu á før­ oysk um leiðum. Donsk guvu skip og guvubátar komu til Føroya, men før­ oy ingar sjálvir høvdu bert ára bátin og sluppina, sum var deyðsiglari. Føroyingar mát tu eisini fáa bátar og skip við motori. Eftir nakarar royndir beint eftir 1900 fór Lias við Rættará í Havn, Danjal Morten sen á Tvøroyri og Jákup bóndi á Biskupsstøð í 1905 undir at smíða bátar við dekki og motori. Tað var sum sólarris, roðin fór um allan himmlin og tað lýsti fyri nýggjum degi um alt landið. Í 1905 vóru seks motorbátar, men longu í 1911 vóru 110 bátar við dekki og motori, lugari, ka buss og last. Hesir bátar fiskaðu tá tveir triðingar av øllum útróðrarfiskinum. Ongantíð fyrr hevði út róðurin verið fyri slíkari koll velting. Tá heims bar­ dag in brast á og bretsku trolar ar nir hvurvu av før­ oyska landgrunnunum, men ti toskastovnurin seg aftur. Tá kundu uppaftur fleiri bátar fáa nakað burtur­ úr. Talið vaks og vaks. Krígg ið var av og trolarar komu aftur á grunnarnar, men bátatalið vaks í hvørj­ um. Eftir 1925 fór tað upp um 200 deksbátar. Leirvík var eitt gott dømi. Fyrsti báturin har var Alma úr Fuglafirði, sum teir driftaðu í 1909. So við og við komu aðrir av bygda­ bátar, sum leirvíkingar høvdu til útróðurin um vár­ ið. Áttamannaførini vóru sett á lunn. Menn fóru við deks bátunum. Hesir bátar vóru stundum nevndir motor bátar ella bara motor­ ar. Hvørki í Leirvík ella í Kunoy var nøkur havn ella báta brúgv. Kortini høvdu hesar bygdir eini sjey deks­ bátar í drift. Víkin í Leirvík var ein op in bugur. Har vóru sker og steinar, men eisini sand­ eygu og slættur botnur. Motor bátarnir kundu liggja fyri teym har, tá íð líkindi vóru. Eftir kríggið vóru so nógvir bátar, at teir riggaðu til við tveimum ketum við sjey teymum. Í 1927 lógu níggju bátar fyri teym á Buginum. Hvør bátur hevði sín boyubát, gággukassa, fiska kjallara og handils­ mann. Men so vakur var sólar­ roðin ikki. Hann fór aftur í havið og boðaði frá ólíkind­ um. Tá íð bátatalið í landi­ num var upp á tað mesta, og leirvíkingar millum teir ídnastu við hesum bátum, tá var fyri langt síðani farið at tátta í bæði á grunnunum, á fiskamarknaðinum og heima við hús. Deksbáturin var so við og við farin tíð og aftur eitt nýtt tíðarskeið tók við. Í fyrilestrinum fer Martin Fjall stein at greiða frá hesum tíðarskeiði í út róðrar­ søguni við serligum atliti til Leirvík. Hvussu vóru um støður nar har til at hava deks bátar, fíggja teir og hava teir í drift, hóast eingin brúgv ella havn var har tá? Juel Høgnesen fer at seta sín dám á fundin við harmoniku spæli til felags­ sang in, sum eisini bendir aftur til hetta tíðarskeiðið. Tá íð deksbáturin var álitið Dekksbáturin Norðan KG334 Havnarlagið í Leirvík Martin Fjallstein Fylgisveinur datt niður Veðurlagsfylgisveinurin OCO (Orbiting Carbon Observatory), sum amerikanska rúmdarleiðslan NASA sendi út í gjár, helt sær ikki leingi á flogi. Fáar minuttir aftan á útskjótingina frá Vanderberg­flogstøðini í Kalifornia fekk fylgisveinurin trupulleikar, og løtu seinni datt hann niður. Sambært NASA var trupulleikin, at fylgisveinurin slepti ikki berirakettini, sum hann átti at gera, og nú verður kannað, hví so var. Fylgisveinurin skuldi gera ymsar kanningar við CO2­útláti. Verkætlanin hevur kostað 273 milliónir dollarar, sigur BBC. Spania tekur ímóti fangum Spania er til reiðar at taka ímóti nøkrum av teimum fangunum, sum verða latnir leysir úr Guantanamo­fangaleguni í næstum. Tað fekk amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, lyfti um, tá hon í gjár hitti spanska starvsbróðir sín, Miguel Angel Moratinos. Umlerið 250 fangar eru í leguni í Guantanamo, men spanski uttanríkisráðharrin vildi ikki siga nakað um, hvussu mangir teirra kunnu sleppa til Spania. Hann váttaði bert, at nakrir fangar sleppa til Spania, og at støða verður tikin í hvørjum máli sær.