mikudagur 25. februar 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 39 - 25. februar 2009
Trúboðan
Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@olivant.fo
Nú er Gamla
Norrøna, sum varð
seld til trúboðara
felagsskapin OM og
fekk navnabroyting
til Logos Hope, á veg
til Føroyar. Eftir ætlan
skal hon vera her í
apríl. Poul Jóhan Djur
huus og kona hansara
Elsa, mamman,
Hervør Djurhuus,
og svágurin, Símun
Fuglø, hava vitjað
umborð
Í góðveðrinum týsdagin 17.
februar vitjaði undirritaði,
sjálvur fjórði, umborð á
Logos Hope við bryggju í
Køge, sunnanfyri Keyp
mannahavn,
har
skipið
hevur ligið í fleiri mánaðir,
meðni tað hevur verið gjørt
endaliga klárt til trúboð
arasigling. Var umborð fyri
einum knøppum ári síðani,
tá skipið lá í Kiel í Týska
landi, og tað má sigast, at
nógv er gjørt síðani. Nú er
skipið liðugt at fara undir
sína regluligu sigling, og
umleið 350 fólk frá 50
ymiskum
tjóðum
bíða
alspent at sleppa avstað við
skipinum at gera tað arbeiði,
sum tey vóru kallaði til,
nevniliga at fara út í allan
heimin við evangeliinum.
Operation
Mobilisation
Tað
er
trúboðarafelags
skapurin Operation Mobil
isation (OM), sum eigur og
rekur skipið. Tað eru nú
gott 4 ár síðani OM keypti
skipið. OM byrjaði mitt í
sekstiárunum og føroyingar
hava havt samband við OM
øll hesi árini. Tað var tann
ungi
eldhugaði
George
Werver, sum tók fyrsta
stigið til felagsskapin, og
hesi seinastu 40 árini er tað
ein stórur “herur” av før
oyingum, sum hava gjørt
sína andaligu “herskyldu”
við trúboðarafelagsskapin
um OM, annaðhvørt á landi
ella umborð á skipunum.
Tað fyrsta skipið fingu teir
í 1970, sum varð kallað
LOGOS. Hetta var fyrrver
andi Umanak, sum mangan
legði inn í Føroyum á
farleiðini til ella úr Grøn
landi.
Trúboðaraskipið
LOGOS vitjaði í Føroyum í
1983.
Húsavíkingurin,
Uni
Nolsøe, tók ímóti okkum
umborð, og hóast hann er
yvirstýrimaður og hevur
nógv at hugsa um í hesum
døgum, so tók hann sær
góðar stundir at vera saman
við okkum, vísa okkum
runt og greiða frá.
Fyrsta inntrykkið
Tað fyrsta ein sær, komin
umborð, er tann innbjóðandi
móttøkupulturin og mót
tøkuhølini. Við pultin er
pláss fyri tveimum móttøku
fólkum, og tey næstu árini
fara milliónir av menni
skjum, úr nógvum tjóðum
og tungumálum, at ganga
framvið móttøkupultinum.
Tað sigst, at tað fyrsta inn
trykkið, er tað, sum avgerð
restina, og tað má sigast, at
allastaðni har ein varð
vístur umborð, bar tað boð
um nakað nýtt, kvalitet og
umhugsni. Alt er gjørt av
nýggjum,
so
føroyingar
hava nógv at gleða seg til at
sleppa at heilsa uppá gomlu
Norrønu, tá Logos Hope
kemur til Føroyar í apríl
mánaða. Tað, sum enn ikki
er liðugt er tann stóri
konsertsalurin/teatrið, sum
liggur á gamla bildekkinum,
har
sum
bilarnir
áður
koyrdu inn a dekkið. Teatrið
kemur at vera útgjørt við
stórum palli og nýggjastu
ljóð og ljóstøkni. Har verð
ur pláss fyri nógvum fólki.
Skúli og sjúkradeild
Tað eru 33 børn umborð,
sum verða undirvíst av 8
lærarum, har ein av hesum
átta virkar sum skúlaleiðari.
Skúlastovurnar eru fleiri í
tali. Tað verður undirvíst á
enskum,
men
foreldrini
hjálpa til við undirvísingini
í móðurmálinum. Tey størru
børnini verða eisini undir
víst yvir alnótina.
Sjúkradeild við lækna
tannlækna og sjúkrastovum
er eisini umborð á Logos
Hope. Tað er eitt krav, at
útbúgvin heilsufólk eru við
skipinum. Við eini manning
uppá 350 fólk er neyðugt
við góðari heilsuútgerð.
Eisini kemur Logos Hope
at hjálpa til á støðum har
neyðugt er við læknahjálp.
Spurdur um pensjoneraðir
læknar og tannlæknar, sum
annars eru væl fyri, eru
vælkomnir umborð, svaraði
Uni, at teir skulu vera meira
enn vælkomnir.
Bókasølan
Tað mest spennandi at
síggja var stóra bókasølan,
við heili 7000 titlum. Her
er alt slag av kristiligum
bókum, bæði til børn, ung
dóm og tey tilkomnu, og
eisini er eitt hav av kristi
ligum fløgum, bæði við
tónleiki og filmi. Vanligar,
ikkikristiligar,
undirvís
ingarbøkur eru eisini ímill
um bøkurnar í stóru bóka
søluni, so sum landafrøði,
jarðfrøði, biologi, bøkur
um
urtagarðsrøkt,
mat,
heilsu o.s.fr. Hetta tí, at
skipið eisini vitjar støð, har
tað er torført at fáa hendur
á undirvísingartilfari. Talan
er um eina bókasølu í sera
snotiligum og heitum høl
um, við nýløgdum skips
parketti á dúrkinum. Eisini
eru hølini ljós og rúmlig.
Umborð á hinum skipunum
hevur tað verið vanligt, at
bókasølan er sett upp og
tikin niður ímillum vitjan
innar. Hetta verður ikki
neyðugt umborð á Logos
Hope, tí talan er um eina
permanenta
bókasølu.
Skipini hjá OM hava altið
verið kend sum “bókaskip
ini,” og tað er bókasølan,
sum dregur tað nógva fólkið
umborð, og tað er serliga
ígjøgnum bókasøluna, at
skipini
náa
fólkið
við
evangeliinum.
Eisini er eitt bókasavn
umborð, har møguleiki er,
undir friðarligum umstøð
um, at sita og arbeiða. Har
er eisini atgongd til fleiri
teldur.
Føroyingar umborð
Fleiri føroyingar arbeiða
umborð:
Umframt
Una
Nolsøe møttu vit Bjartu og
Trúgva, sum er stýrimaður
umborð, og teirra fittu
børnum. Helen og Eyðun
Joensen, Ragnar Joensen,
Eirik Gunnarson og Gunleig
Joensen. Vit ótu døgurða
saman við teimum og fingu
eitt hugnaligt prát um
arbeiði umborð. Uni Nolsøe
mynstraði sum yvirstýri
maður, tá hann kom umborð
fyri einum ári síðani. Meðni
skiparin og konan eru í
barnsburðarfarloyvið verð
ur Uni skipari. Hann sigur,
at hetta árið er besta árið í
hansara lívi. Uni vónar at
vera við, tá Logos Hope
kemur til Føroyar í apríl
mánaða.
Eisini varð prátað við
Eirik Gunnarson, sum má
sigast at vera ein OM
veteranur. Hann var fyrstu
ferð við OM í 1971. Í 1974
fór hann í eini lastbilakonvoy
úr Belgien til New Delhi í
India, har hann arbeiddi
sum bilmekanikari hjá OM.
Hóast Eirik er komin nær
teimum seksti árunum, so
er OMneistin ikki slókn
aður, tí Eirik hevur, hesi
seinastu
árini,
mynstra
heilar fýra ferðir við OM
- ein flótandi føroysk sendistova
LOGOS HOPE á veg til Føroyar
Logos Hope við bryggju í Køge
Øll sluppu við lívinum
Øll sluppu við lívinum, tá eitt turkiskt flogfar datt niður nærhendis Schipholfloghavnini í Amsterdam í
morgun. Summar tíðindastovur siga, at eitt fólk hevur latið lív, men turkiska flogfelagið, sum eigur
flogfarið, sigur, at øll sluppu við lívinum. Flogfarið, sum er av slagnum Boeing 737800, hevði
sambært fjølmiðlunum 135 ferðafólk umborð, tá óhappið hendi. Turkiskir fjølmiðlar siga, at 20 fólk
fingu skaða. Flogfarið fór úr Istanbul klokkan sjey í morgun og skuldi seta seg í Amsterdam klokkan
09.40. Men stutt frá floghavnini datt tað niður. Schiphol er tann fimstistørsta floghavnin í Evropa.