Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 24 nr. 39 • 25. feb. 2009 A ftana vanlukkuna yrkti Jacob Vang í Froðba tveir sangir. Hann var føddur 7.9. 1903 og doyði 1.6. 1979. Hann hevur tískil bert verið 20 ár, tá ið hann yrkti hesar sangir. Tað var vanligt at yrkja sangir í samband við slíkar tilburðir, og hesir vísa hvussu roynt var at ugga tey eftirsitandi. Vit prenta annan sangin í hesum partinum og hin í komandi parti. Um Jacob Vang kann annars sigast, at hann var beiggi Dani­ ellu, konu Poul í Búð. Tá ið hann í sanginum vísir til svágin er tað Poul. Hann misti eisini tveir beiggjar við General Gordon. Teir vóru Gunnar Frederik Dalbert og Símun Johan, sum var giftur til Fámjin, og teir vísir hann eisini til. Hann gjørdist sjálvur skipari og førdi millum onnur skip Signhild, sum seinni gjørdist til Active hjá Jógvan Jensen í Havn, sum er umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu fyri kortum. Jacob kom í 1939 út fyri eini serligari hending. Í november hetta ár neyðlendi eitt týskt flogfar á Tvøroyrarfirði við Skarvatanga. Tveir bjargaðu sær sjálvum til lands, meðan tveir aðrir blivu undir ringum umstøð­ um bjargaðir til lands av Jacob. Fyri hetta varð hann heiðraður av Carnegiegrunninum við kr. 400. Tað kann sigast, at tað var lagnunnar speisemi, at hann skuldi bjarga monnum frá einum heri, sum longu árið eftir kom at kosta okkum so nógv. Hesir menn vórðu annars settir í varðhald í Havn. Ein av teimum, sum kom at ansa eftir teimum, var Johan Norðfoss. Hesum greiddi hann frá í røðini, vit høvdu við hann í fjør. Teir vístu ikki nakað serligt takksemi fyri bjargingina! Sangir um General Gordon Nu Sorgen trykker mit unge Bryst, Og Kinden vædes af salte Taarer, Dog Hjærtet sagte i Brystet slaar, Og Blodet flyder i Aarer. Nu Sorg er kommen til Hjemmet brat, Alt om de kære fra Hjemmet rejste, De skulde ud over Bølgen snart, Og Sejlet frejdigt oprejste. Fra Hjemmet tog I en smuk Afsked, Alt fra de kære I havde hjemme, Men vi ej tænkte det saa skulde bli, At Havet tog jer i gemme. O Brødre kære to har jeg har mist, Fra spæde Aar vi vokste sammen, Men snart i Verden jeg sidder trist Men samles atter med Gammen. I Havet fik I saa kold en Grav, Og Graven prydes med Tang fra Havbund, Der fik I Hvilen, som Gud jer gav, Og ankrer ej mer paa Sandgrund. I Hvil har faaet ved Jesu Favn, Og Ankret har I ved Himlens Strande, Ja, hvil jer trykt udi Himlens Havn, Der er de herlige Lande. Den kære Kaptejn paa Gordon var, Dens stolte Navn over Bølgen førte, Men ej jeg tænke paa dette Svar, At graven dennem tilhørte. O, kære Svoger den bitre Død, I Havet maatte du Graven finde, Din Mø hun sukker i Sorgens Nød, Og Taarer falder fra Kinder. Kun kort var Tiden i Livet her, Du med din hustru som Mand var vorden. Hun savner borte nu Vennen kær, Og sukker tungt imod Jorden. Du Trøsten var for din unge Viv, Men Snart fra Verden Gud dig hjemkaldte, Dog Sorgen vækkes af afskeds Smil, Da du fra Hjemmet udrejste. Et Lys for hende du var den Stund, Som Gud lod eder tilsammen være, Men du i Havet fik Dødens Blund, Langt fra de Smaa dine kære. Med Haandetag udi Himlens Sal, Der skal vi Vennen og Venner finde, Da fri fra Sorgen vi være skal, Og Livets Enighed finde. O, Brødre kære og Svoger god, Som nu ved Havbund blandt Tang mon hvile, I faar i Himlen jo Sjælebod Og ind til Frelseren iler. Jeg glad vil blive til sidst engang, Naar jeg jer møder i Himlens Lande, Da jubler Hjertet af Glædens Sang, Og frelst fra verdslige Vander. Nu tak for alt fra at vi var smaa, Som kære Brødre vi var tilsammen, Nu glade I ind til Tronen staar Og synger Frelserens Amen. De stakkels Enker som sukker tungt, Som kun de smaa har til Sorgens Modstand, Skønt et er vokset, et andet ungt Ser kun paa Bølgernes Legvand. Ja, mangen Kvinde er nu forladt I Verden og i dens Strid og Møje, De kun til Himlen sin Lid har sat, Til Hjælperen i det Høje. O kære Venner og sørger ej, Hold op at fælde de salte Taarer, Thi Sorgen hjælper os intet nej. Den vil kun Hjærtet haardt saare. Hvad hjælper Sorgen, hvad hjælper Savn, I Verden er alt kun tomt og øde, Men udi Himlen det bliver til Gavn, Da vi skal gaa dem imøde. Vi finder dem udi i Himlens Land, Da frydes vi ved hinandens Side, Der ses ej Bølgerene slaa imod Land, Men kun de herlige Lide. En Sang Melodi: Nu tak for alt Komandi partur Í komandi parti verður áhugaverd frásøgn hjá Sunnevu Niclassen, sum var dóttir skiparan Poul í Búð. Um nakar veit nakað meira um General Gordon, Sjóriddaran, Helenu ella Karin vilja vit fegin frætta. Eisini hava vit áhuga fyri myndum. Ringjast kann á 315769 og 285769 Seinasta Miðvika Í seinastu Miðviku var ein mynd av ein bátsmanning í Borgshavn í 1959. Ónevndi vrakarin var Niclas Niclasen úr Klaksvík Minnisvarðin í Hvalba talar sítt mál um allar teir, sum eru farnir av vanlukku í sóknini. Tað eru meira enn 110 nøvn á minnisvarðanum Jacob Vang, vanliga nevndur Jacob á Bø í Froðbæ, yrkti bert 20 ára gamal tveir sangur til minnis um manningina á General Gordon. Hann misti svág og tveir beiggjar. Seinni kom hann at bjarga týskum hermonnum úr deyðavanda. Her er hann umborð á Signhild, har hann var skipari