mikudagur 25. februar 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 • 25. feb. 2009
MIÐvIkaN
23
Holm.
Spurningurin er so, hvussu
kláraði ein familja seg, nú for
syrgjarin knappliga var farin?
Tryggingin tá var í hvussu er ikki
nakað serligt, og mamma Johan
nes sat eftir við átta børnum.
Men tað eydnaðist Jettu at hava
øll børnini heima. Hetta var ikki
nøkur sjálvfylgja. Tað var ikki
óvanligt í slíkum umstøðum, at
børn fóru til onnur at vera.
Fremsta frágreiðingin var, at
fiskimannakonurnar vóru kempur.
Tær vóru vanar at skipa fyri
húsinum tann partin av árinum,
menninir vóru burtur. Nú fingu
tær so alla ábyrgdina, og hana
megnaðu tær eisini.
Annað svar var samanhald
millum fólk og tað, sum í dag kall
ast samhaldsfesti, har fólkið hevði
umsorgan fyri hvørjum øðrum.
Tað sum hjálpti júst í hesum
førinum var, at tey hjá Johannesi
áttu eitt sindur av jørð, 12 gyllin.
Hetta gav møguleika fyri at hava
kúgv og at fáa nakrar seyðir.
Alt hetta kravdi eisini arbeiðs
megi. Børnini í húsinum máttu
hjálpa við øllum arbeiði í húsinum.
Annars hjálptu øll í bygdini
til. Menninir hjálptu eisini við at
hava faðirleysu dreingirnar við
sær til dømis, tá ið farið varð á
flot, og teir fingu so eisini part.
Einkjurnar fingu kol
Í Hvalba var so nógv kol, at tey
skóru ikki torv. Hesir gomlu
minnast bert luktin av torvi frá tí,
teir komu framvið Sandvík í báti!
Við kolinum varð eisini hugsað
um einkjurnar. Tað var soleiðis,
at tað kol, sum var arbeitt millum
jól og nýggjár fór til einkjurnar,
og tær fingu ført tað til hús.
Tær fingu eisini møguleika at
fáa tað kol, sum kundi finnast í
dungunum aftaná framleiðsluna.
Mótsatt øðrum bygdum var ikki
nógv saltfiskaarbeiði í Hvalba.
Men eingin kundi hungra í
Hvalba. Her var nógvur útróður,
og fiskurin varð keyptur og
arbeiddur í bygdini.
Hvalba var eisini eitt gott
grindapláss við døglingum sum
ískoyti. Her vóru fuglabjørg, har
fuglur ikki treyt. Og so var so
nógvur seiður. Tað lá væl fyri at
kasta nót. Tá kundu fáast stórar
nøgdir. Einkjurnar vóru ongantíð
gloymdar, tá ið býtt varð.
Tað var eisini vanligt í Føroyum,
at tá ið børnini, serliga dreingirnir
vuksu til, hjálptu tey til fíggjarliga
við húsarhaldinum.
Johannes fór 14 ára gamal til
skips við Emerald hjá Mortensen,
sama reiðarí sum hjá General
Gordon. Kanska hava teir viljað
hjálpt familjuni við at taka
hendan faðirleysa dreingin við.
Seinni í 1936 komu Johannes
og Olivur at sigla saman við
City úr Norwich, har Niels Pauli
Holm var skipari. Hann var beiggi
Olivur.
Undir krígnum sigldu teir tó
ikki. Hesa tíðina arbeiddu nógvir
hvalbingar í kolinum, sum stórur
tørvur var á í landinum.
Hetta var sum so gott arbeiði,
men tað gekk fyri seg 600 metur
inni í fjallinum. Har var sera
skýmligt, og trygdin var sera
vánalig. Tað var altíð vandi fyri,
at loftið í gongini datt niður. At
forða hesum skuldu stúttur setast
upp undir loftið. Men tað var so
sum so við tí. Ofta máttu menn
sjálvir hava hesar stúttur við
sær til arbeiðis. Tað hendu eisini
vanlukkur, og fleiri mans doyðu
av vanlukkum í minunum. Hildið
verður, at tað var væl sloppið, at
tað ikki gekk verri.
Johannes var til skips í eini
30 ár. Hann hevur eisini arbeitt í
Íslandi og Grønlandi. Eisini hevur
hann arbeitt nógv ár á Bacalao.
Tað vóru fleiri suðringar, sum
gjørdu hetta, og sum fóru til hús í
vikuskiftunum.
Johannes er sera lættsintur. Í
sínum yngru árum spældi hann
harmoniku til dans. Nú hevur hann
leitað sær harmonikuna fram aftur,
og kann lættliga spæla ein góðan.
Tað gjørdi hann eisini hendan
dagin, vit vóru á vitjan.
Johannes giftist við Sonny,
sum var úr Hvalba. Tey fingu
børnini Jan, Finn Eiler, sum doyði
sum smádrongur og Kammu.
Systirsonur Johannes, Dybeck
Marinoson, vaks upp hjá teimum.
Jan hevur eisini dugnað hesi
frásøgn.
Erling Poulsen mundi
blivið faðirleysur
Í 2004 greiddi Erling Poulsen
frá í Dimmalætting, at tað var
um reppið, at hann sjálvur bleiv
faðirleysur við General Gordon.
Skiparin Poul í Búð ringdi um
veturin til pápa hansara, Mortan
Poulsen, og bað hann til besta
mann við General Gordon. Hann
játtaði, tí Poul í Búð fiskaði væl
og var góður at vera saman við
sum skipari. So hevði General
Gordon eisini motor, og hevði
hetta nógv at siga í 1924.
Men Mortan hevði eisini søkt
kjans við hvalabáti í Lopra, og
einar átta dagar áðrenn teir
skuldu fara avstað við »Gordon«,
fær hann at vita, at hann hevði
fingið stýrimanskjans við einum av
hvalabátunum hjá støðini í Lopra.
Nú vóru góð ráð dýr. Mortan var
ógvuliga harmur um at seta Poul í
Búð í eina ringa støðu at tørva ein
bestamann, tí nú vóru øll skipini
fullmannað. Hann ringdi so til
hansara og segði hvussu vorðið
var. Mortan segði síðan mangan,
at hann ongantíð gloymdi Poul
tað aftur, hvussu vakurt hann
tók hesa støðu. Poul sigur við
Mortan, at sjálvandi skuldi hann
taka kjansin við hvalabáti, tí teir
hanga ikki á trøunum. Poul kundi
sagt sum so, at nú var ov seint
at siga upp, tí nú fái eg ongan
annan bestamann, men tað gjørdi
hann so ikki. Poul spurdi Mortan
eftir øðrum skiparalærdum monn
um, men hann var glaður um,
at hann ikki hevði víst honum á
nakran.
Malena misti
dreingin
Poul í Búð fær so fatur á tann
24 ára gamla Emil Heinesen í
Sumba og biður hann koma sum
bestimaður við sær. Hann hevði
júst fingið skiparaprógv og skuldi
annars fara til skips við einum
norðanfjørðsskipi.
Emil var trúlovaður við Malenu
á Longini í Leirvík og hevði keypt
grundstykki inni á Toftanesi.
Hann ætlaði at búsetast í Leirvík.
Tilfarið var bílagt og tekningin
til húsini var gjørd og er enn til í
ættini hjá Malenu.
Tað er sama stykki, sum Ársæll
Jensen, vanliga nevndur Salle,
seinni bygdi síni hús á. Salli
var beiggi Oskar Jensen, sum
fyri kortini doyði í Íslandi 102
ára gamal, sum greitt frá her í
blaðnum.
Malena var í Sumba og ferðað
ist, áðrenn General Gordon fór
avstað. Eina náttina, eftir at Emil
var farin avstað, droymdi hon, at
tey svóvu í hvør síni song í einum
kamari. So sær hon seingina hjá
Emil fara undir í sjógvi. Morgunin
eftir byrjar hon at fortelja ver
pápan um dreymin. Men hann
brýtur hana av og sigur: ”Nú vil
eg ikki hoyra meira!”
Malena giftist seinni við
Sylveriusi á Mýrini, og tey
búsettust í Leirvík. Tey fingu tvær
døtur. Ein dóttir teirra Klara, gift
við Grími Rasmussen í Klaksvík,
eitur eisini Emilia, uppkallað eftir
Emil. Ein heilbeiggi, Otto, var
eisini. Hann fórst eisini á sjónum.
Men tá var Malena deyð, so hon
varð spard fyri hetta eisini.
Klara fortelur frá mammu
síni, at hon varnaðist, at okkurt
ófrættakent var, tí tá hon sá
menn standa og práta í túninum,
og hon nærkaðist, tá tagdu teir.
Tá hevur tosið verið um General
Gordon, sum einki frættist frá.
Tað er minst ein onnur søga
um ófrættakendan dreym í
samband við General Gordon.
Jutta Mortensen í Havn vaks upp
í grannalagnum hjá Poul í Búð á
Tvøroyri, og hon var á sama aldri
sum døtur hansara. Tí kom hon
inn hagar dagliga.
Pápi hennara Frederik fortaldi,
at eina náttina eftir, at General
Gordon var farin avstað, hevði
hann droymt Poul í hvítum gummi
stúvlum. Hetta gav honum eina
ófrættakenslu av, at her ruggaði
ikki alt rætt. Seinni kom hann
eftir, at dreymurin var samstundis
sum illveðrið, tá ið hildið var, at
General Gordon var farin.
Hetta var ein slíkur kavaroks
stormur av norði, at tey flestu
skipini av Tvøroyri, ið vóru farin
avstað stutt undan hesum veðri,
komu inn aftur við skaða.
ein sonur Jacob Poulsen var tann nú 93 ára gamli Johannes, sum hevur
funnið harmonikuna fram
Oliver Holm minnist enn greitt hendan vakra dagin fyri 85 árum síðani, tá ið
General Gordon fór av Hvalba
Poul í Búð var skipari. Hann fekk sagt
foreldrunum sítt síðsta farvæl
í Hvalba
24 ára gamli Emil Heinesen úr
Sumba var trúlovaður við Malena úr
Lorvík og skuldi byggja har. Malena
uppkallaði eina dóttir eftir Emil