Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 39 - 25. februar 2009 Bilar SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í síðstu viku vitjaði stjórin í Toyota Danmark A/S, Bas Kasteel í Føroyum. Vitjanin var m.a. í sambandi við nýggja bygningin hjá Reyni Service í Hoyvík Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Toyota stjórin, Bas Kasteel, sum var á vitjan í Føroyum, sigur, at hóast búskap­ar­ krep­p­una væntar hann sær nóg av 2009. Nógvar nýggj­ heitir eru á veg. Nýggjur Toyota Avensis, og tveir heilt nýggir bilar, mini­ bilurin IQ og Urban Cruiser, iðer ein SUV, sum er eitt sindur minni enn RAV4. Báðir bilarnir sum eru krasjtestaðir, Avensis og minibilurin IQ, fingu fimm stjørnur frá EuroNCAP. Hóast Toyota byrjaðu at framleiða bilar í 1937, komu teir ikki til Evrop­a fyrr enn í 1963, tá teir komu til Danmarkar, sum fyrsta landið í Evrop­a. Sama ár komu teir til Føroya. At vit í Føroyum hava havt Toyota í Føroyum frá byrjan, heldur Toyota stjórin vera áhuga­ vert. Eisini at Toyota hava ligið á odda í nógv ár og seldu mest bilar í Føroyum í fjør. Bas Kasteel sigur, at hóast teir eru vorðnir heims­ ins størsti bilaframleiðari hevur kvaliteturin á sjálvum bilunum og tænastan til kundan framvegis mest at siga. Bygningurin hjá Reyni Service í Hoyvík er bygdur eftir sama standardi sum aðrir Toyota bygningar í Evrop­a og tænastan er á sama støði. Bas Kasteel er hálend­ ingur og hevur arbeitt fyri Toyota í nógvum londum. Toyota væntar sær nógv av 2009 Bas Kasteel, stjóri hjá Toyota Danmark, Eivind av Reyni, stjóri hjá Reyni Service, og Jørgen Eg Andersen, marknaðarkonsulentur hjá Toyota Danmark Mynd: Magnus Gunnarsson Intruder eru nakrar av flottastu cruisarunum hjá Suzuki. Umframt 1800 útgávurnar, fæst Intruder nú í 1500 útgávuni M1500 MC Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Jap­anska Suzuki verk­ smiðjan er ein av heimsins størstu motorsúkkluverk­ smiðjum við einum stórum p­rogrammi við nógvum ymiskum motorsúkklum. Ein av nýggjheitum frá Suzuki er Intruder M1500. M1500 er ein tekniskt framkomin motorsúkkla við trygdini í hásæti. Talan er um eina flotta súkkla við klassiskum designi og er sera væl útgjørd við t.d. SCAS (Suzuki Clutch Ass­ ist System), sum gera tað lætt at skifta gir og at nýta koblingina. Intruder M1500 er ein súkkla, sum tekur seg væl út, er góð at sita á og at koyra. Hon er kvik og koyri­ egineikarnir eru heilt í top­p­, eisini við ferð í svingum. Instrumentini eru løtt at avlesa undir koyring. Mot­ orurin er ein 1,5 litra vatn­ køldur V2 (4­takt) við 80 hk. Tað er MC­Sølan í Slætta­ nesgøtu, sum umboðar Suzuki motorsúkklurnar. Fyritøkan umboðar motor­ súkklumerkini Kawasaki og Ducati. Á heimasíðuni: www.mc­solan.fo eru up­p­lýsingar um úrvalið av t.d. motorsúkklum og skut­ arum og hóp­in av leikjum til aðrar MC­síður. Suzuki Intruder M1500 kostar 122.000 krónur. Suziki Intruder M1500 Suzuki Intruder