Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 39 - 25. februar 2009 ] Sleppa ikki undan doping Ì samrøðu við norska blaðið, VG sigur norski súkkluíðkarin, Kurt Asle Arvesen: - Innan nógvar ítróttargreinar eru tað fólk, sum garantera, at ”mítt ítróttarsamband” og, at ”mítt landslið” er leyst av doping. Eg vil bara siga, at aftaná tað, sum hendi við Ivan Basso, so kann eg bara garantera fyri mær sjálvum, um eg eri dopaður ella ikki. Eingin hevur stýring á hvat hendir í teimum ymisku sovikømurunum, og í heimunum. Hvussu kann ein garantera, at fólk ikki fáast við doping? Spyr Kurt Asle Arvesen. - Man blívur ofta naivur, og trýr tað besta um sínar egnu liðfelagar. Men í dag garanteri eg bara fyri, at Kurt Asle Arvesen er leysur av doping. Staðfestir Kurt Asle Arvesen. Hiddink ynskti sær meiri tíð Guus Hiddink hevði ynskt sær størri tíð at fyrireika seg uppá uppgávuna, áðrenn hann tók við sum høvuðsvenjari hjá Chelsea. Men hann viðgongur, at hetta var ikki møguligt. - Eg burdi havt tvær til fýra vikur fyri at síggja uppá liðið og umstøðurnar, og so kundi eg byrjað uppá arbeiðið. Men tað er eingin tíð til hetta, sigur Guus Hiddink við Sky Sports. Guus Hiddink ætlar kortini ikki at brúka tað, sum eina umbering, um Chelsea skuldi snáva í Premier League, ella í Champions League. Í toppítrótti nyttar einki at koma við umberingum. – Vit hava lítlan hug at fara víðari til ítrótt ardómstólin, sigur formaðurin í Neistanum, Kjart­ an Thomasen, um kærumálið við víkj­ andi dystinum millum Neistan og VÍF fyri einum mánaði síðani, sum VÍF kærdi. Dysturin verður tí helst spældur umaftur HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tá Neistin og VÍF møttust í høllini á Hálsi í Havn sunnu dagin 18. januar í ár, vann Neistin 38-37. Men tað, sum mest hevur verið at hoyrt um síðani, er hálv- leiksstøðan, sum á pappír- inum var 21-16 til Neistan – men í eina løtu á mál- talvuni var 21-17. Eftir dystin kærdi VÍF um, at dómararnir høvdu ógildað seinasta málið í fyrra hálvleiki, sum Sámal Joensen skjeyt beint fyri hálvleik við beinleiðis tríggj armeturkasti, tá klokk an vísti 29:59. Víst var á, at kolldømda málið fekk avgerandi týdning fyri dystin, sum Neistin jú vann við júst einum máli. Millum annað hevur VÍF ført fram, at tríggjar metur- kastið átti at verið tikið umaftur, tí tað ikki var tikið, tá dómaraborðið floytaði fyrra hálvleik av. – Siðvenja er, at dómararnir lata tíðina fara, áðrenn fríkastið verður tikið, og hereftir hevur spæl arin trý sekund til at avgreiða fríkastið, hevur VÍF sagt. VÍF fekk viðhald Í úrskurði tann 1. februar gav kappingarnevndin hjá Hondbóltssambandinum VÍF viðhald og segði, at dysturin skuldi spælast av nýggjum. Nú lá bólturin hjá Neistanum, sum í roynd og veru einki hevði við málið at gera, og Neistin kærdi úr skurðin til dómsnevndina hjá Hondbóltssamband in- um. Felagið vildi hava kæruna frá VÍF afturvísta og vísti millum annað á, at mót- mæl ið frá vestmenningum undir sjálvum dystinum ikki var noterað á dómara- seðilin, og at felagið tí metti seg at hava spælt víðari í dystinum undir skeivum fortreytum. Fríggjadagin 20. februar kom so úrskurðurin frá dómsnevndini, sum í fleiri førum gevur Neistanum við hald, men í sjálvari av - gerð síni staðfestir avgerð- ina hjá kappingarnevndini, at dysturin skal spælast um aftur. Samstundis verður álagt pørtunum í felag at finna nýggjan dystardag, sum í síðsta lagi má vera 28. mars. Enn eina ferð liggur bólt- urin sostatt hjá Neistanum, sum annaðhvørt kann góð- taka, at dysturin verður spældur umaftur, ella kæra avgerðina hjá dómsnevndini til Ítróttardómstólin hjá ÍSF. Verður kært, skal tað gerast áðrenn mánadagin 2. febru- ar klokkan 13, men lítið bendir tó á, at Neistin fer víðari við málinum. Neyvan til dómstólin – Vit hava viðgjørt málið í nevndini, men hava lítlan hug at fara víðari til ítrótt- ardómstólin. Tað er strævið at fáast við sovorðið, sum bæði krevur tíð og orku, sigur formaðurin í Neistan- um, Kjartan Thomasen, sum eftir mong ár í ítrótt- ararbeiði framvegis heldur lítið um, at dystir verða avgjørdir á skrivara borð in- um, heldur enn á vøllinum. – Eg haldi ikki, at tað er rætt at geva VÍF viðhald í kæruni, men um tað ikki fær verið øðrvísi, so mugu vit heldur spæla handa dyst in ímóti vestmenningum umaftur. Eg dugi væl at skilja, at teir kenna seg snýtt ar fyri hetta fríkastið, men samstundis dugi eg illa at síggja, hví vit sum triði- partur í málinum skulu missa tvey vunnin stig og spæla nýggjan dyst. Kjartan Thomasen sigur, at enn hevur nevndin í Neistanum tó ikki tikið endaliga avgerð um ikki at fara til ítróttardómstólin. – Fáa vit okkurt ítøkiligt for- dømi, sum líkist hesum mál inum, fara vit kanska víðari, tí vit hava jú ikki freist fyrr enn mánadagin, sigur hann. So kann leggjast aftrat, at áðrenn mánadagin kemur sunnudagurin, tá ein av dystunum í Atlantic Air- ways-kappingini verður spældur í Vestmanna – millum VÍF og Neistan… Fyri aðru ferð í tveir dagar vunnu kvinnurnar hjá Tjaldri við 18 málum á Kyndli, og smeyg Tjaldur sær við sigrinum fram við Neistanum og undir liðina á VB – bert trý stig frá oddasessinum HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Dysturin í høllini á Hálsi í Havn í gjárkvøldið var tann, sum upprunaliga skuldi ver ið spældur 11.januar, og sum hevur vantað í á stiga- talvuni – serliga hjá Tjaldri, sum nú vann hann og tí aft- ur av álvara er við heilt har frammi. Støðan í oddanum er rætti liga spennandi, nú bara fýra umfør eru eftir av Sunset-kappingini, tí bæði VB og Tjaldur hava nú 22 stig, sum bara eru trý færri enn oddaliðið Stjørnan, um framt at Neistin er væl við við sínum 21 stigum. Bara tvey lið sleppa í FM-final una, so her kann alt henda. Í dystinum í gjárkvøldið vóru tað fyri tað nógva tær yngru og lokalu á liðnum hjá Tjaldri, sum fingu møgu leikan, og eitt nú sat Adina Petrea fyri tað nógva á bonkinum. Kortini gjørd- ist hon næstbesti málskjútti hjá gestunum. Hinvegin kundi Kyndil, sum fyri aðru ferð í tveir dagar fekk ein ordans sekk frá Tjaldri, í sínum lagi gleðast um, at Randi Ward- um var við aftur, hóast hon ikki í kvøld kom á mál talv- una. Sum úrslitið og hálv leiks- støðan eisini siga, var talan stórt sæð um einvegis ferðslu, har Tjaldur longu eftir einum korteri var farið 10 mál frá Kyndli, sum – hóast 50 prosents størri úrtøku í seinna hálvleiki – ongantíð var í nánd av at sleppa ordiliga upp í part. Neistin fer neyvan til ítróttardómstólin Tjaldur bjóðar av har frammi Við sigrinum á Kyndli í gjárkvøldið er Tjaldur aftur av álvara við í oddastríðnum Mynd: Álvur Haraldsen Rætting Bæði mánadagin og týsdagin umrøddu vit flogbólts kvinnurnar hjá SÍ sum greipuvinnarar í ár og í fjør. Tað er ikki rætt, tí SÍ vann ikki greipuna í fjør, men »bert« føroya meistaraheitið. Í fjør var ÍF steypavinnari – enntá við sigri á SÍ… Vit biðja liðini og lesararnar fyrigeva okkum mistakið! hil Kyndil-Tjaldur 15-33 (6-17) 10 min: 2-8 20 min: 4-13 30 min: 6-17 40 min: 12-25 50 min: 13-28 Málskjúttar Kyndil: Jacklin Durhuus 5, Ása Christiansen 2, Jórun Ludvig 2, Súsanna Petersen 2, Hildur Høgenni 1, Helena á Krákusteini 1, Beinta Laursen 1, Halla Midjord 1 Tjaldur: Annika Thomsen 11, Adina Petrea 9, Alina Olaru Anghel 6, Elinbjørg Hammer 2, Benadikta Johannesen 2, Jacoba Langgaard 1, Heidi Sevdal 1, Sarah Ann B. Thomsen 1 Brotskøst: Kyndil 4, Tjaldur 2 Útvísingar: Kyndil 1 Dómarar: Hanus Kúrberg & Tummas Juul Mortensen FAKTA um dystin