Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 39 - 25. februar 2009 ] Porto, Barcelona og Arsenal fingu sær rættiliga góð út gangs­ støði til returdystin. Man chester United helt nullið, men nú lúrir vandin fyri einum útivallarmáli á Old Trafford Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Manchester United hevði nóg mikið av málmøgu leik­ um til at vinna dystin ímóti Inter í Milano ígjár. Serliga í 1. Hálvleiki burdi útiliðið havt skorað, men Christiano Ronaldo varð ikki nóg skarp ur. Inter­málverjin, Julio César hevði eisini nógv ar góðar bjargingar. Heimaliðið var betri við í 2. Hálvleiki. Venjarin hjá Man chester United, Alex Ferguson harmaðist um, at tað ikki eydnaðist at hála ein sigur í land, aftaná so nógvar stórar málmøgu­ leikar: ­ Vit høvdu nógvar stórar málmøguleikar, og eg vóni sanniliga ikki, at vit verða revsaðir fyri okkara manglandi mál her í Milano. Spælarnir hjá mær eru eisini vónsviknir um, at teir ikki vunnu. Men við okkara góðu hagtølum á heimavølli, so sær tað enn gott út hjá okkum, segði Alex Fergu­ son. Inter­venjarin, Jose Mourinho heldur, at tað sær eisini gott út hjá teimum: ­ Tá eg vann Champions League við Porto í 2004, tá spældu vit 0­0 í hálvfinaluni ímóti Deportivo La Coruna, men vit vunnu útidystin. Segði Mourinho aftaná dyst in, sum rósti Inter­mál­ verjanum, Julio Cesar til skýggja: ­ Hann var fantast­ iskur í 1. Hálvleiki, har hann hevði 2­3 risabjarg­ ing ar, og tað hevði sera stóran týdning fyri liðið. Staðfesti Mourinho. Wenger ikki heilt nøgdur Hóast Arsenal helt málið reint á heimavølli, og vann 1­0 á Roma, so ergraði Arsenal­venjarin, Arsene Wenger seg um allir teir brendu málmøguleikarnar. Arsenal svam í mál møgu­ leikum, og tað var serliga danski framherjin, Nicklas Bendtner, sum brendi illa, og Arsenal fekk bert bóltin í Roma­málið við einum brotssparki, sum Robin van Persie setti í netið. Aftaná dystin segði Arsene Wenger: ­ Eg eri nøgdur við hug­ burðin hjá spælarunum, men sjálvandi burdu vit havt skorað fleiri mál. Tað er tað einasta vit kunnu verða misnøgdir um. Ein veit ongantíð hvussu ein skal útgreina eitt gott úrslit í Europa. Men vit hava sæð, at vit kunnu skapa stórar mál møguleikar ímóti Roma, og á tí jaligu síðini, kunnu vit eisini siga, at teir skoraðu ikki ímóti okkum. Nicklas Bendtner varð tikin út eftir 57 minuttirs spæl. Málríkari í Madrid Atletico Madrid legði hart út ímóti Porto, og longu aftaná tríggjar minuttirs spæl, fingu teir løn fyri stríðið, tá Maxi Rodriguez endaði eitt skjótt spælt mót­ álop, og legði heimaliðið á odda 1­0. Men sum 1. hálv­ leikur leið komu gestirnir úr Porto meira og meira við í spælið, og tað var als ikki óuppiborið, tá toppskjúttin Lisandro javnaði til 1­1. Atletico Madrid legði seg tó aftur á odda áðrenn steðg in, takka verið einum risastórum málmansdroppi hjá Porto­málverjanum, sum misti eina veika skot­ roynd hjá Diego Forlan inn í málið. Eitt drop av teimum heilt stóru. 2. hálvleikur var ikki líka lívligur, og tað var longri ímillum teir stóru málmøguleikarnar. Atletico Madrid hevði heldur meir av spælinum, men tað var kortini Porto, sum fekk javn að, tá Cisskos fann Lisandro, sum kundi skorað mál nummar 8 í Champions League frá stuttari fjarstøðu. Barcelona fekk eitt gott útgangstøðið ímóti franska meistaraliðnum, Lyon. Lyon byrjaði kortini best, og longu aftaná 7 minuttirs spæl, skoraði Juninho fyri heimaliðið. Thierry Henry javnaði tó, tá 67 minuttir vóru spældir. Returdystirnir verða spældir mikukvøldið 11. mars. Klassikari í Madrid í kvøld Einki avgjørt enn SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Robin van Persie skoraði sigursmálið hjá Arsena Champions League, fyrra 1/8 finalan Inter Milan - Manchester United 0-0 Arsenal - Roma 1-0 (1-0) 1-0 Robin van Persie 37. min (brotsspark) Lyon - Barcelona 1-1 (1-0) 1-0 Juninho 7. min 1-1 Thierry Henry 67. min Atletico Madrid - FC Porto 2-2 (2-1) 1-0 Maxi Rodriguez 3. min 1-1 Lisandro Lopez 22. min 2-1 Diego Forlan 45. min 2-2 Lisandro Lopez 72. min Tvey av heimsins best umtóktu liðum, Real Madrid og Liverpool spæla í kvøld Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Dystirnir í kvøld eru hesir: Real Madrid­Liverpool, Chelsea­Ju­ ven tus, Sporting­Bayern Munchen og Villareal­Panathinaikos. Span­ ia og Ongland hava veruliga sett seg tungt á Champions League í ár. Londini hava 4 lið hvør í 1/8 finalunum í Champions League. Kortini er bert ein ensk­sponsk uppgerð, og er hon millum Real Madrid og Liverpool. Real Madrid hevur koyrt væl seinastu tíðina, og hava teir vunnið nógv. Hetta hevur kortini ikki verið nóg mikið til at stilla krøvini hjá sponsku pressuni, og krevjandi áskoðarafjøldini á Santiago Berna bau. Real Madrid er rætti­ liga langt aftanfyri Barcelona í sponsku kappingini, og fara teir tískil at leggja nógv fyri at kunna vinna seg víðari í Champions League. Tað hevur tó ikki roynst væl hjá Real Madrid í 1/8 final­ unum seinastu árini. Seinastu 4 árini, er liðið nevnliga rokið út í júst 1/8 finaluni. Ùt frá teimum hagtølunum, so má Liverpool sig­ ast at verða favorittur. Liverpool hevur rokkið fleiri hálvfinalum og finalum seinastu árini. Hinir dystirnir Panathinaikos er betri fyri í griksku kappingini, enn Villareal, sum ikki hevur kunnað fylgt við toppliðunum í Primera Liga. Villareal hevur bara vunnið ein av teimum seinastu 8 dystunum í sponsku kappingini. Jurgen Klins­ mann hevur fingið kombina sjóns­ spælið hjá Bayern Munchen at rigga, og tað er júst tað, sum skal til fyri at kunna basa tí formsterka og verjusterka Sporting­liðnum úr Portugal. Claudio Ranieri varð tann fyrsti venjarin, sum russiski Chelsea­ánarin, Roman Abraha­ movic sparkaði úr starvi. Nú fær Ranieri so møguleikan at sláa Chelsea úr Champions League kappingini. Tað skuldi ikki verið heilt ómøgligt, tí Chelsea virkar ikki líka sterkt, sum liðið hevur verið tey undanfarnu kappingar­ árini. Kortini er gongdin ikki nógv frægari hjá Juventus, so bæði liðini hava hart brúk fyri at sleppa víðari í Champions League kappingini.