Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2001síða 17

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 28. september 2001 33 33 Gunnar Dahl-Olsen gjørdist vinnari av fyrstu FM-kappingini í býarsúkkling, sum var í Havn miku- kvøldið SÚKKLING Mikukvøldið skipaði Tórs- havnar Súkklufelag fyri fyrstu ferð fyri FM í býarsúkkling. Kappingin var á Hálsi í Havn. Á einari 600 metrar langari rundleið varð súkklað í 40 minuttir, so bleiv ringt við einari klokku og farið var út á seinasta rundteinin. Ikki óvæntað vann Gunn- ar Dahl-Olsen, sjálvt um hann hevur ligið í dvala á Tenerifa síðani fyrst í September. Honum á baki kom nýggja stjørnuskotið í føroyskari súkkling, 16 ára gamli Eli Christiansen. Hesir báðir, saman við Esmari Joensen og Sverra Mohr Edvinsyni, løgdu seg skjótt á odda, og Beinir Rasmussen, Jens Sigurd Simonsen og 14 ára gamli Dánjal Michaelsen dragn- aðu frá. Einaferð sá út sum Sverri fór sama vegin, men hann menti seg aftur, og sjálvt um Gunnar og Eli súkklaðu skjótt og royndu allar snildir fyri at sleppa frá hinum báðum, so fylgd- ust teir so at siga um mál- strikuna. Eina lítla løtu, tá umleið hálvur teinurin var súkkl- aður, sást at Eli var móður, men Eli er ikki hann ið gevst tá á stendur. Hann fetti sær á, legði seg á odda og bjóðaði av, meðan hinir kundu hvíla seg í le av honum eina løtu. 30 km Fríggjakvøldið verður 30 km tíðar FM-súkkling úr Havnini til Kaldbaks og aftur. Tilmeldingin til hesa kappingina er heldur størri enn til býarsúkklingina. Sunnudagin kl 1300 fara so somu menn ar kappast á 100 km teinunum. FM-100 km verður hesaferð tvær ferðir: Úr Havnini, til Kollafjarðar, um Oyggjar- vegin og aftur til Havnar, har seinastu 20 km verða súkklaðir á einari rundleið, ið er 5 km long, og er frá Skógrøkt Landsins, eftir Hvítanesvegnum, Ringveg- num, niðan eftir Sundsveg- num, eftir Vegnum Langa - Ringvegnum og aftur til Skógrøkt Landsins. Balslev er høvuðsstuðul til kappingina, teir lata tí bæði heiðursmerkir og steyp til vinnararnar! Blómuhandilin Árstíðirnar stuðla eisini við vøkrum blómum til vinnararnar. Nr.187 • fríggjadagur • 28.september 2001 • 75.árgangur • www.sosialurin.fo Úrslitið í býarsúkklingini 1.Gunnar Dahl Olsen. 2.Eli Christiansen. 3.Sverri Mohr Edvinson 4.Esmar Joensen. 5.Beinir Rasmussen. 6.Jens Sigurd Simonsen. 7.Dánjal Michaelsen. FM-unglingar 1. Eli Christiansen 2. Dánjal Michaelsen FM-menn: 1. Gunnar Dahl Olsen 2. Sverri Mohr Edvinson 3. Esmar Joensen Í B68 og NSÍ ganga royndu spælararnir við lív og sál upp í fótbóltin, og gullkrónurnar koma væl við – eisini í 4. og 5. deild Tá tað ræður um fótbólt, er nógv broytt í Eysturoy sein- astu fjórðings øldina. Nú er einki at ivast í, at fót- bóltsáhugin er onganstaðni í landinum størri, enn hann er í Eysturoy. Tað sást eitt nú aftur í, at fýra feløg í oynni eru umboðað í bestu deildini – EB/Streymur, NSÍ, B68 og GÍ. Undan síðsta umfarinum, sum er á skránni í morgin, er tað greitt, at øll hesi feløgini eisini komandi ár fara at verða umboðað í 1. deild. Og tað er eisini møguleiki fyri, at eitt felag afturat verður í fremstu røð. Skálamenn bíða spentir til tað seinnapartin í morgin verður greitt, hvørjum teir tey bæði næstu vikuskiftini skulu telvast ímóti um eitt pláss í 1. deild. Framman- undan er greitt, at tað verður ímóti B71 ella FS Vágum. Tá tað verður sagt, at tað er nógv broytt seinastu fjórðings øldina, so er hetta tí, at fyri einari fjórðingsøld síðani var bara eitt felag í Eysturoy í bestu deildini. Tað var ÍF. Júst fyri 25 árum síðani – í 1976 – royndi NSÍ seeg fyrstu ferð í 1. deild, og síðani tá er ikki helmað í. GÍ kom í 1. deild í 1980, B68 kom í 1981, og LÍF hevur eisini fleiri ferðir roynt seg. Toftamenn duga enn B68 vann FM í 1984, 985 og 1992. Summir spælarar vóru við til at vinna øll meistaraheitini, meðan onkrir, sum vóru við tey fyrru árini, vóru givnir í 1992. Men nú spæla nógvir av hesum á sama liði. Tað er í 4. deild, og tað liggur væl fyri hjá teimum. Næstsíðsta leygardag vóru teir á Eiði og spældu finalu ímóti HB. B68 vann 3–1, men teir flyta ikki upp í 3. deild, tí har hevur B68 framman- undan eitt lið. Málskjúttar á Eiði vóru Aksel Højgaard, Fróði Davidsen og Ingolf Petersen. NSÍ fimm ferðir á rað Í Runavík verður nógv gjørt burtur úr 5. deildar- liðnum, sum næstsíðsta leygardagin ognaði sær fimta meistaraskapin á rað. Ábyrgdarmaður fyri lið- num er Sigmund Johanne- sen. Hann hevur verið venjari síðstu fimm árini, og hann ætlar at halda fram eitt ár afturat: – So fara vit kanska at vinna seinna steypið til ognar, heldur hann vónrík- ur fyri. Næstsíðsta leygardag tapti NSÍ 6–3 á heimavølli ímóti EB/Streymi. – Vit taptu eisini 6–3 ímóti teimum á Mølini. Á Toftum var javnt, 1–1 ímóti B68. Annars hava vit vunnið allar hinar dystir- nar, sigur Sigmund Jo- hannesen, sum avgjørt ikki hevur trupulleikar at manna liðið. – Tað er so stórur áhugi fyri at sleppa at spæla við, at teir ringja til mín og spyrja, nær næsti dysturin verður. Vit venja hvørt mikukvøld, og tað hevur verið ógvuliga hugaligt, sigur Sigmund Johannesen, sum eisini gleðist um, at tað eydnaðist at vinna deildina, sjálvt um teir í 2. deild komu at leita eftir fólki á hansara liði. Í Runavík hevur tað verið skemtað óført við, at Tórbjørn Jacobsen hevur verið á liðnum. Í síðsta dystinum slapp hann inn síðstu minuttirnar. – Tá høvdu vit tapt alíka- væl, helt venjarin! Eftir síðsta dystin var borðhald í Elduvík. Teir søgdu, at Tórbjørn Jacob- sen fekk longri talutíð í Elduvík, enn hann fekk spælitíð á liðnum í ár! Ítróttarsosialurin ynskir bæði B68 og NSÍ tillukku við góðu úrslitunum. Gunnar vann býarkappingina Framvegis knotur í gomlum kongum Gunnar Dahl-Olsen NSÍ. Gullvinnarar í 5. deild 2001. Aftanfyri frá vinstru: Sverri Justinussen, Elnar Rasmussen, Eyðun Gaardbo, Eyðun Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Andrass Olsen, Mattias Davidsen, Poul J. Poulsen, Sveinur í Heiðunum, Gestur á Líknargøtu, Ragnar Olsen, Símun Danielsen og Tryggvi Mortensen. Frammanfyri frá vinstru: Jóan Petur Langgaard, Búgvi Jacobsen, Sigmund Johannesen, venjari, Dániel Pauli Jensen, Ba Kundsen, Arnbjørn Nielsen, Ólavur Gunnarsson og Oddfríður Gaardbo Sigmund Johannesen, venajari, og Tórbjørn Jacobsen, sum í fjør var kosin næstbesti spælarin. Í ár talaði hann longri undir borðhaldinum, enn hann spældi á vøllinum, verður sagt úr Runavík! Felagið hjá Øssuri Hansen er so mikið illa fyri, at teir kenna seg noyddar at selja fleiri spælarar Tað ljóðar ikki frá nøkrum serligum í B93. Felagið, sum Øssur Hansen hevur umboðað síðani summar- steðgin, er í rættuliga tung- um fíggjarligum sjógvi. Trongstøðan er so mikið stór, at felagið ikki sær aðrar útvegir burturúr, enn at royna at selja spælarar. – Skulu vit megna skyld- urnar, sum vit hava, so verður neyðugt at minka um útreiðslurnar. Tað kunnu vit gera við at selja onkrar spælarar, og sjálv- andi er størst møguleiki fyri at finna áhugaðar keyparar, um talan er um bestu spælararnar hjá okkum, siga teir í B93 leiðsluni. Í gjár var ikki greitt, hvørjar spælarar talan fór at vera um. Um B93 fer at fáa søluprís fyri spælararnar, samstundis sum teir sleppa undan størstu lønarútreiðsl- unum, so rokna teir við at standa seg betur fíggjarliga, enn teir hava gjørt ta sein- astu tíðina. Einki hevur enn verið at hoyrt um, hvussu tað verður við Øssuri Hansen. Fyrr í summar varð ein leiguavtala gjørd millum Tofta Ítróttarfelag og B93. Avtalan fevndi um restina av hesum árinum. Tí ber tað neyvan til hjá B93 – um teir høvdu havt áhuga fyri tí – at selja Øssur til eitt annað felag, uttan at toftamenn vóru við í handlinum. At B68 og B93 gjørdu eina leiguavtalu skuldi bera við sær, at um ella tá Øssur kom aftur til Føroya, so skal hann umboða B68. jh Tveir klaksvíkingar eru leikbannaðir, tá teir fara til Suður- oyar at verja plássið í næstbestu deildini Kappingarnevndin hevur nú gjørt av, at tann fyrri dysturin ímillum Royn og KÍ skal spælast í Hvalba nú leygardagin, og at tann seinni dysturin skal spælast í Klaksvík leygar- dagin í komandi viku. Petur Erhardt Kjærbo úr Sumba verður dómari í Hvalba, og Tummas Pauli Olsen úr Gøtu verður dómari í Klaksvík. Royn endaði á silvur- plássinum í 3. deild. VB fekk gull og flutti bein- leiðis upp, og Royn skal nú í tveimum dystum finna út av, um teir fara at megna at endurvinna plássið, sum teir í fjør mistu í 2. deild. KÍ endaði næstaftast í 2. deild. Í síðsta dystinum, sum varð spældur á Skála síðsta leygardag, taptu teir 6–1. Men dysturin á Skála kastar eisini myrkar skuggar á kvalifikatiónsdystin í Hvalba í morgin. Mið- skeiðis í 2. hálvleiki varð álopsmaðurin Erling Fles útvístur, og í síðsta minuttinum sá John Havn reyða kortið. jh Danski landsliðs- venjarin sigur tað vera ítróttarlig og ikki peningalig viðurskifti, sum eru orsøkin til, at hann hevur longt samstarvið við DBU Tað hevur leingi ligið í luftini, og nú er tað komið á skrift. Morten Olsen verður landsliðs- venjari í Danmark til og við 2006. Góða spælið og fínu úrslitini hjá danska landsliðnum, síðani Morten Olsen fyri fyrstu ferð stóð á odda fyri landsliðnum – tað var 16. august í fjør, tá Danmark vann 2–0 á Føroyum á Tórsvølli – hava havt við sær, at bæði donsku fjølmiðlar- nir og fótbóltsáhugaðir danir so at siga hava gjørt tað til eitt fólka- krav, at avhildni venjarin skal halda fram. Higartil hevur Morten Olsen havt eina ársløn sum danskur landsliðs- venjari uppá 1,75 milli- ónir krónur. Tað hevur ljóðað, at kravið hjá honum hevur verið, at lønin skuldi tvífaldast. Tað er ikki komið al- ment fram, hvussu stór lønin nú verður, men tað er einki at ivast í, at talan er um lønarhækkan. Kortini verður tað ikki hildið, at talan er um serliga stóra løn. Morten Olsen hevði havt møgu- leika at gerast venjari hjá onkrum týskum fe- lag, og har eru lønirnar væl hægri, enn tað, sum hevur ljóðað frá danska landsliðnum. Morten Olsen undir- strikaði sjálvur í fyrra- dagin, tá hann og aðal- skrivarin í DBU, Jim Stjerne Hansen, høvdu undirskrivað sáttmálan, at tað ikki var so nógv pengarnir, men heldur ítróttarligu avbjóðing- arnar, sum høvdu verið orsøkin til, at hann var stak áhugaður at halda fram inntil 2006. Morten Olsen doyr neyvan í hungri við løn- ini, sum hann nú fer at fáa, men hann kundi altso havt fingið nógv meiri onkra aðra staðni. – Vit hava eitt gott lið, sum spælir góðan fót- bólt og hevur rokkið góðum úrslitum. Tað er ikki víst enn, men vit hava góðar møguleikar at sleppa upp í part í HM endaspælinum í Japan og Suðurkorea. Eftir ta kappingina verður setn- ingurin at spæla okkum í EM endaspælið í Portu- gal í 2004 og HM enda- spælið, sum verður í Týskalandi í 2006. Hetta verður sera spennandi, og eg haldi, at framtíðin hjá landsliðnum sær ljós út. Á liðnum eru nógvir ungir spælarar, og á yngru landsliðunum hava fleiri spælarar víst sera gott hegni, so tað er einki at ivast í, at teir um ikki so langa tíð verða evni til besta landsliðið, segði Morten Olsen í fyrradagin. Hjálparvenjarin Michael Laudrup hevur verið hjálparvenjari hjá Morten Olsen. Laudrup vil ikki fyrrenn eftir síðsta HM undankapp- ingardystin – hann verður annan leygardag á heimavølli ímóti Ís- landi – taka støðu til, um hann er sinnaður at halda fram ella ikki. Í Danmark verður hildið, at samstarvið millum Olsen og Laudrup hevur verið fyrimyndarligt og sera gagnligt fyri danska landsliðið og danskan fótbólt. Um Laudrup velur ikki at halda fram, so verður mett, at hann skjótt verður venjari hjá onkrum donskum ella útlendskum felagi. Í tí sambandinum hevur Brøndby fleiri ferðir verið nevnt. Venjarin í Brøndby, norðmaðurin Åge Hareide, hevur boð- að frá, at hann ikki er sinnaður at halda fram, tá sáttmálaskeiðið hjá honum og Brøndby komandi summar verður liðugt. jh Gullvinnarar í 4. deild 2001. Aftanfyri frá vinstru: Atli Joensen, Eyðfinn Olsen, Olaf Magnussen, Arnfinn Olsen, Jógvan Martin Olsen, Dávur Hansen, Edmund Jacobsen, Ingemar Højgaard, Jóhannus Danielsen og Petur Hans Hansen. Frammanfyri frá vinstru: Aksel Højgaard, Fróði Davidsen, Ingolf Petersen, Alberg Gaardlykke, Høgni Hansen, Símun Johannesen, Petur Gaardlykke og Heri Jacobsen Royn og KÍ nú leygardagin Morten í fýra ár afturat B93 í tungum sjógvi Ógreitt er, hvussu støðan hjá Øssuri Hansen er, nú felag hansara kennur seg noytt at selja spælarar C M Y K 32