fríggjadagur 28. september 2001síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 187 - 28. september 2001
Nr. 187 - 28. september 2001
31
Eitt lið av kavarum
var mikudagin og
kavaði við Søtuvík á
Sandoynni. Ørindini
vóru at fáa hendur á
einum akkerið, sum
hevur ligið á havsins
botni í 106 ár
LEITAN
Heri á Rógvi
Tað var í 1895, at týska
skipið S/S Principia stevndi
til lovaða landið fyri vestan.
Á veg til USA gekk leiðin
framvið Føroyum. Ólukku-
tíð so hendi ein spreinging í
fýrrúminum,
soleiðis
manningin mátti flýggja
fram í stavn á skipinum.
Har sat manningin so í
einar tvær vikur, áðrenn
skipið endaði sínar dagar
og sakk við Søltuvík á
Sandoynni. Í fyrsta atløgu
sluppu tríggir við lívinum,
men skjótt var bert ein av
hesum á lívi.
Hann rak fyri vág og vind
á opnum havi liggjandi á
einari lastalúka, sum hann
nýtti sum flaka. Hann hevur
rikið
norðureftir
við
streyminum fram við Koltri
og suður aftur um Heyst-
fjørð, og endin var, at hann
varð funnin av bóndanum í
Kirkjubø. Tað sigst, at tá
bóndin kom á mannin, so
mátti hann kalla bróta hann
leysa frá lúkanum, tá
hendur hansara vóru so
fastlæstar.
Tað eydnaðist bóndanum
og øðrum í Kirkjubø at fáa
lív aftur í mannin við at
fjálga um hann, og eftir
eina tíð kom hann fyri seg
aftur. Hann steðgaðI í
Kirkjubø eina tíð, áðrenn
hann legði leiðina aftur til
Týsklands.
Í Týsklandi var ikki hann
væl móttikin, og fleiri
morðroyndir vórðu framdar
móti honum. Orsøkin til
hetta var, at skipið var
tryggjað sum um, at tað var
lastað við gulli. Hetta visti
maðurin, men eigararnir av
skipinum vildu verja síni
áhugamál.
Maðurin vitjaði tó aftur í
Kirkjubø. Tey, sum hava
vitjað í Kirkjubø kenna
óivað alt til søguna, tá
lastalúkan, sum maðurin
nýtti sum flaka, enn verður
nýtt
sum
borðpláta
í
Kirkjubø.
Ævintýr
Søgan um Principia hevur
verið kend í Føroyum í
nógv ár. Tað eru nógv ár
síðani, at tað varð staðfest
hvar skipið lá.
Ein av teimum, sum
eisini gjørdist hugtikin av
søguni er Toni Dam úr
Havn. Toni er sjálvur kav-
ari, og hann hann helt hetta
vera so mikið spennandi, at
hann skipaðI fyri at fáa
hendur á akkerunum hjá
skipinum. Tað er nemliga
soleiðis, at orsaka av
spreingingini og øðrum, so
er ikki nógv eftir av skip-
inum, men akkerini eru tó
at finna.
Eisini onnur hava víst
akkerinum áhuga, m.a.
borgarstjórin á Sandi.
Í juni mánaði fóru teir
fyrsta túrin niður eftir
einum akkeri. Støðan er
nemliga tann, at skipið
hevði trý akker umborð, tá
tað sakk. Toni sigur, at hetta
við at hava trý akker var
vanligt.
Mikudagin var so farið
niður aftur. Akkerini lógu á
35 metra dýpi. Tað var tó
heldur eingin hissini upp-
gávu, sum bíðaði teimum.
Bæði akkerini sótu rimm-
arføst. So mikið føst, at
neyðugt var at spreingja tey
leys. Við serkønari vitan
eydnaðist tað teimum at
spreingja tað eina akkerið
leyst. Teir varnaðust, at hitt
akkerið var so mikið illa
farið, soleiðis at tær valdu
at lata tað liggja eftir.
Akkerið varð hála upp og
siglt til Havnar, har tað varð
tikið upp á land.
Alt sjálvboðið
Við á ferðini henda miku-
dagin vóru 13 kavarar. Toni
sigur, at alt arbeiðIð varð
gjørt sjálvboðið. Tað krevur
heldur ikki lítið at fara
undir eina tílíka verkætlan.
Eitt nú spreingingin kravdi
nógv arbeiðI og servitan.
Eisini skuldi fólkið siglast
aftur og fram, eins og tað
stóra og tunga akkerið
skuldi fáast til Havnar.
Kavaraliðið vórðu tó væl
stuðlaðir av CC Johansen,
Tórshavnar Skipasmiðju og
Dragaberg.
- Tað, at alt verður gjørt
sjálvboðið er eisini tað sum
ger verkætlina spennandi,
sigur Toni Dam.
Toni sigur eisini, at hann
hevði eitt sera gott lið av
kavarum við sær, og hesir
hava eisini verið virknir
kavarar í nógv ár, summir í
heili 35 ár. Uttan góðar
kavarar hevðI tað ikki borið
til at gjørt hetta, sigur Toni.
Toni ætlar tó ikki at
gevast á hondum. Fleiri
verkætlanir standa fyri
framman, m.a. skipið úr
søgnini um Rannvu, sum
sakk við Skúvoynna, heldur
Toni
kundi
verið
ein
spennandi verkætlan.
Sum nú er liggur tað gott
3
tons
tunga
akkerið
uttanfyri Marinustøðina í
Havn. Ætlanin er eisini, at
akkerið framyvir skal eiga
eitt pláss á Marinustøðini.
Kendi útvarpsvert-
urin hjá Rás 2
hevur sagt seg úr
starvi. Sending-
arnar halda tó fram
sum áður, sigur
stjórin, Petur
Jacobsen
UPPSØGN
Heri á Rógvi
Rás 2 hevur seinastu tíð-
ina støðugt víðkað um
sítt virksemi við fleiri
sendarum kring landið.
Eisini tykist tað at vera
politiskur vilji at geva
Rás 2 betri karmar at
virka undir.
Støðan hjá Rás 2 er
eisini tann, at teir í
løtuni vanta tvey starvs-
fólk Orsøkin er nemliga
tann, at Óla Jákup Ró-
lantsson og Leila Jacob-
sen bæðI eru farin úr
starvi.
Stjórin fyri Rás 2
váttar, at Óla Jákup Ró-
lantsson og Leila Ja-
cobsen bæði eru farin úr
starvi.
- Òla Jákup Rólants-
son og Leila Jacobsen
arbeiðI ikki longur hjá
Rás 2. Óla Jákup hevur
sjálvur sagt seg úr
starvi, sigur Petur Jacob-
sen, stjóri.
Tá spurt verður eftir
orsøkini til uppsagnirnar
veit stjórin ikki reiðiliga
at siga okkum, hvør or-
søkin er. Petur Jacobsen
sigur, at Óla Jákup Ró-
lantsson sjálvur hevur
sagt seg úr starvi, og
talan er ikki um, at hann
er uppsagdur.
Petur Jacobsen sigur,
at roynt verður at halda
fram sum áður. Fyribils
verður tað Petur sjálvur
og Sonne Smith, sum
fara at taka um endan,
sigur Petur.
Eitt nú fer Sonne
Smith at taka sær av
kendur ferðslusending-
ini, Breytin, sum Óla
Jákup Rólantsson hevur
tikið sær av áður.
Petur Jacobsen sigur,
at teir framvegis hava
gott mót, og hetta fer
ikki at ávirka vanligu
gongdina hjá Rás 2
nakað munandi.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa eina við-
merking frá Óla Jákup
Rólantsson.
Óla Jákup Rólantsson
givin á Rás 2
Óla Jákup Rólantsson verður ikki at hoyra á Rás 2
framyvir, tá hann hevur sagt seg úr starvi
106-ára gamalt akker
uppaftur á yvirflatuna
Toni Dam er fegin um at gamla akkerið er komið til høldar. Tað var tó ikki bara sum at siga tað at fáa hendur á akkerinum,
sigur hann.
Mynd: Jens Kristian Vang
- Vit mugu brynja
okkum við toli. Vit
eiga eitt sera stórt
øki, og tað skuldi
verið løgið, um tað
ikki onkra staðni
finst olja, sigur
Hjarnar Djurhuus,
stjóri í BP, sum
viðgongur, at boring-
in miseydnaðist men
at tað kortini nú er
prógvað, at her er ein
virkin oljuskipan
OLJULEITING
Jan Müller
Fyrsta oljuboringin hjá BP
og Shell á føroyska land-
grunninum gjørdist eitt
vónbrot – í hvussu er fyri
tey mongu, sum høvdu
roknað við, at veruligt
oljufund fór at verða gjørt.
Hóast sannlíki fyri at finna
olju var 42% undan boring,
so vunnu tey 58% . Olja
varð funnin men langt frá í
nóg stórum nøgdum til at
fara undir eina lønandi
framleiðslu.
Føroyski stjórin hjá BP,
Hjarnar Djurhuus dylur
ikki fyri, at hann er
vónsvikin, men hann hevur
tó so langt frá mist alla vón.
- Vit mugu brynja okkum
við toli. Vit eiga eitt stórt
øki. Tað skuldi verið løgið,
um tað ikki onkra staðni
fanst olja. Nú er tað so
prógvað, at her er ein virkin
oljuskipan.
Hann leggur aftrat, at
orsøkin til at tú ikki finnur
størri nøgdir av olju – í
hvussu so er ikki í BP
brunninum – er tann, at tú
manglar eitt dekklag ella
loft, sum oljan kann savnast
undir. Hetta er ein avger-
andi fortreyt fyri at finna
nógva olju.
Tá oljuspor verða stað-
fest kundi hent, at har
vórðu nøgdir til at fram-
leiða, men tá einki er, sum
heldur uppá oljuna og
forðar henni at hvørva, so
er hon spakuliga likin út.
Tað takið, dekklagið sum
kann sammetast við eitt
regnhjól var ikki til steðar í
Svínoyarbrunninum. Tað
er so eingin, sum sigur, at
hetta nýtist at verða støðan
aðrastaðni
í
føroyska
økinum. Men tá tað ikki
ber til við seismikkinum at
síggja, hvar dekkløg, har
oljan kann savna seg,
finnast, so er ómøguligt at
gera sær nakra greiða
niðurstøðu um hetta.
BP hevði tvey mál borað
varð eftir. Teir møttu sama
trupulleika í báðum. Loftið
- dekklagið manglaði. Men
tað varð tó staðgest, at
tilfarið, sum borað varð
ígjøgnum, er tað sama sum
vestan fyri Hetland. Og enn
eitt positivt tekin: olju-
góðskan er eisini av sama
góða slag sum tann í
Foinaven oljufeltinum.
- At úrslitið er vánaligt
kunnu vit skjótt blíva samd
um. Vit funnu ikki lønandi
oljufelt men fingu prógv
fyri, her finnast øki, sum
olja kann í vera sigur
Hjarnar Djurhuus, sum
vísir á, at teir nú hava
seismikkin og veruleikan at
halda seg til. -Tey gera teg
betri føran fyri at leita
framyvir. Tú fær so eisini
upplýsingar frá øðrum, sum
bora. So samanumtikið er
man nógv betri fyri seinni
at meta um økið og taka
støðu til, hvat tú skal gera.
Og tess fleiri hol tú borar
tess betri møguleiki er at
avmarka økið og finna olju.
BP hevur bundið seg til
at bora tríggjar brunnar.
Tað verður ikki tikið støða
til næsta brunnin fyrr enn
alt tilfarið er kannað til
botns. Tað verður neyvan
her og nú. Talan er um dýrt
keypta vitan, sum nú skal
arbeiðast. Brunnurin hevur
kostað einar 200 mill. kr.,
og tað eru kanska einar 50
mill. kr. meira enn upp-
runaliga mett. Shell er
eisini við í hesum loyvinum
og kemur at bera sín part av
útreiðslunum.
Hjarnar Djurhuus sigur
annars, at tá hugsað verður
um teir umleið 100 brunn-
arnar, sum vórðu boraðir
vestan fyri Hetland, áðrenn
lønandi fund vórðu gjørd,
so má siga, at vit eru
kanska í so krevjandi at
rokna við fundum beinan-
vegin. -Tað var kanska
“geilað” ov nógv upp, at
fyrstu ferð borur varð settur
í skuldi tað vera jackpot.
Nú verður so farið um
markið við West Navion at
bora ein nýggjan brunn fyri
BP og Shell í bretskum øki,
og Hjarnar Djurhuus dylur
ikki fyri, at úrlitið av tí
boringini kann ávirka støð-
una á føroyaøkinum.
Hóast tað er eitt vón-
brot, at hvørki Statoil
ella BP funnu lønandi
oljufelt í fyrstu boring-
um sínum so heldur
norski jarðfrøðingurin
Terje Hagevang tó, at
prógvini um eina
virkna oljuskipan eiga
at geva vónir. Hann
dylur ikki yvir, at Marj-
unbrunnurin hjá
Amerada Hess samtak-
inum alla tíðina hevur
verið hansara favorittur
OLJULEITING
Jan Müller
- Sjálvandi er ein vón-
svíkin, tí man hevði jú
vónað, at hetta varð eitt
lønandi fund, men øll orsøk
er kortini til ikki at vera
vónsvikin, tí olja er staðfest
- um ikki í lønandi mongd-
um. Har eru eisini stað-
festar sandgrýtisfláir, og
tað gevur okkum vón um,
at tað er møguleiki at finna
lønandi oljufelt á føroyska
landgrunninum
sigur
norski jarðfrøðingurin Terje
Hagevang, sum hevur ar-
beitt við føroysku undir-
grundini í nógv ár. Hann
var leitistjóri hjá fyrrver-
andi norska oljufelagnum
Saga, sum í fleiri ár gjørdi
umfatandi kanningar av
føroysku undirgrundini.
Terje Hagevang sigur seg
ikki vita, hvat Statoil fann í
sínum brunni, men eftir
tíðindaskrivinum nú um BP
brunnin at døma er tað fyri
fyrstu ferð váttað, at tað
finnast sandgrýtisfláir við
olju. Funnust hesar ikki
kundu føroyingar nevniliga
gloymt alt um olju við
Føroyar.
Terje Hagevang heldur, at
tað er sera áhugavert at
hoyra, at tað nú er prógvað,
at tað finst ein virkin
oljuskipan í føroyska økin-
um tvs. at tað er prógvað, at
her er eitt keldugrótslag,
sum hevur kunnað framleitt
olju.
Norski jarðfrøðingurin,
sum hevur fylgt væl í
gongdini á Atlantsmótinum
og her ikki minst í økjun-
um, har olja er funnin
vestan fyri Hetland heldur,
at tað er ikki ómøguligt, at
tað, sum hendi, tá oljufeltið
Foinaven varð funnið, kann
endurtaka seg á føroyskum
øki.
Søgan er nevniliga tann,
at tá fyrsta lønandi olju-
feltið Foinaven varð funnið
fyrst í 90-unum varð ikki
rakt við nevniverdugar
mongdir av olju í tí fyrsta
brunninum. Olja varð
funnin í sandi frá paleo-
cen-tíðini, men hann var
tunnur
og
oljulagið
somuleiðis. Hildið varð tó,
at her vóru møguleikar og
arbeitt varð tí meira við
seismikkinum og jarðfrøð-
ini aftaná fyrstu boringina
fyri at gera sær eina betri
mynd av staðnum. Umleið
eitt ár seinni varð ein
nýggjur brunnur boraður
og Foinaven feltið varð
loksins funnið. Tað var so
eisini BP, sum stóð fyri tí.
Terje Hagevang heldur, at í
besta fall er tað henda sama
gongd vit nú uppliva í
Føroyum. Men sum ein, ið
hóast alt stendur á síðulinj-
uni og eygleiðir gongdina,
vil hann tó ikki gera seg so
fullklókan uppá tað. Svarið
mugu vit fáa frá BP fólki.
Eftir vánaliga úrslitið av
Statoilboringini
herfyri
úttalaði sami Terje Hage-
vang seg til Sosialin og
metti hann, at ein av
teimum trimum boring-
unum í ár átti at geva úrslit.
–Sjálvandi kanst tú einki
siga
við
vissu,
men
hagtalsliga sæð eigur triði
hvør brunnur í Gullhorn-
inum at verða eitt lønandi
fund, so nú mugu vit so seta
vónirnar til brunnin hjá
Amerada Hess samtakinum
sigur hann.
- Alle gode gange tre. Eg
haldi hetta sær sera lovandi
út fyri Amerada Hess, og tá
eg nú fái spurningin, hvør
av teimum trimum brunn-
unum, sum eru og verða
boraðir í ár, er tann mest
lovandi, so hevur tann hjá
Hess alla tíðina verið mín
favorittur. –Eg verði tí ikki
kløkkur verður olja funnin
har.
Terje Hagevang sigur
víðari, at hóast Gullhornið
er eitt lovandi øki, so er tað
meira komplext enn onkur
man halda. Tað er ikki bara
at sammeta tað við Foina-
ven og Schiehallion og so
halda, at allar súðir eru
syftar. Her krevst eitt stórt
leitiarbeiði.
- Men verður als einki
lønandi fund gjørt í hesum
umfarinum eiga vit so
avgjørt ikki at avskriva
hvørki
Gullhornið
ella
aðrar partar av landgrunn-
inum. Tí hetta vóru góð tíð-
indi hóast alt. Terje Hage-
vang heldur, at fleiri
áhugaverd øki eru inni á
føroyska landgrunninum
longur norður vit koma. Tí
setir hann eisini stórar
vónir til eitt nú boringarnar
hjá Texaco á bretsku síðuni,
sum helst verða í næsta ár.
Tær kunnu eisini geva góð-
ar ábendingar um, hvørji
øki eru skilagóð at hava við
í næstu útbjóðing.
Statoil leitibrunnur
6005/15-1
1. september steðgaði boripallurin Sovereign
Explorer boringini av brunni 6005/15-1 í loyvi 003
hjá Statoil samtakinum.
Úrslitini frá boringini vísa, at brunnurin inni-
heldur ein farra av kolvetni, men ongar størri nøgdir.
Nærmastu dagarnar skulu royndir takast og ymsar
mátingar gerast í brunninum, áðrenn hann verður
læstur. Rúgvismikla tilfarið verður komandi mán-
aðarnar neyvari kannað, og verða úrslitini av stórum
týdningi, tá framtíðar oljuleitingar skulu fyrireikast.
Brunnurin, sum er á 935 metra dýpi, røkkur 4.000
metrar niður undir sjóvarmálan, har hann endar í
jarðløgum frá paleocen tíðini. Avgjørt varð at steðga
boringini, tá komið varð í gosgrýti, eins og seis-
misku mátingarnar høvdu víst.
BP leitibrunnur
6004/12-1
22. september steðgaði boriskipið West Navion
leitiboringini í brunni 6004/12-1 í loyvi 004 hjá BP
og Shell.
Boringin á Svínoy leitimiðnum náddi niður
ígjøgnum
fláirnar,
ið
vóru
høvuðsmál
í
leitibrunninum, og hon staðfesti, at olja og gass
finnast á økinum, hóast ikki í rakstrarverdum
nøgdum á hesum stað. Úrslitið av boringini vísir, at
Føroyaøkið inniheldur eina virkna kolvetnisskipan,
og at tað finnast sandgrýtisfláir við góðum
eginleikum at goyma olju og gass.
Brunnurin, sum er á 1.074 metra dýpi, røkkur
4.354 metrar niður undir sjóvarmálan, har hann
endar í jarðløgum frá paleocen tíðini.
Boriarbeiðið hevur verið merkt av stórum
trupulleikum í djúpara partinum av brunninum.
Hóast hetta eydnaðist tað at gera eina røð av
mátingum og taka grótroyndir í dýpinum, áðrenn
gjørt varð av at steðga boringini.
Hjarnar Djurhuus her saman við enskum BP umboði í ferð
við at fáa nógva útbjóðingartilfarið inn um gáttina í
Oljumálastýrinum
Mynd jan
Mugu brynja okkum við toli
Terje Hagevang heldur orsøk er til bjartskygni, hóast tvær
miseydnaðar boringar. Her er hann saman við Eyðun Elttør,
oljumálaráðharra á oljuráðstevnu í Stavanger um tað mundið,
tá Saga Petroleum hevði góðar dagar.
Mynd jan
Marjun hjá Hess er favoritturin
C
M
Y
K
31
30