hósdagur 26. februar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 40 - 26. februar 2009
Føroyingar hava sett
fótin á bremsuna og
hava meldað seg úr
brúkaraveitsluni.
Sostatt eru
inntøkurnar hjá
landskassanum
av mvg og øðrum
avgjøldum rapaðar
niðureftir
Landskassa
inntøkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Føroyingar liggja nú nógv
fastari á pengunum, enn
teir gjørdu fyri nøkrum
fáum mánaðum síðani.
Sostatt er keypihugurin
eisini munandi minkaður
seinastu tíðina og fólk eru
fyri ein stóran part blivin
nógv varnari at keypa til
vanligt forbrúk.
Av tí sama eru inntøkurnar
hjá landskassanum av mvg
og øðrum avgjøldum, eisini
munandi minkaðar seinastu
tíðina.
Minkað 27%
Jóannes Eidesgaard, lands
stýrismaður í fíggjarmálum,
staðfesti í Løgtinginum í
gjár, at í januar í ár er inn
tøkan hjá landskassanum
av mvg og øðrum avgjøldum
næstan 27% minni enn hon
var í januar í fjør.
Í Januar í 2008 var inn
tøka landskassans av mvg
og øðrum avgjøldum 150
milliónir krónur, men nýggj
asta uppgerðin í fíggjar
málaráðnum vísir, at í janu
ar í ár var inntøkan fallin
heilt niður á 110 milliónir.
Sostatt er talan um eina
minking upp á 40 milliónir,
ella sløk 27%.
Jóannes Eidesgaard sigur,
at av hesi minkingini upp á
40 milliónir, stavar nógv
tann størsti parturin frá van
ligum forbrúki.
Mvg inntøkan hjá lands
kassanum
av
vanligum
nýtsluvørum eru 30 millión
ir lægri í januar í ár enn tær
vóru í sama mánaði í fjør.
Tað er tekin um, at for
brúkið onkusvegna er steðg
að og at fólk ikki keypa so
nógv longur, sigur landsstýr
ismaðurin í fíggjarmálum.
Annars er inntøkan av
skrásetingargjøldum
av
bilum eisini munandi mink
að í januar í ár aftur ímóti í
januar í fjør.
Skattainntøkan
minkar ikki
Annars staðfesti Jóannes
Eidesgaard, at inntøkurnar
hjá landskassanum av skatti
vóru hægri í januar í ár, enn
tær vóru í fjør.
Inntøkan av vanligum
skatti er bara minkað fýra
milliónir januar í ár aftur
ímóti í januar í fjør.
Men inntøkan av partafel
agsskatti er vaksin enn
meiri, so tilsamans er inn
tøkan hjá landskassanum
av skatti hægri í januar í ár
enn í januar í fjør.
Veruleikin er, at hugsa
vit um inntøkur landskass
ans av skatti, er januar í ár
tann besti januar mánaði síð
ani 2006, staðfestir landsstýr
ismaðurin í fíggjarmálum.
Tilsamans er inntøkan
hjá landskassanum av skatti
tilsamans góðar 105 milli
ónir í januar 2009 og tað er
altso eitt vet hægri enn í
januar í fjør.
Men her skal havast í
huga, at tann ætlaði skatta
lættin, sum skuldi koma í
gildi á nýggjárinum, er strik
aður. Hevði hann ikki verð
ið tað, var inntøkan mun
andi lægri.
Tórbjørn Jacobsen, løg
tingsmaður fyri Tjóðveldi,
staðfestir, at hevði undan
farna ABC samgonga ikki
latið illa umstríddu skatta
lættarnar, hevði inntøkan
hjá landskassanum nú verið
400 milliónir meiri um árið,
enn tær eru.
Men Jóannes Eidesgaard
mátti so eisini ásanna, at
páhaldið um, at tað er bara
at lækka skattin, so hækka
inntøkurnar hjá landskassa
num, heldur ikki altíð.
Føroyingar hava sett seg tungt
á pengarnar
Ein al-
mennur
stovnur
afturat
fluttur til
Suðuroyar
Johan Dahl hevur
flutt umsitingina
av aliloyvum til
Suðuroyar
aLmenn umsiting
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er ein almennur stovn
ur afturat fluttur til Suð
uroyar.
Tað hendir eftir at
Johan Dahl nú um dagar
nar gjørdi av at flyta
umsitingina av liloyvum
til Suðuroyar.
Í seinastuni hevur ver
ið søkt eftir einum alium
sitara og tað starvið er
akkurát nú sett.
Tað er Kristina Vilhelm
í Vági, sum er sett í
starvið. Hon er lívfrøð
ingur og hon byrjar í
starvinum í næstu viku.
Kristina Vilhelm hevur
royndir úr alivinnuni, har
hon hevur arbeitt við at
gera innanhýsir virkisætl
anir og úr Danmark hev
ur hon eisini viðkomandi
royndir, har hon hevur
arbeitt við umhvørvisum
siting.
Talan er ikki um eitt
fulltíðarstarv, men um
eitt
hálvtíðarstarv
og
helvtina av tíðini skal
hon halda fram at arbeiða
fyri
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuna, har hon
eisini arbeiðir nú, upplýs
ir Johan Dahl, landsstýr
ismaður.
Tá ið brúkaraumboðið
er flutt til Suðuroyar, er
ætlanin at umsitarin av
aliloyvum skal flyta inn í
sama hús.
Føroyingar eru blivnir nógv varnari at brúka pengar og tað merkir, at teir keypa verri enn so líka nógv nú av vanligum nýtsluvørum, sum teir gjørdu fyri
nøkrum mánaðum síðani
Tilvildarlig mynd
Fýra danir deyðir av salmonella
Teir seinastu mánaðirnar eru nógvir danir smittaðir av salmonella, og fýra eldri
fólk eru deyð av smittuni. Hesar mánaðirnar hava 79 fólk verið hjá lækna eftir at
hava etið kjøt við salmonellabakterium, og fýra teirra doyðu. Tað skrivar B.T. í
dag. Tey fýra, sum doyðu, vóru eldri enn 75 og búðu á Sælandi. Statens Serum
Institut sigur fyri blaðnum, at talan er um salmonellabakteriurnar U288 og
U312. Sagt verður, at smittan er komin frá svínakjøti frá sláturhúsum í Jyllandi
og Sælandi. Enn vilja myndugleikarnir ikki siga, hvørjum sláturhúsum smitan
kom frá, ella hvørjum matvørum fólk skulu ansa eftir, skrivar B.T.
Ingibjörg hugsar seg um
Formaðurin í íslendska flokkinum Samfylkingin, Ingibjörg
Sólrún Gísladóttir, fer seinni í vikuni at boða frá, hvussu
verður við hennara politiska lívi í framtíðini. Ingibjörg
Sólrún hevur havt farloyvi frá Altinginum tær seinastu
vikurnar vegna sjúku, og hesa tíðina hava íslendsku
fjølmiðlarnir kjakast dúgliga um, hvørt hon man ætla at
halda fram í politikki ella ikki. Blaðið Vísir skrivaði í gjár,
at Ingibjörg Sólrún ráðførir seg við Jóhönnu Sigurðardóttur,
forsætisráðharra, sum eisini er floksfelagi hennara.
Samfylkingin skal hava landsfund í næsta mánað.