hósdagur 26. februar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 40 - 26. februar 2009
Eitt keglarí millum
tveir skopuningar
náttina til leygardagin
mundi endað við
drápi. Annar maðurin
varð meir ella minni
smildraður sundur
við eini jarnstong. Og
tað stóð um lív hjá
manninum. Teistin
mátti loysa á miðjari
nátt, og tað bjargaði
manninum
112
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Rættiligur
dramatikkur
hevur verið í Skopun farna
vikuskifti..
Tað byrjar fríggjakvøldið,
tá nakrir mans sótu og
ballaðust í einum húsum í
Skopun. Um midnátt fara
tveir av teimum upp at kegl
ast, og tann eini biður hin
koma út um.
Hvat mennirnir, ið báðir
eru mitt í tjúgunum, eru
farnir at keglast um, er
ógreitt, men tá teir eru
komnir út um, fara teir til
hendurs.
Tá avtornar, liggur annar
av teimum eftirá, bukaður
sundur og saman við eini
jarnstong. Sýslumaðurin í
Sandoynni, Høgni í Dali,
verður uppringdur, men
hann biður mannin venda
sær til kommunulæknan
fyri at fáa viðgerð, og tá tað
er yvirstaðið, um at venda
sær aftur til sýslumannin.
Men maðurin vendi sær
ongantíð aftur til sýslu
mannin. Hann mátti nevn
liga við skundi flytast á
Landssjúkrahúsið, tí lívið
hjá honum stóð í váða.
Stóð um lív
Kommunulæknin á Sandi,
Dánjal Petur Højgaard, kom
til Skopunar um náttina at
kanna
skaðarnar
hjá
manninum.
Hann var komin í eina
farliga støðu. At byrja við
hildu vit, at hann var slopp
in við nøkrum brákaðum
rivum, men sum longur leið
út á náttina, gjørdist hann
verri og verri fyri. Hann
hevur fingið eitt slag inn í
síðuna móti rivjabeinunum,
sigur Dánjal Petur Høj
gaard.
Tá klokkan leið út móti
hálvgum trý, var maðurin
so illa fyri, at boð vóru send
eftir sjúkrabili, at fáa flutt
mannin á Landssjúkrahús
ið.
Strandfaraskip Landsins
váttar, at skiparin á Teist
anum umleið klokkan 02.30
fekk boð um at teir skuldu
halda seg klárar, tí sjúkra
bilurin hevði flutning, og at
klokkan 02.40 loysti Teistin
av Skopun við bráðfeingis
flutninginum.
Tað var fyri neyðini at
vit fingu mannin fluttan á
Landssjúkrahúsið. Tað vísti
seg at rivjabein vóru brotin,
og hol var komið á annað
lungað. Hetta kann vera
Ráur
harð-
skapur
meira
vanligur
Kommunulæknin
á
Sandi, Dánjal Petur Høj
gaard, heldur at harð
skapur av meira ráðum
karakteri er blivin meira
vanligur í Sandoynni nú
enn fyrr.
Tað eru nøkur mál av
og á av harðligum karakt
eri. Eg haldi næstan at
harðskapurin er blivin
meira harðligur nú enn
fyrr. Fyrr haldi eg at
menn meira bardust, og
ikki sum nú við nevum
og øðrum amboðum og
tílíkt. Tað er blivið meira
brutalt nú, sigur Dánjal
Petur Højgaard.
Tað er tó ikki gerandis
kostur, at hann verður
forstýraður í vikuskiftun
um av slíkum málum.
Eg verði vanliga ikki
forstýraður um næturnar,
og í vikuskiftunum. Men
tað hendir seg, at eg
verði uppringdur í viku
skiftunum. Men tað, at
vit verða noyddir at biðja
Teistan sigla eykatúr mitt
á náttini, tað man vera
sera sjáldan, greiðir Dánj
al Petur Højgaard frá.
- RN
Raúl verri enn Fidel
Mannarættindini í Kuba eru viknað, síðani Raúl Castro
tók við sum forseti eftir bróðurin Fidel. Eitt nú er
talifrælsið skert síðani leiðaraskiftið. Tað stendur at lesa í
teirri árligu frágreiðingini hjá amerikanska
uttanríkisráðnum um mannarættindi. Sagt verður, at
politisk mótstøðufólk verða forfylgd verri enn fyrr, og at
løgreglan fer munandi harðari fram ímóti fólki, sum vísa
sína misnøgd. Harafturat stendur, at viðurskiftini í
teimum kubansku fongslunum eru stak vánalig.
Smildraði mann við ja
Væntar semju við Taleban
Guvernørurin í tí ófriðarliga afghanska landspartinum
Helmand heldur, at tað ber til at fáa semju við teir flestu av
teimum Talebanstríðsmonnunum, sum eru í økinum. Gulab
Mangal, guvernørur, sigur við BBC, at Talebanstríðsmenninir
í Helmand kunnu býtast í tríggjar bólkar, og hann heldur, at tað
ber til at fáas semju og frið við tveir av bólkunum. Tann triði
bólkurin samstarvar við alQaeda, og tað ber ikki til at tingast
við hann, sigur guvernørurin. Teir donsku hermenninir í
Afghanistan hava støð í Helmandlandspartinum, sum er tann
ófriðarligasti í øllum Afghanistan.
Maðurin var meir ella minni smildraður sundur við eini
jarnstong. Hann fekk hol á lungað av løstunum, og vildi
illa til, varð hann deyður. Tíbetur var læknin um hann um
náttina, og sá vandatekini. Hann fekk mannin fluttan á
Landssjúkrahúsið, og tað bjargaði honum lívið
Modelmynd: Jens Kristian Vang