hósdagur 26. februar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 40 - 26. februar 2009
Tá undirritaði keypti
Topaz, var tað sjálvsagt
við góðum treysti og vón
um, at hetta fór at geva
nakað fyri felagið og fyri
Føroyar. Tað hevur tó
ikki gingið sum ætlað, og
skal eg greiða stutt frá
hví so er:
Arbeiðið sum er gjørt
higartil umborð, er væl úr
hondum greitt, og skulu
ukrainarnir hava tøkk og
rós fyri tað. Skipið er av
Moonzund klassanum, og
eru tað umleið 35 systir
skip av hesum slagnum.
Tey eru ofta at síggja her
við Føroyar. Sera góð skip,
sum kunnu fiska kring
allan knøttin. So konseptið
er gott.
Í februar í 2008 var so
ætlan løgd um at finna
nýggja fígging til Topaz.
Vit hava annað skip, sum
var selt til eitt statsreiðarí,
og skuldi hesin peningur
brúkast til at fáa nýggja
fígging til Topaz, so at
Føroya Banki og Realurin
kundu gjaldast út inn
fríast. Vit gjørdu kontrakt
við statsreiðaríið, sum
skuldi vera goldin tann 7.
apríl 2008, tvs fyri skjótt
11 mánaðum síðani. Men
har kom eingin peningur,
og tað er útsett ferð eftir
ferð. Havi rykt og bønað
og biðið um at fáa hetta
góða statsreiðarí at gjalda
tað, sum teir skylda okkum
nevnliga 1,9 mió. US
dollar ella umleið 10,4
mió. kr. Hesum peningi
hava vit nú bíðað eftir í 11
mánaðir, og hevur tað
sjálvsagt drenað felagið
fyri gjaldføri. Men tað
ringasta sum hetta hevur
ført við sær er, at tann
fígging av Topaz, sum vit
fingu stillað, er dottin
niðurfyri, av tí at vit klára
ikki at koma við tí neyðuga
kontanta eginpeninginum.
Nýggju lánigevaranir
kravdu nevnliga meira
pening í innskoti, og var alt
hetta í ordan, hevði
statsreiðaríið goldið okkara
ágóða til tíðina. Umframt
henda pening hava vit 2,1
mió kr í ágóða á øðrum
stað. Tvs vit hava tilgóðar
12,5 mió kr. sum vit hava
bíðað eftir nú í 11
mánaðir uttan úrslit.
Hetta er orsøkin til, at vit
ikki klára at halda okkara
skyldur yvir fyri manning
og øðrum kreditorum.
Síðani havi eg arbeitt við
at finna fígging til Topaz
aðrastaðni og havi ferðast
alt Europa runt fyri at fáa
loyst hesa uppgávuna. Tað
var næstan komið upp á
pláss, tá ið fíggjarkreppan
bleiv katastrofal og heims
umfatandi í september
2008. Fíggingarstovnarnir
smekkaðu kassan í og
bóðu meg koma aftur eftir
nýggjár, tí teir vildu líka at
síggja tíðina ann. Havi so
latið teimum nýggjastu
tølini og vænti at hoyra frá
teimum skjótt. Men hetta
er ikki nakað, sum gevur
okkum breyð í munnin her
og nú og tað er
trupulleikin.
Vit sita tí í eini gjald
førisklemmu inntil víðari.
Havi roynt alt tað sum er
møguligt at loysa henda
knút og vóni framvegis at
hetta loysnar, men ikki er
komið á mál enn.
Eri meira enn nakar
annar so sera keddur av at
henda støða skuldi koma í.
Men kann ikki annað enn
royna framhaldandi at fáa
hetta loyst.
Einaferð í 1990unum, tá
ið kreppa var í Føroyum,
stóðu vit og pakkaðu fisk
inni á Beta í Runavík.
Spurdi tá ein av arbeiðs
monnunum: »Gud viti nær
í Føroyar sleppa burturúr
hesari kreppuni?«.
Hann svaraði við fæstari
sannføring: »Tú, føroying
ar hava altíð verið eitt
biðandi fólk. Henda bøn
okkara man fara at vera
hoyrd.«
Nakað seinni komu bæði
toskur og hýsa aftur inn á
føroysku grunnarnar, og
framgongdin merktist um
allar Føroyar beinavegin.
At so nøkur fjølmiðla
fólk royna at profilera seg
upp á okkara óhapp, havi
eg ikki hug at gera nakrar
viðmerkingar til yvirhøvur.
At enda stóra tøkk til
LÍV, Føroya Banka og
Realin fyri gott samstarv
og hjálpsemi. Hesi trý
feløgini hava víst stórt
hjálpsemi og ábyrgd í
hesum málinum um Topaz
sum vónandi fæst upp á
pláss.
Topaz–kreppan:
Hava bíðað í 11 mánaðir eftir 12,5 mió krónum
Spf 4 September 1975
Bjarti Mohr
Meðan heimsins leiðarar
berjast ímóti altjóða
fíggjarkreppuni, berjast
føroyskir politikarar
ímóti at journalistar tosa
saman. Meðan okkara
norðurlendsku granna
tjóðir royna at skapa
karmar fyri public
service, tosa okkara
politikarar í ramasta
álvara um at avtaka
public service. Ræðast tit
fólkaræðið?
Á nýggjárinum vóru fýra
ár síðani útvarpið og sjón
varpið formliga vórðu løgd
saman. Argumentini hjá
táverandi landsstýrismanni
vóru fleiri og góð, og peik
aði hann millum annað á,
at soleiðis gjørdu tey í
Íslandi, Norra, Danmark
og Bretlandi. Har høvdu
tey public service útvarp
og sjónvarp í sama stovni.
Men nú tykist Jógvan á
Lakjuni ikki vilja kennast
við sítt egna barn, ið hann
sjálvur doypti Kringvarp
Føroya. Í gjár segði fólka
valdi fólkafloksmaðurin av
tingsins røðarapalli, at nú
er tíð upp á at seta fýra ára
gamla Kringvarpið upp á
pláss. Aðrir fólkavaldir
løgtingslimir bjóðaðu enn
hægri, eitt nú at avtaka
Kringvarpið og selja public
service til hægstbjóðandi.
Tað var hetta her við
tíðindaeindunum, ið enn
einaferð setti politisku
dagsskránna í fólkaræði
num Føroyar.
Góðan Morgun
Mikudagin 1. oktober í fjør
vórðu nýsettu deildarleið
ararnir í Kringvarpinum
gestir í Góðan Morgun
Føroyar í útvarpinum. Tos
að varð um nýggja bygn
aðin, um nýggju virkisøk
ini og um ætlanir fyri fram
tíðina. Um somu tíð eru
løgtingslimir á veg á ting
fund, ið er settur at byrja
klokkan hálvgum tíggju.
Fyrsta mál á dagsskrá eru
ófráboðaðir fyrispurningar,
tað er hendan mekanisman
í okkara fólkaræði, ið loyv
ir tinglimum at spyrja um
okkurt, ið tey júst eru
komin í tankar um. Sam
bandsmaðurin Bjørn Kalsø
hevur allarhelst lurtað eftir
Góðan Morgun Føroyar í
bilinum á veg suður á
fund. Fyrrverandi lands
stýrismaðurin í fiskivinnu
málum setir kós beint upp
á tingsins røðarapall at seta
spurningin, hví bara EIN
tíðindaleiðari er í Kring
varpinum. Jógvan á Lakj
uni stúrsar við og er for
argaður. Hetta er langt úti,
heldur hann. Aðrir polit
ikarar tykjast líka skelkaðir
av avdúkingini hjá Kalsø,
og so koyrir showið annars,
líka til talutíðin er uppi.
Eftir valið í januar í fjør
endaðu bæði Bjørn Kalsø
og Jógvan á Lakjuni í
Mentanarnevnd løgting
sins. Mentanarnevndin,
íroknað Bjørn & Jógvan,
vitjaði í mai Kringvarpið,
har hon varð kunnað um
ætlaðu bygnaðarbroyting
arnar. Í juni gav táverandi
landsstýriskvinna í menta
málum skrivliga Kring
varpinum grønt ljós til at
fremja sínar bygnaðar
broytingar. Í ein heilan
mánað varð síðani lýst
alment eftir deildarleið
arum til nýggja bygnaðin,
bæði í bløðunum, í sjón
varpinum og á heimasíðuni
hjá Kringvarpinum, har
bygnaðurin varð útgrein
aður niður í smálutir. Í
august vórðu deildarleið
ararnir settir og nøvnini
almannakunngjørd í øllum,
føroyskum fjølmiðlum.
Men ikki fyrr enn 1. oktob
er vaknaði politiska valdið
við kaldan dreym. Góðan
Morgun Føroyar!
Ræðast fólkaræðið
Men søgan um Kringvarp
ið er nógv meira tragisk.
Síðani Jógvan á Lakjuni
legði útvarpið og sjónvarp
ið saman hevur almenni
public service stovnurin
ikki fingið eina krónu
afturat at arbeiða við, hóast
alt annað í samfelagnum er
blivið væl dýrari. Stovn
urin hevur ikki fingið eina
krónu til at gjøgnumføra
samanleggingina. Allur
meirkostnaðurin síðstu
árini, bæði av lønar og
útreiðsluvøkstri í samfelag
num, umframt saman
leggingin, er goldin úr
kassanum hjá útvarpinum.
Nú er kassin tómur. Tá
Helena Dam á Neystabø í
desember í fjør noktaði at
hækka kringvarpsgjaldið,
barberaði hon samstundis
burtur tíggju prosent av
stovninum, bæði fíggjar
liga og av starvsfólka
hópinum. Í áravís hava
politikarnir tosað um at
savna Kringvarpið undir
eini lon í Sortudíki. Í ára
vís hava politikarnir tosað
um at orða ein public ser
vice sáttmála fyri Kring
varpið, ið grundfestir og
samantvinnar uppgávur og
skyldur hjá Kringvarpinum
við fíggjarliga grundar
lagið. Meðan politikarnir
hava tosað, er fíggjarliga
grundarlagið hjá Kring
varpinum uppetið av sátt
málabundnum lønarvøkstri
og hægri kostnaði á at
kalla øllum økjum í sam
felagnum. Politikararnir í
fólkaræðinum Føroyar
hava við sínum handlings
loysi aktivt niðurlagað ein
asta public service stovnin
í landinum. Einasta pr
definión óhefta umboðið
fyri fjórða statsvaldið.
Men okkara fólkavaldu
politikarar gevast ikki har.
Næsta stigið er at smíða
vatntøtt skott millum
journalistarnar, ið arbeiða í
Kringvarpinum. At placera
teir í tvær, kliniskt reinar
og vacuumpakkaðar cellur,
uttan samband við hvørja
aðra. Undir herrópinum
“fjølbroytni í tíðindaflutn
inginum” hevur politiska
skipanin nú í fimm mán
aðir barst ímóti at journa
listarnir í útvarpinum og
journalistarnir á Degi &
Viku skulu sleppa at sam
starva, har tað annars
kundi verið skilagott.
Sjálvt um somu politikarar
miðvíst hava drenað stovn
in fyri pengar, tora teir ikki
at lata fáu kreftirnar á tíð
indaredaktiónunum sam
starva. Kosta hvat tað kosta
vil, enntá um fleiri leiðarar
skulu setast at stýra
tilsvarandi færri fólki.
Veruliga orsøkin tykist
alsamt sjónligari í politiska
retorikkinum. Nevniliga at
politikarar óttast longri veg
og hægri gátt til mikrofon
irnar og myndatólini. At
truplari verður at fáa fría
atgongd fyri kritikkleyst
mikrofonhaldarí. At fjórða
statsvaldið gevur kvalifi
serað mótspæl.
Ein politisk skipan, ið
ikki tolir mótspæl, er sjúk.
Politikarar, sum í fullum
álvara tosa um at seta ein
almennan public service
stovn “upp á pláss” ella
enntá avtaka ella einskilja
public service, áttu at farið
á grundskeið í fólkaræði.
Kanska næsta námsferðin
hjá løgtingsnevndunum
kundi verið ein rundferð til
teir public service stovnar,
ið Jógvan á Lakjuni peik
aði á, tá hann á sinni legði
útvarpið og sjónvarpið
saman til Kringvarp Før
oya. Byrjað kundi verið í
Íslandi, har veikir og ov
lítið óheftir fjølmiðlar fáa
sín part av skyldini fyri at
tað gekk, sum tað gjørdi.
Við á námsferðina kundu
løgtingsnevndirnar kanska
havt spurningin, hvussu
RUV, NRK og DR kunnu
liva við at ein og sami
tíðindaleiðari hevur ábyrgd
ina av øllum teirra tíðinda
flutningi í útvarpi, sjón
varpi og interneti. Hvussu
tey tá tryggja fjølbroytni í
tíðindaflutninginum.
Góðan morgun fólkaræðið Føroyar
Tíðindaleiðari
Kringvarp Føroya
jón Brian
hvidtfeldt
viðmerkingar