hósdagur 26. februar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 26. februar 2009
15
viðmerkingar
Ein ”gloymdur” bólkur í
okkara samfelag eru tey
gomlu – serliga tey, ið
treingja til dagliga røkt.
Kagaði av áhuga í álit,
sum arbeiðsbólkur settur
av Helenu Dam á Neystabø
fyri Almanna- og Heilsu-
ráðið í árinum 2000 hevur
sett at lýsa og viðgera
eldraøkið í síni heild.
Ein vælkvalifiseraður
bólkur, má eg siga, og eitt
væl úr hondum greitt og
drúgvt álit sá eisini dagsins
ljós umleið tvey ár seinri.
Tað ber ikki til at um-
røða alt álitið, men okkurt
hissini kann dragast fram:
Eg var forvitin, tá eg sá
3. stykki: Rættindi teirra
eldru.
Her verður víst til ST-
grundreglur, ið umfata
Sjálvræði, Luttøku,
Umsorgan, Sjálvs
menning, Virðileika
Bólkurin metti, at fleiri
av grundreglunum ikki
vóru uppfyltar tá, og verð
ur víst á nakrar orsøkir:
· Ov fá røktarheimspláss
· Ov fá tilboð um uppvenj-
ing og viðlíkahald av mist-
um førleika
· Manglandi tænastuveit-
ingar frá Heimarøktini
· Ovbyrjan av teimum
avvarandi
Lagt verður afturat, at
størsti trupulleikin er, at ov
fá røktarheimspláss eru til
gomul fólk, ið ikki longur
megna eginumsorgan.
Ónøktaði tørvurin á
stovnsplássum hevur við
sær:
· At ein alt ov tung ábyrgd
verður løgd á avvarandi
· At avvarandi verða noydd
av arbeiðsmarknaðinum
· At ein stórur partur av
orkuni hjá heimarøktini fer
til at veita tungum brúkar-
um í sambýlum ella í
egnum heimi hjálp
· At eldri fólk, sum hava
ligið á sjúkrahúsi, verða
liggjandi ofta leingi, með-
an bíðað verður eftir
stovnsplássi.
· At deildin á Landssjúkra-
húsinum nærum bert hevur
fastbúgvandi fólk.
Lagt varð afturat, at tað
tyktist ógreitt, hvør veruliga
hevði ábyrgdina av, at
trupulleikarnir á eldraøki-
num blivu loystir, men at
kommunurnar royndu at
veita sínum borgarum eitt
minimum av trygd fyri
røkt. Nakað er sjálvandi
hent síðani 2002, men
hvørji rættindi hava so okk-
ara eldru í Føroyum í dag?
Eru vit nærri málinum?
Eg meini nei, og at okk-
ara landspolitikarar hava
steinsovið á hesum økinum
øll hesi sjey árini. Okkara
eldru mugu hava lógarfest
krøv til eitt virðiligt lív,
eisini um tey verða so veik,
at teimum tørvar dagliga
umsorgan.
Vit kunnu als ikki rokna
okkum at vera eitt fram-
komið land, kunnu vit ikki
so frægt sum útfylla
minstukrøv ST um viðfer
av okkara gomlu og veiku.
Mín áheitan til Føroya
Løgting skal tí vera:
Haldið uppat at keglast
um lás og hurðar, paradu-
uppskot frá súrum and-
støðuflokkum og innan-
hýsis kegli annars - hetta er
okkum borgarum als ikki
áhugavert – takið tykkum
heldur saman um at loysa
trupulleikarnar hjá okkara
medmenniskjum – gerið
tað nú!
Eldraøkið
Mortan
rasMussen
Fyrst vil eg takka Rósu
Samuelsen, landsstýris-
kvinnu, fyri, at hon loyvdi
okkum avvarðandi saman
við umboðum frá felagnum
Javna at leggja okkara
sjónarmið fram viðvíkjandi
ætlanini hjá Nærverkinum
um at niðurleggja sambýlið
í Pætursgøtu og flyta teir
tríggjar menninar, sum
hava sítt heim har, í annan
óhóskandi og verri bústað
grundað ætlaðum
sparingum.
Landsstýriskvinnan eigur
eisini stóra tøkk uppiborna
fyri, at hon aftan á at hava
hoyrt okkara sjónarmið,
tók ta skilagóðu avgerð at
broyta ætlanina hjá Nær-
verkinum og lata menninar
verða búgvandi í heimi
sínum.
Hvat kann so lærast av
hesum?
Í einari sjónvarpslýsing
fyri felagið Javna, nærmast
reypi eg av, hvussu trygg-
um og góðum hondum
sonur mín var í. Havi nú
lært, at hesin tryggleikin er
fullkomiliga burtur.
Hvussu verður næstu ferð,
landsins fíggjarlóg skal
snøggast til? Ella uppaftur
verri, tá ein møguliga heilt
onnur samgonga situr við
ræðið, og skal spara? - Er
tað tá samanum kemur ikki
løgið, at tað skal kunna
lata seg gera í árinum 2009
at flyta fólk út úr sínum
egna heimi uttan so mikið
sum at spyrja tey, hvat tey
siga til tað?
Tað hevur mangan kenst
sera svárt og eyðmýkjandi
at noyðast at »blottleggja«
sínar privatu trupulleikar
alment, og partvíst sítt
privatlív eisini, fyri at
royna at grundgeva fyri
rímiligum sømdum og
umstøðum til brekaða son
sín. Trupulleikar og um-
støður, sum vanligar familj-
ur loysa í allari stillheit
innanhýsis. Helt meg vera
slopnan undan slíkum nú.
Men havi nú lært, at tað er
líkt til, at hetta fer at halda
fram, so leingi eg livi.
Leiðarin í Nærverkinum
var á Portalinum endur-
givin fyri at siga, at ætlan-
in um at niðurleggja sam-
býlið í Pætursgøtu var fak-
liga forsvarlig. Vit, avvarð-
andi at teimum, sum hava
heim sítt í Pætursgøtu,
hava afturvíst hesum pá-
standi og væl og virðiliga
grundgivið fyri, at ætlanin
tvørturímóti var fakliga
sera óforsvarlig. Hvaðani
ella frá hvørjum í “system-
inum” innan Nærverkið
tann fakliga ráðgevingin
stavar, veit eg ikki. Tað
kann eisini gera tað sama,
men til alla lukku eydn-
aðist hesaferð at prógva, at
henda fakliga ráðgeving
var sera »inkompetent« og
óforsvarlig – bæði fíggjar-
liga og menniskjaliga.
Hesin tilburður átti tí at
lært okkum, og tá serliga
politiska vald, at embætis-
fólk í landsins stjórn í
ávísum førum kunnu inna
ótrúliga stórt vald gjøgnum
ta ráðgeving, sum lands-
stýrisfólk skulu grunda
sínar avgerðir á, og soleiðis
vera til óbótaligan skaða.
At enda má eg aftur
hesaferð taka undir við
Kára P, har hann í vísuni
kvøður ».........ein finna tú
ert í talvinum, har peng-
arnir fólkið flyta«.
Tað, sum eg lærdi av tí, sum mundi hent við sambýlinum í Pætursgøtu
torfinn
Hentze
Almanna-og heilsurøktara-
felagið tekur undir við
Føroya pedagogfelag og
Felagið Føroyskir Sjúkra-
røktarfrøðingar og mót-
mæla harðliga, at sparingar
verða framdar í Nærverki-
num, á almanna- og heilsu-
økinum og har børn og ung
hava sína dagligu gongd.
Vit vita øll at sparingar
skulu til, tí stórt hall er á
fíggjarlógini ½ milliard.
Um tað verður spart
soleiðis, sum tað verður
lagt upp til nú, verður tað
spart eftir reyv, tí nógv av
sparingunum raka fyri-
byrgjandi arbeiðið, sum
kanska gevur smávegis
sparingar her og nú kemur
at kosta okkum fleirfalt í
longdini.
At seta meira pening av
til fyribyrgjandi arbeiði, so
sum góð dagtilhald, við
góðum tilboðum til tey
eldru ger einsemi minni,
avmarkar tunglyndi og
varðveitir rørsluførleikan.
Hetta er nakað sum gevur
samfelagnum sparingar í
longdini og borgarunum
eina virðiliga lívsgóðsku..
Um vit settu meira pen-
ing inn á økið við børnum
og ungum, høvdu vit mink-
að um sálarligar trupulleik-
ar og fingið betur trivna =
betri virkandi vaksin fólk.
Tað er sparing um vit
hugsa visjón og framtíð.
Sum er verða røktarstarvs-
fólk innan eldra økið sett
niður frá at starvast 8 tímar
niður í 7 tímar, og tá sjúka
er hjá røktarstarvsfólkið
kemur ongin ístaðin fyri.
Innan sama øki er longu
spart inn á bein framman-
undan, so tað sum er fyri-
byrgjandi arbeiði og trivn-
aður, verður spart vekk,
“kjarnan í lívinum” og
røktarstarvsfólkini skulu
renna enn skjótari. Tað
viðførir at røktarstarvs-
fólkini trívast verri, hava
fleiri sjúkradagar og til-
gongdin til hesi útbúgv-
ingarøkini fellur.
Um leiðslurnar innan
økini fáa rímulig kor at
arbeiða við, soleiðis at teir
hava høvi til at skapa karm-
arnar góðar fyri brúkarin
og røktarstarvsfólkini, er
tað eitt fantastiska gott øki
at starvast á, tað at vera um
menniskja.
Vit hava tríggjar góðar
útbúgvingar innan røkt í
Føroyum, tað er heilsu-
hjálpara, heilsurøktari og
sjúkrarøktarfrøðingar
vónandi verður tilgongdin
til hesar frálíku útbúgving-
arnar góðar, tí stórur tørvur
er á hondum innan røkt í
Føroyum.
Við vón um at vera
hoyrd!
Vegna Almanna- og
heilsurøktarafelagið fari eg
at ynskja tykkum góðan
arbeiðshug, við at finna
sparingar, hugsa tykkum
væl um og geri tað sum er
best fyri Føroyar fólk.
Almanna-og heilsurøktarafelagið
mótmælir sparingum í Nærverkinum
forkvinna í Almanna-
og heilsurøktara-
felanum
JóHanna
KøtluM
Vænti ikki tað bara var undirritaða, ið mundi sett í hálsin, tá ið eg hoyrdi
formannin í tingbólki Fólkafloksins senda eina tóma ballón upp í luftina
í kringvarpinum nú um dagarnar. Innihaldið í tómu ballónini var, at nú
vil Fólkaflokkurin hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta. At ballónin var
tóm, kom fram í samrøðuni, tí sami formaður í tingbólki Fólkaflokksins
ásannaði eisini, at ongin peningur er tøkur at gjalda út beint nú, og at
hetta krevur lógarbroyting.
Øll, ið hava áhuga fyri Samhaldsfasta vita, at lógin sigur, at tað er
stýrið, ið avger støddina á útgjaldinum og løgtingið, ið ásetur støddina á
inngjaldinum. At ongin fyrireiking, ella ætlan um at broyta hetta er gjørt
frá Fólkafloksins síðu er sjón fyri søgn.
Tað, ið gjørdi meg mest skakkan, var at Fólkalfokkurin sum ongantíð
hevur verið serliga heitur fyri samhaldsfasta og hevur ynskt hann har
piparið grør, nú fer at egna við hægri útgjaldi úr sama grunni.
Spurningurin er, hvussu óseriøsur ein kann verða og framhaldandi verða
tikin í álvara.
Tað er ein sjálvfylgja, at spurningurin um leiklutin hjá Samhaldsfasta
og støddin á útgjaldinum verður ein partur av pensjónsreforminum. Tað
er ikki nakað, ið Fólkaflokkurin hevur funnið uppá. Fyri Javnaðarflokkin
er tað sjálvsagt, at Samhaldsfasti fær ein størri leiklut at tryggja eina
góða pensión til tey, ið ikki hava havt møguleika at spart upp til eftirløn.
Okkara aðalmál er at tryggja, at ójavnin millum tey sum hava og tey sum
onki hava, verður so lítil sum gjørligt á ellisárum. Tað kann bert ein
samhaldsføst skipan, sum samhaldsfasti, tryggja.
Fólkaflokkurin og
Samhaldsfasti
løgtingskvinna
eyðgunn
saMuelsen