Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 40 - 26. februar 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Leygarkvøldið 28. februar verður sangkvøld í Filadel­ fia í Gøtu. Jóannes S. Hansen og vin­ fólk hava skipað fyri nøkr­ um væleydnaðum sang­ kvøldum kring landið hesi seinastu árini. Nú er so túrurin komin til Gøtu. Dentur verður serliga lagdur á góðan felagssang, tó verður høvi at hoyra onkrar solistar inn ímillum, sum kvøldið líður. Aftaná sangin verður kaffi og te og okkurt leskiligt afturvið. Fyriskipararnir siga frá, at øll eru hjartaliga vælkom­ in til hesa sangløtuna, ið sum sagt byrjar kl. 19.30 leygarkvøldið komandi. Sangkvøld í Gøtu Fríggjadagin 27. feb. kl. 16.00 letur ein málninga­ framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Tað er Finleif Mortensen, sum sýnir fram. Várlongsul, sum framsýningin kallast, hevur glaðar, fagrar litir, sum bera brá av at tað skjótt er vár. Hóast at tað ofta eru tey somu plássini ella tær somu bygdirnar sum ganga aftur sum myndaevni, so gevur tað skiftandi veðurlagi, ljós­ ið og skuggaspæli, millum húsini, eina skiftandi mynd har hús og fjøll gerðast eins og litríkir skulpturar sum skifta skap saman við ljós­ inum. Seinastu árini hevur Fin­ leif sýnt fram á gallaríum í Danmark og luttikið á ART­ Copenhagen og ART­Hern­ ing, sum eru tvær anerkend­ ar kunstmessur í Danmark. Við á framsýningini í Smiðjuni í Lítluvík eru 24 málningar. Framsýningin letur upp fríggjadagin kl. 16.00. Opið er til týsdagin 3. mars frá kl. 10 ­ 19, tó sunnudagin frá kl. 14­19. Føroyskt Hetlendskt Vina­ felag hevði aðalfund 11. februar 2009. Á skránni var formansfrágreiðing, gjøgn­ umgongd av roknskapi og nevndarval. Á fundinum varð eisini umrøða av vána­ liga ferðasambandinum mill­ um Hetland og Føroyar. Í nevndini hjá Føroyskt Hetlendskt Vinafelag sita nú Erhard Jacobsen, for­ maður, Sigrun Joensen, næstformaður, Eyrith Gutte­ sen Leyni, kassameistari, Jóhan Hendrik W. Poulsen og Maria Dalsgarð, nevndar­ limir. Julieth Johannesen er eykalimur, og Tryggvi Sond­ um er grannskoðari. Nýggja nevndin var samd um at senda skriv til Smyril Line, har felagið harmast, at Norrøna ikki longur legg­ ur inn í Hetlandi. Í skrivin­ um vísir nevndin á, at tað heilt frá gamlari tíð hevur verið nógv samband millum Føroyar og Hetland, bæði politiskt, vinnuligt, ítrótta­ ligt og mentanarligt, og van­ liga hevur eisini verið reglu­ ligt ferðasamband millum londini bæði. Henda avgerð hjá Smyril Line at taka Hetland úr ferðaskránni ger sítt til at slíta tað góða og gevandi sambandið, sum er millum nógvar føroyingar og hetlendingar. Hetland er ein av okkara grannatjóðum, sum er áhugavert ferða­ mannaland, við ríkari søgu, náttúru og mentan. Óhugs­ andi er heldur ikki, at eitt gott ferðasamband kundi verið støði undir meira víð­ fevndum samstarvi millum londini. Nevndin heitir tí á Smyril Line at umhugsa aftur at gera nakrar ferðir til Hetlands í øllum førum av og á. Føroyskt Hetlendskt Vina­ felag fer til heystar at hava kunnandi fundir um Hetland og sambandið millum Før­ oyar og Hetland. Ætlanin er so komandi ár at skipa fyri ferðum til Hetlands og kanska eisini at royna at fáa hetlendingar at koma hend­ anvegin. Felagið fer í hesum sambandi at venda sær til onnur feløg, sum ivaleyst hava áhuga at ferðast í Het­ landi. Ætlanin er eisini at fel­ agið fær sær heimasíðu við kunnandi tilfari um Hetland og við felagstíðindum. Føroyskt Hetlendskt Vina­ felag vil fegin at meira lív kemur í felagið, og at fleiri fara at fáa áhuga fyri vina­ lagnum millum føroyingar og hetlendingar. Nýggir limir kunnu tekna seg hjá formanninum Erhard Jacobsen, tel. 22 73 73 ella við telduposti til erhard@kallnet.fo. Føroyskt Hetlendskt Vinafelag havt aðalfund Finleif Mortensen í Smiðjuni í Lítluvík Erhard Jacobsen, formaður í Føroyskt Hetlendskt Vinafelag