Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 26. februar 2009 17 Andlát og jarðarferðir Jógvan Pól Johan Egholm, vanliga nevnd­ ur Jógvan Páll, andaðist í Ålborg, mánadagin 23. februar, 39 ára gamal. Kistan við Árna Debes fer úr kapellinum á Suðuroyar sjúkrahúsið fríggjadagin klokkan 17 í Vágs kirkju. Jarðar­ ferðin verður úr Vágs kirkju leygardagin kl. 13. Tey ið vilja minnast Árna kunnu lata eina peningagávu, konto í suðuroyar sparikassa. Kistan við Pouline Kathrine Nolsøe Han­ sen, Tórshavn, fer úr Landssjúkrahúskapell­ inum hóskvøldið 26. februar kl. 18.Jarðar­ ferðin verður úr Vestur­ kirkjuni fríggjadagin 27. februar kl. 14. Jona Joensen, fyrrver­ andi sjúkrasystir, ættað út Tórshavn, andaðist á Eldrasambýlinum Om­ an Hoydalar, týsdagin 90 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Dagurin 26. februar. Ingigerð. Kanska navn á franskari prin­ sessu, Ingardis, ið vit annars einki vita um. Navnið hevur fingið norrønan form, ið merkir tann av guð­ inum Ing varda. Janus Djurhuus varð føddur hendan dagin í 1881. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Fríggjadagin 27. februar verður móttøka á Dimma­ lætting í sambandi við at Lisbeth L. Petersen fyllir 70 ár leygardagin 28. februar. Lisbeth er fyrrverandi býar­ og landspolitikari og fólkatingslimur. Hon er fødd og uppvaksin í Havn. Realprógv tók hon í 1955 og studentsprógv á Bags­ værd Kostskole og Gym­ nasium í 1958. Hon hevur annars arbeitt sum projektskrivari á Før­ oya Fornminnissavni. Lisbeth kom fyrstu ferð á ting í 1990 og var formaður í tingbólki Sambandsfloks­ ins frá 2001­2004. Eftir valið 20. januar 2004 bleiv hon limur í fíggjarnevndini og trivnaðarnevndini. Lis­ beth stillaði ikki uppaftur til løgtingavalið í 2008. Lisbeth var starvsstjórnar­ limur í Sambandsflokkinum frá 1980­90 og floksskrivari frá 1982­87, nevndarlimur í „Føroya Væl“ ­ valfelag Sambandsfloksins – frá 1989­2000, og sum for­ maður frá 1997­99. Hon var varalimur á Fólka­ tingi frá á heysti 1988, til hon bleiv vald í Fólkatingi í 2001, og hon sat á Fólka­ tingið valskeiðið 2001­2005, tá hon ikki stillaði upp aftur. Í 1995 bleiv hon kosin Riddari av Dannebrog. Hon sat í Tórshavnar Býráð frá 1984­ 2000 og sum býráðsformaður frá 1992­96. Eisini var hon næstformaður í Kvinnufel­ agssamskipan Føroya frá 1982­86. Foreldrini hjá Lisbeth vóru Rachel, f. Fonsdal, ætt­ að úr Vestmanna, og Georg Lindenskov Samuelsen, ættaður úr Fuglafirði. Lisbeth var gift við Jákup Petersen, maskinmeistara, sum andaðist í 2001, 74 ára gamal. Jákup var sonur Elsu og Jóannes Petersen av Signabø. Børnini hjá teimum eru: Elsa, f. 1961, og Georg, f. 1967. Ommu­ børnini hjá Lisbeth eru fimm í tali. Móttøkan á Dimmalætting verður fríggjadagin frá kl. 15­17. Lisbeth Petersen 70 ár Kistan við elskaðu dóttur og systur okkara Bryndis Unadóttir fer úr Landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin 27. febr. kl. 16.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin 28. febr. kl. 12.00. Fyri tey avvarðandi Jóhanna, Uni og Pætur Tey, ið vilja Bryndis við blómum ella kransi, kunnu ístaðin lata eina peningagávu til gávugrunn Bryndisar, konta í Eik Banka (til børn og ung við diabetes) nøvn 90 ára føðingardagur Leygardagin 28. februar verður Andrias Nielsen í Sandavági 90 ár. Dagurin verður hildin í SÍF­húsinum frá kl. 17. 75 ára føðingardagur Mánadagin 2. mars, verður Hannefía Poulsen. Klaksvík, 75 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni á Sjómans heiminum leygardagin 28. febr. kl. 18.00. Prógv 23. januar 2009 fekk Linda Klementsen, Húsavík, prógv sum Professionsbachelor í Ergoterapi frá University College Sjælland í Næstved. Eftir at Statoilstøðin á Argj­ um hevur verið afturlatin eina tíð, er hon nú opin aftur. Tað er Statoil Føroyar sum leiga støðina og reka hana sjálvir. Hans Waag, sølu­ og marknaðarleiðari hjá Statoil, sigur, at síðan støðin læt aftur, hava teir kent tað, sum tað er ein stórur tørvur á eini slíkari støð á Argjum, har nógv fólk búgva. Støðin hevur alt tað, sum aðrar støðir hjá Statoil í Før­ oyum hava. Umframt olju­ og bensinsølu er handil við bæði kolonial­ og kiosk­ vørum, frukt, bakaravørum og fastfood. mg Statoilstøðin á Argjum: Opið aftur sum vanligt Hanus S. Mikkelsen og Elsa Hansen til arbeiðis á Statoilstøðini Statoilstøðin á Argjum Fruktmarknaður við fleiri góðum tilboðum Myndir: Magnus Gunnarsson